Óli Jacobsen
??????????
Eg verði endurgivin í »Dimmalætting« fyri at skíra Hermann Oskarsson at vera landasvíkjara í samband við málið um »blokkin« og skattaskipanina hjá fiskimonnum. Við tí vanvirðandi týdningi, sum liggur í hesum orði, skal eg siga frá at eg meti ikki Hermann at vera landasvíkjara. Eg havi virðing fyri Hermann sum persón, men eri heilt ósamdur við hansara arbeiðshátt.
Men framvegis stendur eftir tað avgerandi í hesum máli, nevniliga at leikluturin hjá Hermann í orðaskiftinum um blokkin hevur havt sum úrslit, at ein av fremstu donsku fólkatingspolitikkarunum beinleiðis nýtir blokkin sum jarnbrot móti fiskimonnum á hesum øki. Hetta er ein hóttan móti føroyskum sjálvræði í einum máli, sum er so burturav føroyskt innanhýsismál, sum tað kann vera.
Undanførslurnar hjá Hermann í útvarpinum mánadagin afturvísa ikki á nakran hátt hansara opinbera leiklut í málinum.
At blaðmaðurin á Berlingske sjálvur skal hava fingið upplýsingarnar um intøkurnar hjá føroyskum fiskimonnum á heimasíðuni hjá FF hevur ikki so nógv við málið at gera.
Tað sum stendur á okkara heimasíðu er sjálvsagt alment. Men tað er sera ósannlíkt, at ein blaðmaður sum neyvan dugur føroyskt, og ikki eingong kennir navnið á Fiskimannafelagnum, hann kallar tað Fiskifelag, uttan leiðbeining og uttan serstøk ørindi skal koma beint á teir upplýsingar, sum hann hevur brúk fyri.
Meira áhugavert er tað, sum Hermann sigur, at danir nústaðni eru vorðnir varir við hesi viðurskifti. Hetta svarar annars til lýsingina hjá Berlingske um teirra »afsløring af lønfesten«.
Hjá báðum liggur í hesum, at her er nakað sum hevur verið dult fyri donskum politikkarum, og róð verður uppundir at orsøkin er, at hetta ikki hevur tolt dagsins ljós. Men hesum er nú rættað uppá »med fælles anstrengelse«!
Hertil er at siga, at skattaskipanin hjá fiskimonnum als ikki hevur verið duld fyri nakran, heldur ikki fyri nøkrum donskum myndugleika. Eg havi sjálvur kunnað teir um tað, tá høvið hevur verið til tess. So seint sum í mai lat eg fólkatingsins matvørunevnd við ráðharra eina skrivliga frágreiðing um viðurskiftini hjá fiskimonnum, herundir eisini skattaskipanina.
Tað er ein sannroynd, at sum høvuðsregla verður eitthvørt mál hjá einum móttakara, sum ikki kennir eitt mál frammanundan, skilt í tí anda, sum tað er lýst. Tað er givið, at tað er hetta sum er hent í hesum máli. Sjálv greinin verður endurgivin í komandi FF-blað, og her gongur sjón fyri søgn at lýsingin, sum blaðmaðurin hevur fingið og endurgivið, er sera eintáttað, samstundis sum greinin er vanvirðandi fyri føroyskar fiskimenn, sum nærmast verða lýstir sum almennir »nassarar«.
Tað er júst hesin háttur at lýsa málið, sum hevur tilskundað formannin í donsku fíggjarnevndini at tengja blokkin at skattin hjá fiskimonnum, sum er so ósakligt sum tað kann vera. Men tað heilt álvarsama er, at hann samstundis við hóttan um avleiðing fyri blokkin leggur trýst á okkara myndugleikar at fáa framt júst tey sjónarmið, sum Hermann sjálvur missionerar fyri.
Henda støða kann ikki vera íkomin »hjálp« úr Føroyum. Tað kann staðfestast, at Hermann er kelda til umrøddu grein í Berlingske Tidende, eins og hann hevur verið ein høvuðskelda til ta greinarøð sum umrødda blað hevur havt frá ráðstevnuni um blokkin. Niðurstøðan er so gjørd út frá hesum.