Aftur í ár fara Meginfelag Føroyska Studenta (MFS) og Altjóða Skrivstovan (ASK) saman við Føroya Sparikassa at bjóða øllum teimum, ið hava fingið játtandi svar frá útbúgvingarstovnum uttanlands til kunnandi fund sunnudagin 6.august kl.17.00 í Miðlahúsinum.
Á skránni verða:
-Luttakararunda- hvør ert tú, hvar og hvat skalt tú lesa.
-MFS sum áhugafelagsskapur
-At gerast lesandi - tað ókenda
-At vera lesandi - lívið sum lesandi
-SU- viðurskiftið
-Onnur praktisk viðurskifti
-Lesandi og búskapur (Føroya Sparikassi)
-ASK - lestur uttan fyri Danmark
-Bólkauppdeiling- lesandi frá ymiskum býum í Danmark, Onglandi og Skotlandi svara spurningum.
Fáa eina lættari lestrarbyrjan
MFS er ein studentapolitiskur felagskapur, sum arbeiðir fyri teimum lesandi. MFS skipar millum annað fyri sosialum tiltøkum. Meginparturin av orkuni verður tó nýttur til kunning um lestrarmøguleikar og lestrarstøð. Alt arbeiðið verður gjørt ólønt. MFS fær 200.000 krónur av fíggjarlógini árliga.
Doris Bjarkhamar er forkvinna í MFS. Hon leggur dent á, at tiltakið sunnudagin er fyri at tey, sum fara uttanlands at lesa, kunnu fáa eina førning við sær og sostatt eina lættari lestrarbyrjan.
- Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum altíð er fyrsta sunnadag í august. Undirtøkan hevur verið góð, men í fjør lá tiltakið eitt sindur óheppið, tí at tað var tann besti summardagurin á árinum, og eg haldi eisini at HB og B36 spældu tá.
- Vit vóna at nógv møta upp, tí at vit vilja fegin hjálpa teimum, sum fara uttanlanda at lesa. Vit kunnu svara spurningum um ymisk ivamál.
- Vit halda, at vit hava eina spennandi skrá í ár við onkrum øðrvísi eisini. Vit hava ofta fingið spurningar um fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum lesandi, og í ár fáa vit fólk frá Føroya Sparikassa, sum koma at geva eina meting um, hvussu tað er skilabest at leggja búskapin sum lesandi.
- Tiltakið er eisini ein góður møguleiki at møta øðrum, sum fara at lesa. Luttakararnir fáa eisini møguleika at tosa við fólk, sum eru komin miðskeiðis í teirra lesnaði, og tað skuldi heilt vist verið gott at fingið eina 1. persóns-frágreiðing um lívið sum lesandi, sigur Doris.
Mentanarligar forðingar
Altjóða Skrivstovan er undir mentamálaráðnum. Í Fíggjarlógini stendur soleiðis um Altjóða Skrivstovuna:
"Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn í 2000 og er endamálið hjá skrivstovuni at vera savningarstað fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Herumframt er skrivstovan sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og er savningarstað fyri vitan um útbúgving og gransking, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan hevur ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og -ráðgeving, umseting av millumlanda avtalum og skipanum, umframt samskipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar."
Holger Arnbjerg er leiðari ASK. Hann metir, at pisudagurin hevur stóran týdning.
- Vit arbeiða fyri at økja um talið av lesandi uttanlands - eisini í øðrum londum enn Danmark. Ofta eru forðingarnar fyri at fara enn longur enn til Danmarkar at lesa meira praktiskar og mentanarligar enn tær eru búskaparligar.
- Vit skipaðu millum annað fyri tiltakinum "markleys útbúgving" í fjør, sum var lestrarkunning um lestrarmøguleikar kring heimin. Arbeiðið gevur ávøkstur, og talið av lesandi uttanlands er vaksandi, sigur ágrýtni leiðarin á ASK.
Fyriskipararnir vóna, at fólk taka av tilboðnum og møta upp í Miðlahúsinum klokkan 17 sunnudagin.