september so stóran vørr, at felagið metti tað vera rætt at útseta børsnoteringina til í februar í ár, ella neyvari til 28. februar. Nú upplýsir Niels Sørensen, stjóri í felagnum, at hetta varð so av ongum [...] Kolvetni 7% lut í loyvinum, men ætlanin er at hækka henda partin til 22%. Uppá fyrispurning um møguleiki er fyri, at Agip vil bíða við boringini til í næsta ár, og at Føroya Koltvetni av tí sama vil bíða við [...] Stock Exchange nú. Tað skal helst ikki ganga meira enn eitt hálvt ár frá tí , at man er farin á børsin til tað verður borað. Um ov lítið hendir, so minkar virðið á partabrøvunum, og tað ynskja investorarnir
samstarv, har 7 tónleikarar, ein úr hvørjum landi, spæla fólkatónleik og eru hesi nú á tónleikaferð til tey lond tey umboða. Tónleikarirnir, ið koma úr Danmark, Norra, Svøríki, Wales, Írlandi, Skotlandi [...] fyrireikaðir, og spælt var uttan nótar. Tónleikararnir sótu saman, líkt einum hestaskógvi, ið hóskar væl til hetta slag av tónleiki, - ein spennandi samanseting av ymsum ljóðførum. Fyrsta lagið á konsertini var [...] fleiri løg, har tónleikararnir hvør í sínum lagið greiddu eitt sindur frá um upprunan ella íblásturin til ávísu løgini, ið blivu framførd av nøkrum av tónleikarunum, alt eftir hvat slag av tónleiki talan var
er nú maskinstjóri á Brimli. Fram til 1. juni, um einki broytist í teirri trætuni, sum nú er. Hann sigur við Sosialin, at hann í skrivandi stund ikki kennir annað til verandi støðu enn tað, øll onnur hava [...] hava frætt, og at hann hevur fingið fundarboð til mikudagin. Hvat fer at henda á tí fundinum, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur boðað til, hevur hann ikki hóming av, sigur hann. Eftirlønin Ósemjan [...] Træta Tað eru nógv ting, sum skulu ruddast uppaftur, áðrenn alt aftur verður, sum tað var, heldur Almfinn Jacobsen. maskinstjóri á Brimli, sum er ein av maskinmonnunu hjá Vaktar- og Bjargingarrtænastuni
enn var í fluttum týdningi. Hann vísti á, at tað í flokkinum er høgt til loft og vítt til veggja, og at øll hava sjálvsagdan rætt til at vera samd og ósamd, uttan at vera múlabundin. Kortini heldur hann [...] Tjóðveldisflokkurin situr við bæði skúlamálum og fíggjarmálum, og hóast bert fíggjarmálaráðharrin var til staðar at taka ímóti mótmælisskrivunum, so fekk flokkurin greitt at vita frá mótmælisgonguni, at tey [...] farið við nógvari tíð seinasta árið ogat tað hevur fingið drúgva viðger. Hetta hevur millum annað elvt til miklan orðadrátt við andstøðuna, og hóast at tilfarið í Hvítubók stuðlar undir fullveldisætlanina,
Kristina fór til Havnar 15 ára gomul at tæna hjá skyldkonuni Siggu Due Sørensen. Eftir tvey ár fór hon at arbeiða hjá familjuni Brockie úti í Tinganesi. Seinni arbeiddi hon í Margarinfabrikkini [...] kkini í Tórsgøtu fram til 1948. Kristina var fyrsti limur í Frelsunarherinum í okkara ætt. Hon kom at ganga har, tá ið hon 15 ára gomul kom til Havnar. Síðani komu fleiri av okkum við eisini [...] Tá ið William fór frá vegna aldur, flutti familjan til Seaforth Place í Thurso í Skotlandi. William doyði 16. mars 1993, og tá flutti familjan til Perth. Nú býr Kristinr á einum heimi stutt frá dóttur
samgongan vil hava Føroyar til eitt samfelag í serflokki - hvar skulu nú pengarnar til hetta koma frá? Samanumtikið kann sigast, at við ætlanunum á fiskivinnuøkinum, verður lagt upp til, at fiskivinnulóggávan [...] Hesaferð slær politiska pendulið heilt aftur til fiskivinnulóggávuna frá 1994/1996, og hesaferð skal lóggávan gerast á ein slíkan hátt, at ikki vendist aftur til at broyta bulin í fiskivinnuskipanini, nevnliga [...] av fiskiveiðiloyvunum og hvussu hesi veiðiloyvi kunnu býtast út til nøkur fá samtøk og fiskifør. Vanlukkuliga, so verður nú lagt upp til eina privatisering av fiskivinnuni og tess milliarda virðum og sum
eina hálva millión í lønum til nevndarlimirnar í Vága Floghavn. Tað fer neyvan at kosta nógv minni at gjalda nevndarlønir til Rúsdrekkasølu Landsins, sum hevur einkarrætt til sølu av rúsdrekka í Føroyum. [...] Tað svarar til 20.000 um mánaðin. Næstformaðurin fær 180.000 krónur um árið. - Tað svarar til 15.000 krónur um mánaðin. Nevndarlimirnir, fýra í tali, fáa 120.000 krónur um árið. - Tað svarar til 10.000 krónur [...] - Tað svarar til 15.000 krónur um mánaðin Næstformaðurin fær 135.000 um árið. - Tað svarar til 11.250 krónur um mánaðin. Nevndarlimirnir, fýra í tali, fáa 112.500 um árið. - Tað svarar til 9.375 krónur
ikki til at flyta pening á eina konto, um hann ikki kemur til rætta móttakaran. Samrøðan Eg skal síðan greiða frá tilgongdini til mína luttøku í sendingini. 2. mars ringir Barbara Holm til mín og [...] útreiðslurnar til klassa, sakførara o.t. vóru 2,0 mió. kr. Tað vóru trupulleikar við skipinum, og útreiðslur vóru til føroyskar veitarar fyri ábøtur og umvælingar, eftir at skipið var komið til Føroyar [...] vóru víst skjøl frá 16 peningaflytingum til og frá Framherja og Framinvest síðan 2010. Allar hesar flytingar eru gjørdar í sambandi við keyp og sølu av skipum. Í 2011 varð føroyska makrelkvotan
plagdi onkuntíð at fara til Danmarkar, fyri at uppliva tað, sigur Charles Gade. Hann búði í Nólsoy í 25 ár, frá 1985 og fram til 2010. - Tað eru tey, ið halda, at eg flutti niður til Danmarkar aftur, tí eg [...] kanska lagnunnar speisemi, at fleiri hús nú standa til sølu í Nólsoy, men nú er tíðin ikki hin rætta at flyta til Føroya aftur. Daman hevur júst fingið arbeiði, eftir at hava verið arbeiðsleys í tvey ár [...] hini ikki duga, sigur Charles Gade. Hann hevur sum nevnt hugsað um at flyta aftur til Nólsoyar, nú fleiri hús standa til sølu, sum eru yvirkomilig fíggjarliga hjá honum. - Men nú er tað líkasum lagt á hillina
fyri slíka sølu, skulu brúkast til, hevur heldur eingin gjørt endaliga av enn. Kann vera, sigur Hermann Oskarsson, at teir fara í Búskapargrunnin. Kanska verða teir til ein árligan kekk til allar føroyingar [...] er eitt ávíst, fast gjald, sum lagt verður á eitthvørt. Tað leggur hetta uppskotið als ikki upp til, men til eina uppboðssølu, har keyparin avger prísin. Hermann Oskarsson sigur, at uppskotið, Búskaparráðið [...] verður hann ongantíð, Tað vil siga, at tað fer ikki at bera til at fáa pengar útgoldnar fyri eitt fiskiloyvi. Men tað kann henda, at prísurin til dømis verður eitt oyra fyri kg., um boðini ikki verða hægri