Umboðini fyri andstøðuna, sum er meirilutin í vinnunevndini, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim, siga seg undrast yvir, at landsstýrissamgongan ikki greitt kann greina, hvørjar avleiðingar víðfevnda uppskotið fer at fáa fyri vinnuna og samfelagið annars.
- Vit eru ímóti, at útluting umvegis trinnar skipanir - 1) millum 15 og 25 prosent uppboðssølu av rættindum, 2) 8,5 prosent politiska útlutan av økiskvotum og 3) ein skipan við søguligum rættindum - verður flættað saman í lógini um fyrisiting av sjófeingi.
Meirilutin heldur, at hetta ger uppskotið torgreitt, tí skilnaðurin millum hesar tríggjar skipanir er sera ógreiður og kann nærmast setast av handahógvi av landsstýrismanninum sjálvum, orsakað av óvanliga mongu og sera víðfevndu kunngerðarheimildunum, sum landsstýrismaðurin fær við nýggju lógini.
- Kunngerðirnar eru ikki gjørdar, og tí hevur eingin ánilsi av, hvussu tær fara at síggja út. Vit hava uttan úrslit biðið um at sleppa at síggja kunngerðirnar, sum fara at hava avgerandi týdning fyri, hvussu lógarverkið fer at virka. Men, tað hevur verið til fánýtis.
Tí mælir meirilutin til, at uppboðssøla og økiskvotur verða tiknar úr uppskotinum, eins og mælt verður til eina skipan, sum byggir á søgulig rættindi saman við einum hóskandi tilfeingisgjaldi.
- Vit leggja eisini dent á burðardygga veiði, virðisøking og góða marknaðaratgongd á mest týðandi marknaðum. Men, hetta hevur landsstýrið púrt einki gjørt við, hóast løgtingið einmælt hevur álagt landsstýrinum at arbeiða miðvíst við hesum.
Teir fýra í meirilutanum vísa á, at í løtuni skapa vit ikki mest møguliga virðisvøksturin í Føroyum, tí fyritøkur noyðast at gera íløgur í framleiðsluvirki í Týsklandi og aðrastaðni at góðska sínar fiskavørur.
- Vit síggja eisini fyritøkur í Føroyum, sum eitt nú skera sild í bitar og lata bitarnar í tunnur at útflyta, tí tollurin gerst alt ov høgur, um sildin verður kryddað, latin í gløs og síðan útflutt, siga Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim.