Í dag var fyrrverandi oddamaðurin hjá Donald Trump, Paul Manafort, og handilssamband hasara, Rick Gates, ákærdir fyri at hava luttikið í eini samasvørjing ímóti USA umframt at hava framt fleiri fíggjarlig lógarbrot.
Manafort varð sagdur úr starvi í auguast vegna mistanka um samband við prorussik áhugamál í Ukraina.
Her er eitt yvirlit, sum vísir, hví hann verður kannaður:
*Yvirskipað:
Amerikanskar fregnartæanstur halda, at Russland royndi at ávirka valúrslitið.
Um nakar úr herferðini hjá Trump hjálpti, verður eisini kannað í Kongressini, har fyrrverandi FBI-stjórin, Robert Mueller, hevur ábrygdina fyri at koma til bonts í málinum.
Javnan hava søgur verið frammi um sambond millum kjarnan hjá Trump og Russland.
Sjálvur hevur Trump avvíst, at nakað skuldi verið um tað, at hann í loyndum hevur samstarvað við Russland.
* Fólkini kring Trump:
Í juli viðgekk elsti sonur hjá Trump, Donald Trump Jr, at hann hevði hitt Natalja Veselnitskaja, sum er russiskur advokatur í juni 2016, eftir at hon umvegis millummann hevði sagt, at hon hevði okkurt negativt um Hillary Clinton.
Trump Jr. heldur fast um, at advokaturin ikki hevði nakað av týdningi. Hann hevur sjálvur leysgivið fleiri teldupostar, sum avdúka, hvussu fundurin var skipaður.
Millummaðurin, sum skipaði fyri fundinum, heldur uppá, at Veselnitskaja arbeiddi fyri russisku stjórnina. Tað nokta bæði advokaturin og russiska stjórnin.
Frammanundan Paul Manafort eru eisini løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, og sambond hjá versoni forsetans, Jared Kushners, kannað.
* Trump sjávur:
Trump koyrdi í mai táverandi FBI-stjóran, James Comey, frá. Hann hevði ábyrgdina av eini kanning um russiska íblanding.
Í juni kom tað fram, at forsetin sjálvur varð kannaður fyri møguliga at hava tarnað arbeiðinum hjá kanningarfókunum – bæði við at siga Comey úr starvi og fyri at hava givið ordrar til at steðga arbeiðinum hjá kanningarfólkunum – bæði við at koyra Comey og fyri at hava givið boð um at steðga kannignini av trygdarráðgeva forsetans, Michael Flynn.
Keldur: CNN, BBC og Reuters.
/ritzau/