Úrslitið hjá Mjólkarvirkið búnaðarmanna var heldur slakari í 2016 enn árini frammanundan. 87.000 krónur í mun til góða millión.
– Ongantíð áður hevur virkið tikið ímóti so nógvari mjólk sum í 2016, og ongantíð áður hevur vikrið goldið so nógvan pening út til limirnar sum í 2016, skrivar felagið í ársfrágreðingini.
Í 2016 var kvotan 7,17 milliónir litrar, meðan felagið innvigaði 7,74 milliónir litrar ella 570.000 litrar yvir kvotuna og 50,5 milliónir krónur vórðu útgoldnar fyri mjólkdina.
– Til samanberingar innvigaði virkið í 2012 6,8 milliónir litrar fyri 42,1 millión krónur, skrivar felagið.
Felagið sigur víðari í ársfrágreiðingini, at høvuðsavbjóðingin hjá felagnum í 2016 var at fáa ehsa stóru mjólkarmongdirnar itl høldar og seldar. Tað stóð á hjá virkinum at virka alla innvigaðu mjólkina. Javnan vóru allir tangar fullir, so ikki fekst meira mjólk inn á virki.
– Úrslitið varð, at tað var staðfest svinn áv irkinum, sum virkið ikki hevði sæð áður. Svinnið fyri 2016 er áleið 4,6 milliónur krónur. Vanligt hevur veirð at tosa um svinn a´3%. Um virkið hevði klárað at havt svinnið á 3%, hevði tað kostað virkinum umleið 1,6 milliónir krónur og ikki 4,6 milliónir krónur. Munurin er um 3 milliónir krónur,s um svarar til innvigingina yvir 100% kvotu, skrivar felagið.
Víðari verður sagt í ársfrágreiðingini, at um árið var gott ella minni gott veldst um eygað, sum sær.
– FElagið sjálvt hevði tó ynskt sær tað soleiðis, at innviging og søla fylgjast betri enn tey gjørdu í 2016. Antin at tey 10% yvir kvotuna vórðu minkað etir tørvinum hjá virkinum, ella í hvusssu os er deild yvir árið á ein skilabetrið hátt, soleiðis at virkið fær mest mjólk inn teir mánaðirnar, virið hevur størstan tørvin á henni, sigur felagið.
Nettosølan hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna var í fjør 135 milliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin var slakar 20 milliónir krónur. Eginpeningurin er 30 milliónir krónur, og skuld felasgins er slakar 57 milliónir krónur.









