##med2##
Símun Samuelsen og Hjalgrím Elttør vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Símun og Hjalgrím um teirra minnir frá KÍ-HB dystum. Teir mettu eisini um dystin KÍ-HB í 9. umfari í Betrideildini.
Símun væntar javnleik meðan Hjalgrím væntar ein tryggan sigur til KÍ.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
FM1 sigur frá trimum dystum sunnudagin. Klokkan 15 verður sagt frá dystunum KÍ-HB og Víkingur-NSÍ. Klokkan 17 verður sagt frá AB-B68.