So við og við er tað gjørt upp við siðvenjuna, at allir dystirnir í bestu deildini vóru um somu tíð. Inntil fyri nøkrum árum síðani, var tað undantakið, at ikki allir dystirnir í bestu fótbóltsdeildini vóru sunnudag klokkan 15.
8. umfar í bestu deildini er á skránni í dag og í morgin, og hetta er staðfesting av, at tað eru nýggjar tíðir í fótbóltinum, tá ið tað ræður um dystartíðir. Í ongum av teimum fimm dystunum í bestu deildini fer bólturin á rull klokkan 15 í morgin.
Í dag eru tríggir dystir í bestu deildini, og í morgin vera tveir dystir. Í dag fer bólturin á rull klokkan 14, og tað verður dystast fram ímóti klokkan hálvgum níggju í kvøld. Í morgin vera tveir dystir – annar klokkan 15 og hin klokkan 16.
Tað er av álvara vár í luftini, og fótbóltslíkindini vera góð bæði seinnapartin og í kvøld.
Í dag
KÍ – Víkingur: Alex Troleis kl. 18.30
EB/Streymur – B68: Petur Reinert kl. 14.00
AB – B36: Rani A. Skaalum kl. 16.00
Í morgin
NSÍ – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
HB – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.15
KÍ | 7 | 7 | 0 | 0 | 24 | 1 | 21 |
HB | 7 | 4 | 2 | 1 | 17 | 11 | 14 |
Víkingur | 6 | 5 | 0 | 1 | 19 | 8 | 15 |
B36 | 7 | 3 | 1 | 3 | 12 | 7 | 10 |
EB/Streymur | 7 | 3 | 1 | 3 | 11 | 14 | 10 |
07 Vestur | 7 | 2 | 2 | 3 | 9 | 14 | 8 |
NSÍ | 7 | 2 | 0 | 5 | 10 | 21 | 6 |
B68 | 7 | 1 | 2 | 4 | 6 | 17 | 5 |
AB | 6 | 1 | 1 | 4 | 9 | 17 | 4 |
Skála | 7 | 0 | 3 | 4 | 8 | 15 | 3 |