Viðmerking til grein í Dimmalætting 6. januar 2004 um Skipasmiðjuna

   

Tórshavn á Trettanda 2004.

Poul Mohr
Gunnar Mohr


Í omanfyri nevndu grein verður ført fram, at undirveitarar hjá Tórshavnar Skipasmiðju eru illa sperdir orsaka av væntandi kappingarføri hjá Skipasmiðjuni. Hetta er ein pástandur, sum ikki kann fara aftur við borðinum ósvaraður.
Líka so væl sum undirveitararnir hjá Skipasmiðjuni nú eru illa sperdir av minni virksemi, hava hesir liva væl av nógva virkseminum, sum hevur verið á Skipasmiðjuni. Lat tað verða sagt beinanvegin, at Skipasmiðjan eisini merkir, at væl minni er at gera í vinnuni, serliga seinasta árið. Orsøkirnar til hetta eru helst fleiri, t.d.:

?Føroyski flotin er minkaður seinastu árini
?Nógv skip eru umbygd og høvuðsumvæld seinnu árini, og krevja tískil minni viðlíkahald
?Fleiri reiðarí gera einans tær mest átroðkandi umvælingar, nú útlitini ikki eru so góð
?Reiðaríini spyrja um tilboð úr fleiri londum, tá arbeiði skulu gerast
?Fleiri dømi eru um skip, sum fara uttanlands til umvælingar uttan at biðja um tilboð í Føroyum

Skipasmiðjuni kunnugt fara skipini uttanlands m.a. av tí at arbeiðið sigst vera bíligari, betur umstøður eru at mála og sandblása og ofta sigst tíðin eisini vera styttri. Í flestu førum er Skipasmiðjan tó kappingarfør í prísi og dygd, men ásannandi at lønarlagið í Føroyum er hækkað 30-40% seinastu 4 árini, gerst hetta alt truplari. Í ávísum førum kann munandi størri arbeiðsorkan hjá útlendsku skipasmiðjunum og teirra ørgrynnu av undirveitarum stytta um umvælingartíðina uttanlands.
Viðgangast má, at umstøðurnar til sandblásing í Føroyum kundu verið betri, og gjørdi Skipasmiðjan tí í 2001 stóra íløgu á Skála í sonevnda hydroblásing, ið kann sammetast við sandblásing; er tó ikki heilt so gott, men munandi meiri umhvørvisvinarligt. Henda skipan hevur riggað væl.
Skipasmiðjuídnaðurin í grannalondum okkara er í svárari kreppu, og hevur hetta havt við sær, at tær skipasmiðjur, sum enn eru, kappast sera hart um kundarnar. Tí er tað ikki rætt, tá ført verður fram, at Skipasmiðjan hevur monopol. Tá Tórshavnar Skipasmiðja keypti Skipasmiðjuna á Skála eftir húsagangin í 1997, var endamálið als ikki at fáa monopol, men heldur at gerast før fyri at veita fleri kundum eina enn betri tænastu, nú skipini gjørdust alt størri. Fyri at standa seg betri í altjóða kappingini er vanligt í dag, at eindirnar (eisini skipasmiðjurnar) gerast færri og størri.
Skipasmiðjan tekur fult undir við sjónarmiðnum um vandan í, at ov nógv arbeiði fer av landinum og harvið hóttir førleikan í at menna, viðlíkahalda og endurnýggja skipaflotan, sum vit øll í síðsta enda skulu liva av. Tí er umráðandi at partarnir í vinnuni samstarva til tess at steðga hesi skeivu gongd.
P/F Tórshavnar Skipasmiðja hevur 67 ár á baki, og hevur gjøgnum øll árini havt gott samstarv bæði persónliga og fakliga við reiðarí og undirveitarar, sum eru komin her. Tíðirnar broytast, nýggir menn koma til og nýggjar mannagongdir, og Skipasmiðjan hevur helst ikki duga nóg væl at tikið við broyttu siðvenjuni, herundir at vitja kundarnar oftari.
Viðvíkjandi útsøgnunum hjá Jónsveini, standa hesar fyri hansara egnu rokning. Skipasmiðjan viðger ikki síni viðskiftafólk í fjølmiðlunum. Annars skal ikki standa á at koma aftur at vitja Jónsvein í nýggja húsinum.