Vit vita ikki hvat vit tosa um

Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður, lovar, at tað kemur »hen ad vejen«

– Vit vita ikki, hvat tað er, vit tosa um. 

 

Tað staðfesta teir báðir løgtingsmenninir, Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið viðger eitt uppskot um at geva fyritíðarpensjónistum 1000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri.

 

Men kjarnin í málinum er, at hetta fer at kosta kommununum 25 milliónir í mistum inntøkum og tað vilja kommunurnar undir ongum umstøðum góðtaka.

 

Men síðani hava Aksel V. Johannesen, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, verið á fundi við kommunurnar og har av tey lova kommununum, at tær skulu fáa fult endurgjald fyri missin.

 

Men nú Løgtingið viðger uppskotið í morgun, er enn púra ógreitt, hvussu ætlanin er at fíggja hesar 25 milliónirnar, sum kommunurnar skulu hava í endurgjaldi.

 

Og tað átala løgtingsmenn úr andstøðuni, og Jacob Vestergaard heldur, at tað er óvirðiligt at viðgera eitt uppskot sum fær stóra ávirkan á fíggjarlógina fyri næsta ár, uttan at vita, hvussu tað skal fíggjast.

 

Hann sigur, at samgongan hevur lagt eitt uppskot fram, hóast tey eru ósamd um, hvussu tað skal fíggjast.

 

– So kann ein og hvør hugsa sær tað fantilsi, sum er á fíggjarstýringini hjá samgonguni, leggur hann afturat.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í roynd og veru vita løgtingslimir yvirhøvur ikki, hvat teir viðgera og tí hann, at tað er hopleyst at viðgera hetta. At viðgera eitt uppskot, uttan at vita, hvussu tað skal fíggjast, er at gera seg inn á skipanina, vit arbeiða eftir, sigur hann.

 

Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og borgarstjóri í Vestmanna, ásannar, at uppskotið er ikki fullfíggjað.

 

Hann sigur, at samgongan hevur lovað fyritíðarpensjónstum 1000 krónur meiri um mánaðin og samgongan hevur lovað kommununum, at tað skal ikki kosta teimum eitt oyra.

 

Men hann staðfestir, at hetta fer alt at laga seg »hen ad vejen«, sum hann mál ber seg. Hann sigur, at so hvørt, málið verður viðgjørt, verður tað broytt, soleiðis sum samgongan hevur lovað.