Í kvøld fer støðutalvan at koma uppá pláss aftur. Síðani 20. mars, tá ið triðja umfar var á skrá, hava Víkingur og AB spælt ein dyst færri enn hini liðini. Tað kemst av, at dysturin millum hesi bæði liðini í Sarpugerði henda dagin varð avlýstur, tí tað vóru ikki líkindi at spæla.
Alex Troleis fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 19.
Víkingur er næstfremst við 15 stigum, og AB er næstaftast við fýra stigum.
AB venjarin Sámal Erik Hente er gamal kenningur í Sarpugerði. Hann var venjari hjá Víkingi í 2016, 2017 og 2019. Bæði í 2016 og 2017 vunnu Víkingur og Sámal Erik Hentze FM. Seks spælarar, sum saman við Bagga vóru við at vinna FM í 2017, eru framvegis á liðnum hjá Víkingi – Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen. Arnbjørn Svensson var tvær løtur á vøllinum, og Bárður á Reynatrøð var eykamálverji uttan at vera á vøllinum.
Umframt at vera venjari hjá AB er Sámal Erik Hentze eisini U-21 landsliðsvenjari. Har er Atli Gregersen hjálparvenjari.
Felags fyri Víking og AB er, at tey leygardagin taptu. Seinnapartin leygardagin tapti AB 3-0 á heimavølli ímóti B36, og leygarkvøldið tapti Víkingur 1-0 í Klaksvík.
Hjá Víkingi hevur Jákup Johansen ikki verið við síðani Víkingur í øðrum umfari tapti 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Ingi Jonhardsson var ikki millum teir fyrstu ellivu leygarkvøldið. Hann varð settur á vøllin, tá ið tað restaðu 11 minuttir. Andreas Lava Olsen hevur verið uttanfyri seinastu ferðirnar. Ímóti KÍ varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 11 minuttir.
Hjá AB er Mikkjal T. Hentze tøkur aftur eftir leikbann. Jákup Pauli Breckmann og Erik McCue hava verið skaddir fleiri tær seinastu ferðirnar. Karl Dreier Leth og Augustin Marsico, sum hava verið skaddir, vórðu skiftir inn ímóti B36.
Síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008, hava víkingarnir 13 ferðir havt vitjan av AB í bestu landskappingini. Víkingur hevur vunnið níggju ferðir, tvær ferðir er tað endað javnt, og AB hevur vunnð tvær ferðir. Síðsti AB sigurin í Sarpugerði var í 2014. Bill Jacobsen var venjari, tá ið AB vann 2-0, og Jóan Símun Edmundsson og Hørður H. Mohr skoraðu málimi.
Víkingur – AB: Alex Troleis kl. 19.00.
-
| KÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 25 | 1 | 24 |
| Víkingur | 7 | 5 | 0 | 2 | 19 | 9 | 15 |
| HB | 8 | 4 | 3 | 1 | 19 | 13 | 15 |
| B36 | 8 | 4 | 1 | 3 | 15 | 7 | 13 |
| EB/Streymur | 8 | 4 | 1 | 3 | 13 | 15 | 13 |
| 07 Vestur | 8 | 2 | 3 | 3 | 11 | 16 | 9 |
| NSÍ | 8 | 3 | 0 | 5 | 12 | 22 | 9 |
| B68 | 8 | 1 | 2 | 5 | 7 | 19 | 5 |
| AB | 7 | 1 | 1 | 5 | 9 | 20 | 4 |
| Skála | 8 | 0 | 3 | 5 | 9 | 17 | 3 |











