Við trivaligum 4-1 heimasigri ímóti AB í kvøld hevur Víkingur styrkt um sína støðu í kappingini um næstfremsta plássið. Víkingur hevur 18 stig og er seks stig aftanfyri KÍ og trý stig frammanfyri HB.
AB hevur nógvar nýggjar spælarar á liðnum. Setningurin hevur higartil verið og er framvegis at finna spælararnar, sum passa til konseptið. Tað er í fyrstu atløgu at fáa verjuspælið at rigga og so at byggja uppá.
Í Sarpugerði í kvøld var tað sjón fyri søgn, at tað framvegis restar heilt nógv í, áðrenn teir í AB hava fingið verjuplássið uppá pláss. Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson skoraðu tvey mál í part, og nú hevur Sølvi Vatnhamar skorað sjey mál, og hann er saman við Stefan Radosavljevic hjá HB næstovast á máltindinum – tvey mál aftanfyri Páll A. Klettskarð hjá KÍ. Tølini siga, at 18 ára gamli Olaf Bárðarson er ógvuliga vandamikil. Nú hevur hann skorað seks mál og er fjórði besti málskjútti í landskappingini, og í kappingini í løgmanssteypið hevur hann skorað tvey mál.
Áðrenn 10 minuttir vóru farnir, var Víkingur á odda 1-0. Klossut verjuspæl bar brotsspark ímóti Andreas Lava Olsen við sær. Málskjútti var Sølvi Vatnhamar, og hann átti uppleggið, tá ið lítið sannførandi verjuspæl bar við sær, at Olaf Bárðarson var leysur og skoraði.
Tað var fimm minuttir eftir steðgin, og 12 minuttir seinni var 4-0. Olaf Bárðarson varð tvífaldur málskjútti eftir horna úr høgru frá Sølva Vatnhamar, og Sølvi Vatnhamar varð tvífaldur málskjútti mest sum av málstrikuni, eftir at Bárður J. Hansen legði innfyri úr høgru, og Andreas Lava Olsen, sum í kvøld var á vøllinum allan dystin á tamb, aftanfyri handara stólpa stútaði bóltin inn aftur fyri málið.
Í løtum funnu AB spælararnir væl hvønn annan, og ein minutt eftir 4-0 málið eydnaðist tað at minka um munin til 4-1. Marius Kryger Lindh átti innleggið úr høgru, og stutt frá málinum eydnaðist tað Agustin Marsico at stýra bóltin í málið. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.
Síðstu løtuna var AB fleiri ferðir framvið, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í heimamálið.
Útsettur dystur frá 3. umfari 3. mai
Víkingur – AB 4-1 (1-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar br
2-0: Olaf Bárðarson
3-0: Olaf Bárðarson
4-0: Sølvi Vatnhamar
4-1: Agustin Marsico
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen
Gult kort: Arnbjørn Svensson, Andreas Lava Olsen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
AB: Rói Zachariasen – Michael Alexander Smith, Onni Tihonen, Mikkjal T. Hentze, Rógvi N. Poulsen – Marius Kryger Lindh, Rógvi Skála, Brandur Jákupsson, Teitur D. Olsen – Agustin Marsico, Karl Dreier Leth
Gult kort: Brandur Jákupsson, Rógvi Skála, Onni Tihonen
Venjari: Sámal Erik Hentze
-
KÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 25 | 1 | 24 |
Víkingur | 8 | 6 | 0 | 2 | 23 | 10 | 18 |
HB | 8 | 4 | 3 | 1 | 19 | 13 | 15 |
B36 | 8 | 4 | 1 | 3 | 15 | 7 | 13 |
EB/Streymur | 8 | 4 | 1 | 3 | 13 | 15 | 13 |
07 Vestur | 8 | 2 | 3 | 3 | 11 | 16 | 9 |
NSÍ | 8 | 3 | 0 | 5 | 12 | 22 | 9 |
B68 | 8 | 1 | 2 | 5 | 7 | 19 | 5 |
AB | 8 | 1 | 1 | 6 | 10 | 24 | 4 |
Skála | 8 | 0 | 3 | 5 | 9 | 17 | 3 |
-
8. umfar
Leygardagin 7. mai
Skála – EB/Streymur
Sunnudagin 8. mai
KÍ – HB
Víkingur – NSÍ
B36 – 07 Vestur
AB – B68