august í ár, og sum eisini snýr seg um seismikk. Veritas DGC hevur eisini loyvi at skjóta seismikk til 14. februar ár 2000. Síðani hevur eitt nýtt felag júst fingið forkanningarloyvi við Føroyar. Tað [...] til vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í mai. Talan er um ein kanning, sum Geco Pracla sjálvt hevur tikið stig til og fíggjar, men eisini oljufeløg hava ynskt at fáa tilfarið. Allan Boulder sigur, at [...] ar eru gjørdar frá nýggja markinum í eystan og sunnan fyri og síðani inn móti landi. Geco Prakla hevur loyvi at gera seismiskar kanningar við Føroyar fram til 24. februar ár 2000. Fleiri onnur feløg hava
bert fáir kundar, ið hava uppringt samband, sleppa inn á netið í senn. Trupulleikin hjá Føroya Tele hevur ikki bert rakt Føroya Tele, men eisini aðrar fyritøkur, ið veita tænastur gjøgnum internetið. Millum [...] als ikki sleppa inn á internetið. Tryggja betri tænastu Páll Viberg Joensen sigur, at Føroya Tele hevur bílagt nýggja nýmótans útgerð, ið skal tryggja kundanum betri tænastu. Hendan útgerðin verður sett [...] løtuni hóast alt talan um byrjunartrupulleikar. Orsøkin til hetta er, at Føroya Tele í seinastuni hevur fingið nógv meira kundar enn tann gamla útgerðin klárar og Føroya Tele hevði væntað. Felagagjald fyri
inum, tí hesin bara hevur verið ímóti uttan at seta nakað ístaðin. Nú er so uppskotið komið, og áhugavert verður at hoyra og frætta meira um innihaldið í tí. Í hesum sambandi hevur leiðslan og tingmanningin [...] grundleggjandi kanningar, og breiður meiriluti av fólkinum má taka undir við teimum. EFTIR okkara tykki hevur sambandsflokkurin við formanni tess á odda fullkomiliga byrgt seg inni. Roknast má við, at meina [...] hesir flokkar, sum náttúrliga koma at mynda Føroya framtíð. Sambandsflokkurin - sær sjálvum líkur - hevur valt bara at lata standa til. Hetta er á ongan hátt haldbart, og tað er spell fyri teir mongu sam
Prísfall Tær bestu stationeru teldurnar falla í prísi. Seinast hevur IBM í USA sent eina fullkomna Pentium II 233 MHz skipan á gøtuna fyri 1250 dollarar. Tað svarar til ein prís hjá okkum uppá umleið 12 [...] bera til at fáa eina Pentium II í klonteldu fyri minni enn 10.000 kr. Innspæl við MPEG2 Higartil hevur tað í praksis verið ógjørligt at innspæla video á eina vanliga teldu. Videofílirnar verða nevniliga [...] bert møguligt við serligum chippi, sum higartil hava verið óhoyrt dýr, heilt upp til 10.000 kr. Nú hevur Matsushita kortini latið eitt chip á marknaðin sum megnar fulla MPEG2 kompressión. Prísurin er eisini
nýttur til okkurt betri. Nógv hevur verið skrivað, ein blaðmaður skrivaði eftir fyrstu sendingarnar, at sendingarnar vóru tær vánaligastu, ið gjørdar vóru í Føroyum. Nú hevur pípan fingið annað ljóð, fólk [...] Persónar, ið trína fram, ella uppføra seg øðrvísi, enn tey flestu. Ketchup í eitt jørn Pipar og Salt hevur verið nógv frammi í seinastuni. Pipar og Salt fløgan er mest selda føroyska fløga í ár. 1750 eintøk [...] tjóðsanginum. Teknikappingin Tíðindablaðið Sosialurin skipar fyri Pipar og Salt teknikapping. Kappingin hevur fingið sera góða undirtøku. Hvønn dag koma nógvar tekningar inn, so tá freistin er úti, kann roknast
hoyrir heima. Umboð javnaðarfloksins í vinnunevndini hevur ferð eftir ferð lagt fram uppskot um at útróðrarbátar undir 15 tons kundu fiska frítt, men hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Hví tað er ein [...] og stórur niðurskurður av minstaforvinninginum eru týðulig tekin um, at útróðrarflotin ongan góðan hevur átt í borgarligu samgonguni. Seinasta bragdið áðrenn teir borgarligu stungu halan millum beinini, [...] kemur í Tinganes, fer at leggja alla orku í at seta í verk tey uppskot, sum flokkurin ferð eftir ferð hevur lagt fram, men sum teir borgarligu eru so hart ímóti, nevniliga at bátar undir 15 tons skulu kunna
Arbeiðsgevarafelag, sigur, at áhugin fyri at vera við á skeiðnum hevur verið sera stórur. Ætlanin var bert at hava 30 luttakarar men hevur tað eydnast at taka 40 við. Kortini eru tað fleiri, sum pláss ikki [...] burtur úr og fáa fleiri av okkara limum í Føroyum við sigur Jan Mortensen, sum er fegin um, at tað hevur eydnast at fáa samstarv við Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo, sum nú hava sent ikki færri [...] av orsøkunum til, at samtakið leggur so stóra orku í at kunna føroyingar um oljuvinnuna. Samtakið hevur føroyskan umboðsmann. Tað er Johan Mortensen.
Herfølge spældi móti Brøndby mikukvøldið. Og Jákup Mikkelsen kláraði tað, sum eingin annar málverji hevur klárað í ár: at halda málið reint á Brøndby Stadion. Ebbe Sand var sum altíð naskur, og tvídystirnir [...] leysur í brotsteiginum, men báðu ferðirnar bjargaði Jákup frálíka væl. Toppskjúttin hjá Brøndby, sum hevur skotið 28 mál í ár, hevði eisini ein stútara stutt frá málinum, men honum tók Jákup sær eisini av [...] júst Jákup og Mogens Krogh, sum hava verið bestu málverjarnir í superliguni. Skulu enda væl Herfølge hevur langt síðani tryggjað sær lívinum í superliguni, men teir gera nógv burtur úr endanum av kappingini
lygn nóg ofta, trúgva fólk henni at enda. Sosialdemokratiska skipanin hevur sýnt sítt virði, og fólk minnast tey framstig, hon hevur framt her hjá okkum. Eisini haldi eg, at fólk okkara er ov upplýst til [...] atiskt stýri, eru øll millum heimsins mest framkomnu lond, og eru tey lond, har fólkið sum heild hevur tað best. Norðurlond hava størsta partin av hesi øld havt sosialdemokratiskt stýri, og hesi lond hava [...] hjá tí einstaka at fáa síni sjónarmið ígjøgnum yvir fyri tí almenna. Í sosialdemokratiskum londum hevur borgarin nógv størri rætt yvir fyri tí almenna enn í borgarliga stýrdum londum. Eisini er fólkið nógv
við kemiskum evnum yvirhøvur. Og Karin Brattaberg á Ullavirkinum sigur at tað nettupp er tað, sum hevur serligan áhugað, at tógvið er 100% náttúrligt. ?Fólk hugsað meiri og meiri um tað reina og náttúrliga [...] tógv er ein rein náttúrvøra, sum vekir ans, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at eisini í Danmark hevur tað vakt áhuga, at tógvið er púra náttúrligt, og tey ivast ikki í, at tað er ein søluvøra, eisini [...] suður í Evropa. Tað er nú nakað síðani, at tað føroyska tógvið kom í handlarnar í Føroyum. Men tað hevur verið væl móttikið, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at tað eru yvirhøvur fólk sum binda við maskinu