óheppið, tí at tað var tann besti summardagurin á árinum, og eg haldi eisini at HB og B36 spældu tá. - Vit vóna at nógv møta upp, tí at vit vilja fegin hjálpa teimum, sum fara uttanlanda at lesa. Vit kunnu [...] koma at geva eina meting um, hvussu tað er skilabest at leggja búskapin sum lesandi. - Tiltakið er eisini ein góður møguleiki at møta øðrum, sum fara at lesa. Luttakararnir fáa eisini møguleika at tosa [...] fíggjarlógini árliga. Doris Bjarkhamar er forkvinna í MFS. Hon leggur dent á, at tiltakið sunnudagin er fyri at tey, sum fara uttanlands at lesa, kunnu fáa eina førning við sær og sostatt eina lættari lestrarbyrjan
politikkarum, og róð verður uppundir at orsøkin er, at hetta ikki hevur tolt dagsins ljós. Men hesum er nú rættað uppá »med fælles anstrengelse«! Hertil er at siga, at skattaskipanin hjá fiskimonnum als [...] háttur at lýsa málið, sum hevur tilskundað formannin í donsku fíggjarnevndini at tengja blokkin at skattin hjá fiskimonnum, sum er so ósakligt sum tað kann vera. Men tað heilt álvarsama er, at hann samstundis [...] fyri at skíra Hermann Oskarsson at vera landasvíkjara í samband við málið um »blokkin« og skattaskipanina hjá fiskimonnum. Við tí vanvirðandi týdningi, sum liggur í hesum orði, skal eg siga frá at eg meti
løgd fram á aðalfundinum í gjár. Føroya Arbeiðarafelag ásannar, at vit komin í ta støðu, at arbeiðsloysið veksur, og at nógvir av limunum í Føroya Arbeiðarafelag hava mist arbeiðið. ? Serliga innan alivinnuna [...] váða innan alivinnuna. Felagið sigur, at fara øll hesi arbeiðspláss fyri skeytið, kemur hetta sanniliga at merkjast í samfelagnum. Tí vónar Føroya Arbeiðarafelag, at politiski myndugleikin ikki letur standa [...] eisini, at vinnuligi trupulleikin er nógvastaðni í dag, men er serligur ringur í Suðuroyar syðru helvt. Harmiligt at hoyra jammurin frá vinnuni Men tað, sum harmar Føroya Arbeiðarafelag mest, er at hoyra
ikki at fáa monopol, men heldur at gerast før fyri at veita fleri kundum eina enn betri tænastu, nú skipini gjørdust alt størri. Fyri at standa seg betri í altjóða kappingini er vanligt í dag, at eindirnar [...] virkseminum, sum hevur verið á Skipasmiðjuni. Lat tað verða sagt beinanvegin, at Skipasmiðjan eisini merkir, at væl minni er at gera í vinnuni, serliga seinasta árið. Orsøkirnar til hetta eru helst fleiri [...] uttanlands til umvælingar uttan at biðja um tilboð í Føroyum Skipasmiðjuni kunnugt fara skipini uttanlands m.a. av tí at arbeiðið sigst vera bíligari, betur umstøður eru at mála og sandblása og ofta sigst
hevur onki við ætlanina um at lata Bjørgvin sigla. ? Nú Norrøna gavst at sigla mánakvøld, tók ein tørvur seg upp og tann møguleikan ætla vit at taka. Men um Suðuroyggin verður síðsta havn, er ikki heilt endaliga [...] hvussu nógvir farmur verður at flyta. Vit fara, har sum farmur er, sigur Árni Joensen. Hann skoytir uppí, at tað er eitt ógvuliga sterkt ynski frá fiskavirkjum í Suðuroy, at Skipafelagið tekur beinleiðis [...] ivaðust umboðini fyri Skipafelagið í, um tað er rætt, at lata flutningsstuðul, soleiðis at Skipafelagið missir tann kappingarfyrimun, tað hevur av at sigla bygd úr bygd. Ein spurningur hjá Skipafelagnum
sigur við Aftenposten, at norska alivinnan hevur havt stórar trupulleikar at dragast við, og hon stúrir fyri, at fleiri alifeløg fara av knóranum. Fleiri norskir alarar fýlast á, at myndugleikarnir í Oslo [...] siga, at kreppan í vinnuni kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri framtíðina, men at tað tykist, sum at politikararnir als ikki geva sær far um tað. Fangi doyði Bretska verjumálaráðið er farið undir at kanna [...] desember í 2002, eftir at løgreglan hevði fingið boð um, at hon koyrdi í skeivari vegbreyt. Tá løgreglan tók hana, vísti tað, seg, at hon hevði drukkið í meira lagi. Blóðroyndin vísti, at hon hevði 2,0 promillu
men nú er tað í ferð við at kykna aftur. Fyri fjúrtan døgum síðani hótti stjórnin í Rwanda við at senda hermenn til Kongo, tí stjórnin heldur ikki, at ST ger nóg mikið fyri at fá afatur á uppreistrarmonnunum [...] greitt frá, at tey hava verið fyri álopum, og at tað vóru rwandiskir hermenn, sum lupu á. Stjórnin í Kongo er ikki í iva um, at hesar frásagn-irnar eru rættar, og í vikuni gjørdi hon av at senda hermenn [...] Kongo tætt við rwandiska markið. Nógv bendir á, at Rwanda hevur longu sent hermenn um markið, og at teir hava lopið á fleiri bygdir. Alment sigur Rwanda, at hetta er ikki so. Alment er einki kríggj har.
2004 fekk Javnaðarflokkurin niðurfelt, at “miðvís ætlan verður løgd fyri at minka um luftdálkingina” og at “Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina [...] kotið er, at vit eiga at taka hetta sum eina útpurring í tøkum tíma. Samgongan eigur at virða samgonguskjalið, taka á seg solidariska ábyrgd í heimssamfelagnum og beinan vegin fara undir at fyrireika [...] ábyrgd Tíverri ber kortini til at staðfesta, at vit eru langt burtur frá nógvum av lyftunum, ið givin eru í samgonguskjalinum um umhvørvis- og orkupolitikkin. Hetta mest tí, at júst hetta økið er nakað, ið
og av tí, at Simon er so ungur, og at allur leygardagurin var til taks í Havn, so gjørdu teir av at royna at koma á tal við Niarn á gistingarhúsinum, har hann helt til, og so kanska bara at fara suður [...] ella verri til, enn at Niarn vildi hava teir við til Fuglafjarðar og í Mentanarhúsið, har framførsla skuldi vera. Har var onki við at gera! Har var ikki annað hjá Gudmundi at gera, enn at broyta heimferðarætlanir [...] an hevði Gudmund sagt við sonin, at hann slapp neyvan at hitta fyrimynd sína, tí til tess var hann alt ov ungur. Men so skuldi ikki gangast. Dugdi tekstirnar Av tí, at Simon eigur tvey ár eldri beiggja
gongur tað væl við málinum. Haldi at føroyingar hava lætt við at læra onnur mál. At byrja við, stungu nógv donsk orð seg uppí setningarnar, men nú haldi eg, at tað gongur heilt væl. Eg skuldi upp [...] Ja, eg haldi avgjørt at svenska mentanin minnir um tí føroysku. Sum heild haldi eg, at sviar eru fitt og gestablíð fólk. Tá ið tú arbeiðir saman við svium, haldi eg at tú merkir, at hetta er fólk, sum [...] samstarv riggaði væl, og eg fekk hug at koma til Svøríkið at læra meir. Mær dámar tað stak væl. Svøríki er eitt serstakliga vakurt land, og her er rættiliga nógv ymiskt at síggja. Hvussu er við málinum –