Arbeiðsloysi
? Tær góðu tíðirnar vóru ikki nýttar til at bøta um kappingarførið hjá føroyska vinnulívinum og til at endurnýggja tað.
Tað staðfestir Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðing , sum varð løgd fram á aðalfundinum í gjár.
Føroya Arbeiðarafelag ásannar, at vit komin í ta støðu, at arbeiðsloysið veksur, og at nógvir av
limunum í Føroya Arbeiðarafelag hava mist arbeiðið.
? Serliga innan alivinnuna er hetta ein royndur lutur og í løtuni eru eini 1000 arbeiðspláss í váða innan alivinnuna.
Felagið sigur, at fara øll hesi arbeiðspláss fyri skeytið, kemur hetta sanniliga at merkjast í samfelagnum.
Tí vónar Føroya Arbeiðarafelag, at politiski myndugleikin ikki letur standa til,
men tekur stig til, at alivinnan og øll arbeiðsplássini har ikki hvørva.
? Tað verður ein dyggur smeitur fyri tey, ið missa arbeiðið, og eisini fyri alt
samfelagið, tí nú lítið arbeiðið er, verður ikki so lætt at fáa annað arbeiði.
Føroya Arbeiðarafelag sigur eisini, at vinnuligi trupulleikin er nógvastaðni í dag, men er serligur ringur í Suðuroyar syðru helvt.
Harmiligt at hoyra jammurin frá vinnuni
Men tað, sum harmar Føroya Arbeiðarafelag mest, er at hoyra jammurin frá vinnuni nú, sum felagið tekur til.
? Vit hava í fleiri ár havt bestu tíðir í Føroya søgu. Men, hvat gjørdi vinnan tá? spyr Føroya Arbeiðarafelag. Gjørdi hon nakað fyri at endurnýggja seg og bøta um kappingarførið á tí alt meira krevjandi marknaðinum? spyr Føroya Arbeiðarafelag eisini.
Og felagið svarar sjálvt:
? Nei, tær góðu tíðirnar vórðu ikki nýttar til at bøta um tað, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Í staðin fyri at endurnýggja seg og bøta um kappingarførið, hevur vinnan hildið fast um gamla framleiðslumynstrið og gomlu vørusløgini.
? Men nú eru tíðirnar ikki so góðar longur, heldur ikki niðri í Evropa og sostatt er eftirspurningurin minkandi og prísurin fallandi.
Hvat ger vinnan tá? Jú, hon skal finna sær ein syndabukk, og tað er verkafólkið, tí nú skal tímalønin
hjá teimum vera vaksin so nógv, at vinnan ikki er kappingarfør, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Felagið sigur, at hinvegin hoyrdist onki um kappingarførið, tá ið lønin hjá verkafólki stóð
í stað í tíggju ár?
? Tá søgdu virkisleiðarar einki. Tað er ógvuliga vánaligt og ómansligt dag um dag at hoyra frá Vinnuhúsinum, at vinnan ikki skal vera kappingarfør, tí lønarhækkingarnar hava verið ov stórar, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
? Men tað, sum nú bagir onkrum av hesum stjórum, ið gremja seg, man ivaleyst vera, at umframt at hava eina løn, ið svarar til tíggju verkamannalønir, hava teir eisini fingið bonus av vinninginum. Og nú minkar hetta bonusið, og sjálvandi skal tað ganga út yvir tey tímaløntu.
Felagið undrast á, at tað bara verður tosað um tey lægst løntu.
? Einki grenj hoyrist um lønirnar hjá ?bossunum? í privatu vinnuni og um, hvussu tær munnu ávirka kappingarførið.
? Vit hoyra heldur ikki eitt kis um aðrar lønarbólkar. Eg haldi, at tey, ið ferð eftir ferð kæra seg í fjølmiðlunum um tímalønina hjá verkafólkinum, skuldu heldur tikið í egnan barm og hugsað eitt sindur um, hvat teirra lønir kosta vinnulívi okkara, sigur Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag bersøgin í ársfrágreiðingini á aðaldundinum í gjár