Kappingin um suðuroyingar harðnar

Skipafelagið umhugsar nú at fara undir sigling beinleiðis úr Suðuroynni niður til Scrabster, mánakvøld

Útflutningur av feskum fiski

Kappingin um suðuroyingar harðnar alsamt.
Í hvussu so er á flutningsøkinum.
Nú er Skipafelagið eisini farið at hugsa um suðuroyingar mánakvøld.
Suðuroyingar hava mangan gramt seg um trupulleikarnar at flyta feskar fiskavørur beinleiðis úr Suðuroynni, niður á meginlandið í Evropa.
Men nú ætlar Skipafelagið at fara undir sigling beinleiðis ímillum Suðuroynna og Scrabster í Skotlandi mánakvøld.
Herfyri skrivaðu vit annars um faramskipið Bjørgvin, sum fer undir beinleiðis sigling ímillum Suðuroynna og Skotland tvær ferðir um vikuna.
Bjørgvin skal sigla beinleiðis úr Suðuroynni týsnátt heilt tíðliga týsmorgun og so aftur seint fríggjakvøld. Fyrsti túrurin verður nú fríggjakvøldið.
Men nú sær sostatt út til, at fiskavirkini í Suðuroy fáa ein flutningsmøguleika afturat mánakvøld, tí nú ætlar Skipafelagið at lata Ernir sigla beinleiðis úr Suðuroynni til Skotlands.

Sigla har farmur er
Árni Joensen á Skipafelagnum sigur, at tað er ikki heilt endaliga avgjørt um Suðuroyggin verður síðsta havn hjá Ernir úr Føroyum mánakvøld.
Men tað skilst tað er hetta, sum liggur í kortunum.
Men hann vissar um, at hetta hevur onki við ætlanina um at lata Bjørgvin sigla.
? Nú Norrøna gavst at sigla mánakvøld, tók ein tørvur seg upp og tann møguleikan ætla vit at taka. Men um Suðuroyggin verður síðsta havn, er ikki heilt endaliga avgjørt.
? Tað veldst um, hvussu nógvir farmur verður at flyta. Vit fara, har sum farmur er, sigur Árni Joensen.
Hann skoytir uppí, at tað er eitt ógvuliga sterkt ynski frá fiskavirkjum í Suðuroy, at Skipafelagið tekur beinleiðis sigling ímillum Suðuroy og meginlandið í Evropa upp, tí teir eru ikki nøgdir við støðuna sum hon er.
Men hann tað veldst eisini um ferðaætlanina hjá Smyrli, sigur hann.
? Liggur ferðaætlanin hjá Smyrli soleiðis, at tað ikki hóskar saman við siglingini hjá farmaskipinum, mugu vit fara eftir farminum sjálvir.

Lagar seg til umstøðurnar
Tá ið uppskot var frammi í Løgtingi um flutningsstuðul í 1999, vóru umboð fyri Skipafelagið í vinnunevndini.
Tá ivaðust umboðini fyri Skipafelagið í, um tað er rætt, at lata flutningsstuðul, soleiðis at Skipafelagið missir tann kappingarfyrimun, tað hevur av at sigla bygd úr bygd.
Ein spurningur hjá Skipafelagnum var, hví teir skulu fara út á plássini, um stuðul verður givin til at flyta fiskin til Havnar.
? Hetta er sjálvsagt. Men fyri tað er ikki sagt, at vit eru fyri ella ímóti flutningsstuðli. Men verða tiltøk ella inntriv sett í verk av onkrum slagi, ávirkar tað onkustaðni og tað mugu vit lagað okkum til. Tað gera vit eisini í sambandi við flutningsstuðulin, sigur Árni Joensen.
? Men ein fráferð hjá Smyrli úr Suðuroy til Havnar, sum passaði betri til farmaskipini, hevði loyst nógvar trupulleikar í sambandi við møguleikarnar hjá suðuroyingum at sleppa av við feskar fiskavørur.
? Hinvegin er tað ómøguligt at hava allar bygdir sum síðstu havn, so onkustaðni má farmurin savnast. Men hóast flutningsstuðul verður latin, kann tað vera eitt endamál at sigla til Suðuroyar kortini, tí tað er ikki vist, at ferðaætlanin hjá Smyrli liggur so, at tað passar saman við okkara farmaskipum og tí er spurningurin ikki so einfaldur, sigur stjórin í Skipafelagnum.