-Vit eru klárir

-at fara á London Stock Exchange, men bíðað verður eftir, at allar umstøður eru klárar sigur Niels Sørensen stjóri í Føroya Kolvetni


Oljufelag og partapeningur

Oljufelagið Føroya Kolvetni hevur nú útsett ætlanina at fara á virðisbrævamarknaðin í London nakrar ferðir. Endamálið er annars at útvega sær stórar peningaupphæddir fyri at kunna vera við í fyrstu boringini hjá Agip í Føroyum, sum eftir ætlan skal byrja í heyst. Henda ætlan er nú útsett nakrar ferðir m.a. orakað av órógv á altjóða partabrævamarknaðinum. Eitt nú gjørdi hendingin í New York 11. september so stóran vørr, at felagið metti tað vera rætt at útseta børsnoteringina til í februar í ár, ella neyvari til 28. februar. Nú upplýsir Niels Sørensen, stjóri í felagnum, at hetta varð so av ongum, men at teir eru so gott sum klárir. Nú verður bíðað eftir, at allar umstøður eru komnar uppá pláss.

Ein partur er av hesum er uttan iva spurningurin um nær og um samtakið er klárt at fara undir boring sum ætlað. Ein annar partur er, um marknaðurin í løtuni er tann rætti, og nær hann er tað.

Endamálið við at fara út á ?London Stock Exchange? er at fáa umleið 180 mill. kr. í nýggjum partapeningi, sum skal fíggja luttøkuna í komandi boring. Í løtuni hevur Føroya Kolvetni 7% lut í loyvinum, men ætlanin er at hækka henda partin til 22%.

Uppá fyrispurning um møguleiki er fyri, at Agip vil bíða við boringini til í næsta ár, og at Føroya Koltvetni av tí sama vil bíða við at fara á virðisbrævamarknaðin sigur Niels Sørensen, at tað dugir hann ikki at siga enn. So langt hava teir ikki hugsað.

Tað er tó greitt, at verður eingin boring í ár, so verður heldur ikki farið á London Stock Exchange nú. Tað skal helst ikki ganga meira enn eitt hálvt ár frá tí , at man er farin á børsin til tað verður borað. Um ov lítið hendir, so minkar virðið á partabrøvunum, og tað ynskja investorarnir sjálvandi ikki.

-Men hava tit ikki ein trupulleika ikki at vita, nær og um Agip fer at bora?

-Vit fara ikki á børsin, uttan at allar fortreytir eru greiðar. Men vit bíða nú eftir at fáa grønt ljós á rætta stað til at fara undir at tekna meiri partapening.

Niels Sørensen sigur tó, at sum støðan er nú, so hevur einki verið frammi um, at tað ikki verður borað sum ætlað.

Herfyri stóð í einum av bløðunum, at Føroya Kolvetni og Agip høvdu ikki gjørt av, hvar tey fóru at bora, tí tey bíðaðu eftir úrslitinum av kanningunum hjá Amerada Hess, sum Hess skal lata myndugleikunum í august. Sosialurin skilur, at her er okkurt komið skeivt fyri. Tað er ikki hetta bíðað verður eftir men eftir data frá boringini í fjør, sum øll feløgini, ið eru á Føroyaøkinum hava avtalað skulu latast hvørjum øðrum. Tvs. at talan er um sjálvar brunnupplýsingarnar.

Hvørja ávirkan fer tað at fáa fyri Føroya Kolvetni, um so er, at Agip ger av at bíða við boringini til í næsta ár?

Niels Sørensen: -Vit mugu bara bíða við. Vit gera ikki av, nær borað verður.

-Men hvat skulu tit tá liva av, skulu tit ikki fara á børsin nú?

Niels Sørensen sigur, at felagið er ikki dýrt at reka, og hartil hava teir møguleika at fara í gongd við onnur ting, at ?farma? inn ol. ?Bara at sita og bíða er eitt sindur keðiligt leggur hann aftrat. Men ráð verða fyri tí.