Johan Dahl skal langt niður í lumman

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, verður helst noyddur at gjalda millum eina hálva millión og eina millión í løn til nevndarlimirnar í Rúsdrekkasølu Landsins, um ætlanin at skipa stovnin í alment partafelag, verður veruleiki

Uni Holm Johannesen

Stendur tað til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, verður virksemið hjá Rúsdrekkasølu Landsins skipað í alment partafelag.
Tað slóð hann rimmar fast í viðtalu við Kringvarpið leygardagin.
- Orsøkin er, at tað verður lættari at skipa virksemið hjá stovninum, segði hann.
Løgmaður vísti somuleiðis á ætlanina í løgmansrøðuni á ólavsøku.
Men gerst umleggingin veruleiki, verður tað ikki ókeypis hjá landskassanum.
Johan Dahl, landsstýrismaður, noyðist langt niður í lumman at útvega neyðuga peningin til fólkini, sum skulu hava nevndarsamsýning.
Tað ber sjálvsagt ikki til at siga, hvør ásetingin av nevndarlønunum verður. Men tað er hugsandi, at at ein eykakostnaður av Rúsdrekkasølu Landsins fer at liggja millum eina hálva og eina millión krónur um árið í samsýning til nevndarlimirnar.
Í øllum førum, um tú hevur lønirnar hjá nevndarformonnunum og nevndarforkvinnunum í Atlantic Airways, Smyril-Line, Føroya Tele og Vága Floghavn sum grundarlag.

Samanbering
Formenninir í almennu partafeløgunum, sum Sosialurin hevur hugt nærri at, fáa millum 15.000 krónur og 21.000 krónur um mánaðin, meðan næstformenninir og nevndarlimir fáa millum 8.000 krónur og 15.000 krónur um mánaðin hvør.
Tað kostar tí almenna gott og væl eina millión krónur um árið at gjalda samsýning til nevndarlimirnar í Atlantic Airways.
Nevndarlimirnir í Føroya Tele og Smyril-Line skulu hava um 750.000 krónur um árið fyri sítt arbeiði, og landskassin rindar eitt sindur minni enn eina hálva millión í lønum til nevndarlimirnar í Vága Floghavn.
Tað fer neyvan at kosta nógv minni at gjalda nevndarlønir til Rúsdrekkasølu Landsins, sum hevur einkarrætt til sølu av rúsdrekka í Føroyum.

Vil menna stovnin
Løgmaður segði í løgmansrøðuni, at endamálið við uppskotinum er fyrst og fremst at veita Rúsdrekkasøluni hóskandi roknskaparligar og fíggjarligar karmar.
Johan Dahl segði við Kringvarpið um vikuskiftið, at stovnurin fer framhaldandi at lúka krøvini, sum lóggávan ásetur. Tað er millum annað at virka fyri, at sølan verður tálmandi.
Men hann segði somuleiðis, at við at skipa Rúsdrekkasøluna í alment partafelag, fær stovnurin meira rúm at menna fíggjarliga partin av virkseminum.
Verandi fíggjarlóg leggur upp til, at Rúsdrekkasølan skal hava eitt avlop á 16 milliónir krónur í ár. Í fjør gav stovnurin eitt avlop á 11 milliónir krónur.
Rúsdrekkasølan hevur selt eitt lítið vet meira fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør, varð sagt í Degi og Viku í gjár.

Stór mótstøða
Heðin D. Poulsen er valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann fanst hvassliga at ætlanini hjá samgonguni í tíðindaskrivi í gjár. Hann sigur, at eingin, uttan leiðslan í Rúsuni og nýggja almenna nevndin, fær fyrimun av almennari brennivínssølu, sum verður skipað í alment partafelag.
- Grundgevingin hjá samgonguni at skipa almennu brennivínssøluna í alment partafelag er, at tað er lættari at reka Rúsuna sum alment partafelag. Um tað er grundgevingin, so kann alt alment virksemi skipast í almenn partafeløg, skrivaði Heðin D. Poulsen.
Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, segði undir viðgerini av løgmansrøðuni í gjár, at hann er als ikki samdur í ætlanunum hjá løgmanni og Johan Dahl. Tað hevur Levi Mørk, býráðspolitikkari í Havn, eisini gjørt greitt í skrivi, sum er sent miðlunum.

FAKTABOKS:

P/F VÁGA FLOGHAVN:
Kitty May Ellefsen, forkvinna: 16.000 um mánaðin*
Næstformaðurin fær 12.000 krónur um mánaðin*
Nevndarlimirnir fáa 8.000 krónur um mánaðin*
- Avtalan er, at allir limir fáa tvífaldaða løn, meðan byggitíðin av flogvøllinum í Vágum er.
Í alt: 432.000 krónur um árið.

ATLANTIC AIRWAYS:
Bjarni Askham Bjarnason, formaður: 240.000 krónur um árið.
- Tað svarar til 20.000 um mánaðin.
Næstformaðurin fær 180.000 krónur um árið.
- Tað svarar til 15.000 krónur um mánaðin.
Nevndarlimirnir, fýra í tali, fáa 120.000 krónur um árið.
- Tað svarar til 10.000 krónur um mánaðin.
Í alt: 900.000 krónur um árið.

SMYRIL-LINE
Klaus Kjærulff, formaður: 252.000 krónur um árið.
- Tað svarar til 21.000 krónur um mánaðin.
Nevndarlimirnir, fýra í tali, fáa 126.000 krónur um árið.
- Tað svarar til 10.500 krónur um mánaðin.
Í alt: 756.000 krónur um árið

FØROYA TELE:
Klaus Pedersen, formaður: 180.000 krónur um árið
- Tað svarar til 15.000 krónur um mánaðin
Næstformaðurin fær 135.000 um árið.
- Tað svarar til 11.250 krónur um mánaðin.
Nevndarlimirnir, fýra í tali, fáa 112.500 um árið.
- Tað svarar til 9.375 krónur um mánaðin.
Í alt: 765.000 krónur um árið