Trúgvan kundaskara í Føroyum

Tríggjar til fimm ferðir um árið er Charles Gade í Føroyum at stemma klaver, og meginpartin av kundaskaranum hevur hann bygt upp tey 25 árini, hann búði í Føroyum. - Men tað legst aftrat spakuliga, og í løtuni standa 70 nøvn á kundalistanum, sigur Chrles Gade, sum longu hevur verið í Føroyum fyri triðju ferð í ár

Tað var tann tíð, áðrenn februar 1985, tá Charles Gade flutti til Føroyar, at hann minglaði við stóru stjørnunum í donskum tónleiki.

- Eg minnist einaferð fyrst í 80-unum, tá Shu-bi-dua skuldi hava konsert í Ítróttaparkini, at teir bóðu meg koma at stemma flyglið. Meðan eg siti og stemmi, koma teir og skulu draga nakrar káplar, so teir bóðu meg fara út um eina løtu. Nú koma Rugsted og Kreutzfeldt, sum eisini skuldu spæla, og biða meg hyggja at einum el-piano, ið ikki var heilt stemmað. Meðan eg so siti við hetta instrumentið, kemur Michael Bundesen og spyr: Hvat fanin, hava tit stolið klaverstemmaran hjá mær?, greiðir Charles Gade rá.

Tað var sagt í einum vinarligum tóna, men tað var klárt, at Bundesen ikki vildi gjalda fyri, at Charles Gade stemmaði fyri kappingarneytar sum Shu-bi-dua rindaði fyri.

- Jú, søgurnar eru fleiri gjøgnum hesi árini, eg havi verið klaverstemmari, sigur Charles Gade, nú vit sita og práta í køkinum hjá Vilmu Poulsen og Michael Thomsen í Nólsoy.

Tað er har, Charles Gade býr, tá hann er heima í Føroyum og stemmar klaver.

- Eg sakni Føroyar og eg sakni Nólsoy. Eg havi nógvar vinir her, og tí er tað gott, at eg kann koma til Føroya hesar ferðirnar um árið at stemma klaver og flygil, sigur Charles Gade.

Ikki tí, tey 25 árini, hann búði í Nólsoy, saknaði hann eisini Danmark.

- Tað var serliga um várarnar, tá alt vaknaði úr dvala. Eg saknaði skógirnar við spírandi trøum og blómum, og eg plagdi onkuntíð at fara til Danmarkar, fyri at uppliva tað, sigur Charles Gade.

Hann búði í Nólsoy í 25 ár, frá 1985 og fram til 2010.

- Tað eru tey, ið halda, at eg flutti niður til Danmarkar aftur, tí eg fann eina nýggja unnustu, men soleiðis var tað ikki. Tað var bara ógjørigt at finna nakað at búgva í, sum eg hevði ráð til, sigur Charles Gade.


Spæla saman

Ta tíðina var einki at finna, sum hann kundi keypa, og bankarnir vóru rættiliga varnir at lána pengar út.

- Tað vóru eini hús i Leirvík, sum eg hevði ráð at keypa, og tað kundi eisini verið ein møguleiki, um so var, at bussuin hevði koyrt um kvøldarnar. Men seinasti bussurin fór um 18-19 tíðina, og so var tann møguleikin ikki longur til staðar, sigur Charles Gade.

Tað endaði tí við, at hann tók avgerðina at flyta til Danmarkar.

- Eg flutti niður og búgvi nú í Farum. Tað er kanska lagnunnar speisemi, at fleiri hús nú standa til sølu í Nólsoy, men nú er tíðin ikki hin rætta at flyta til Føroya aftur. Daman hevur júst fingið arbeiði, eftir at hava verið arbeiðsleys í tvey ár, og tað er ikki vist, at hon hevði kunna fingið arbeiði her í Føroyum, sigur Charles Gade.

Daman eitur Tina Christiansen, og er útbúgvin kirkjuorganist, og umframt arbeiðið hjá teimum báðum, eru tey til tíðir úti og spæla saman.

- Tað er ikki tað heilt stóra, men tað hendir meiri enn so, at vit undirhalda. Tað kann vera, at eg spæli og hon syngur, ella vit spæla bæði, sigur Charles Gade.

Fyri eftir hondini fleiri árum síðani gav hann út plátuna, Charles Gade og Pianoholdet, og nú hevur hann savnað Pianoholdet aftur.

- Eg eri í holt við at geva eina fløgu út við gamla kassettubandinum. Talan er um eina dulultfløgu við tilsamans 22 løgum, har 10 av teimum er nýggj. Eg havi valt at taka ein sang umaftur frá »Jorden er en smuk planet«, og tað er heilt einfalt tí, at lagið var so illa umgingið á tí utgávuni. Ljóðið var vánaligt og sangurin langt frá fyrsta floks, sigur Charles Gade.

Fløgan er á trappuni, og kemur út innan stutta tíð.


Werner Studio

Hann heldur, at tú skal duga nógv ymiskt, bæði til hendur og føtur, fyri at búgva í Nólsoy.

- Tú skal duga alt innan fyri hita og vatn og el, og tú skal kunna fara upp í ein stiga. Alt førleikar, ið eg eri fráskorin frá. Men eg dugi okkurt annað, sum hini ikki duga, sigur Charles Gade.

Hann hevur sum nevnt hugsað um at flyta aftur til Nólsoyar, nú fleiri hús standa til sølu, sum eru yvirkomilig fíggjarliga hjá honum.

- Men nú er tað líkasum lagt á hillina fyribils, nú daman hevur fingið arbeiði í Danmark, sigur Charles Gade.

Tað er mest innan fyri klaver og flygil at hann ger tað sum stemmari, og tað førdi hann til Werner Studio og Tøsedrengene, sum hildu nógv til har.

- Tað studio er ikki til longur, men har kundi tú møta nógvum kendum tónleikarum, og serliga vóru Tøsedrengene nógv at síggja. Men eisini var Michael Hardinger úr Shu-bi-dua nógv inni í Werner Studio, sigur Charles Gade.

Har høvdu fólk hvør sítt ljóðføri, sum Charles Gade eftir førimuni stemmaði, herímillum eisini onkur syntezisari, Rhodes elpiano og clarinettir.

- So tað var ikki vist, at hini ljóðførini stemmaðu saman við flyglinum, tá tað var stemmað, so tað var ofta, at eg mátti stemma hini ljóðførini eftir flyglinum, sigur Charles Gade.

Hesa tíðina stemmaði hann fyri kendastu bólkarnar í Danmark.

- Eg stemmaði øll ljóðførini hjá Tøsedrengene og viðhvørt hjá Sebastian og hjá Shu-bi-dua, sigur Charles Gade.

Síðani hann flutti niður aftur í 2010 hevur hann búð í Farum, og tað er mest í økinum, at hann hevur sítt arbeiði sum klaverstammari, men hann hevur eisini kundar í Keypmannahavn.


Boðsendur til Mors

Og tað hendir seg eisini, at hann er yviri í Jútlandi at stemma klaver.

- Tað byrjaði við, at eg av tilvild endaði á Mors í Jútlandi at stemma eitt klaver. Og tann søgan er rættiliga áhugaverd, sigur Charles Gade.

Tað byrjaði við, at Armgarð Arge hevði eina sending um eina unga kvinnu í USA, ið var vorðin við barn, men barnið lá uttanfyri lívmóðrina. Læknarnir vildu ikki gera skurðviðgerð, fyrr enn teir fingu pengarnar.

Kvinnan yvirlivdi og gjørdist seinni prestur á Mors, har hon gjørdist vinkona við ein kenning hjá Gade av Strondum.

Knappliga ein dagin fekk eg so eini telefonboð frá hesum kenninginum av Strondum sum spurdi meg, um tað var møguligt hjá mær at koma yvir á Mors at stemma klaverið hjá hesum prestinum, sum var ónøgd við arbeiðið hjá einum øðrum stemmara. Soleiðis endaði eg á Mors í Jútlandi, og síðani er lagst aftrat kundaskaranum í har, sigur Charles Gade.

Og tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tað legst aftrat kundalistanum hjá Charles Gade.

- Tá eg komi til Føroya at stemma klaver, er tað altíð planlagt. Men hvørja ferð er tað onkur, sum rópar á meg: »Hey, Gade, kanst tú ikki líka stemma klaverið hjá mær?«. Eg havi upplivað at verða antastaður í bankanum um at stemma klaver, sigur Charles Gade.

Og tað eru eisini onnur meira ella minni lødig støð, hann er kontaktaður fyri at stemma klaver.

- Eg minnist eina ferð eg sat inni á Café Natúr, at ein maður kom innar at tosa við meg um at stemma klaverið hjá sær. »Eg komi annars ongantíð inn her, men tá eg sá, at tú sat inni her helt eg, at eg mátti koma inn«, segði maðurin. Áh, ja, okkurt skal barnið eita, sigur Charles Gade.


20 minuttir til fýra tímar

Vit avtala, at vit skulu koma at taka mynd av honum, tá hann er í Norðurlandahúsinum og stemmar klaverið har uppi.

Meðan hann soleiðis situr og stemmar fáa vit eitt lítið prát aftrat.

- Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu nógva tíð eg brúki at stemma eitt klaver. Tað kann taka alt frá 20 minuttum upp til fýra tímar. Tað veldst alt um, hvussu langt síðani tað er, at klaverið er stemmað seinast, sigur Charles Gade.

Tað kemur alt ann upp á, um fólk bara hava eitt klaver standandi, sum tey vilja hava stemmað til konfirmatiónina ella til runda føðingardagin.

Tá kann tað saktans taka upp í fýra tímar, men er tað eitt klaver, ið bara skal fínpussast, kann tað klárast upp á einar 20 minuttir, sigur Charles Gade.

Hann leggur aftrat, at hann fæst eitt sindur við at skriva nýggjar sangir og nýggj løg, og einaferð herfyri hevði hann so ringt inn til KODA, sum er felagið, ið verjir einkarrættinum hjá teimum, ið gera løg og sangir.

- Eg spurdi, um eg ikki bara kundi koma inn til teir við nøkrum løgum, sum eg hevði liggjandi, og tað var gaman í. Men tað vóru glómur í teimum, tá eg so stakk inn á gólvið við 34 nýggjum løgum. Tað er ikki hvønn dag, teir fáa ein slíkan stakk frá einum einstøkum limi, sigur Charles Gade.

Hann er sum nevnt sera væl dámdur sum klaverstemmari, og kundarnir hjá honum vilja ikki síggja aðrar klaverstemmarar nær námind av teirra klaveri.

- Tað er væl eitt tekin um, at teimum dáma tað arbeiði, sum eg geri, sigur Charles Gade, áðrenn hann boyggir seg niður yvir klaverið aftur við sínum stemmugafli og klaverstemmara.