Skulu vísa veljarunum virðing

- Sum størsti flokkur á tingi hevur Tjóðveldisflokkurin eina skyldu, at vísa veljarunum virðing, segði Óli Holm m. a. í ársfrágreiðing síni á flokstinginum í Sørvági. Hann nam leysliga við rúsdrekkamálið og eisini við peningaflutningin til Sjónvarpið, sum hevði við sær, at Signar á Brúnni mátti fara úr starvinum, sum landsstýrismaður

Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum var sett í skúlanum í Sørvági fríggjakvøldið.

Óli Holm, formaður í starvsnevndini fyri Tjóðveldisflokkin setti flokstingið, sum varð eitt sindur seinkað av tí at ein mótmælisgonga var møtt upp frammanfyri skúlan í Sørvági. Tjóðveldisflokkurin situr við bæði skúlamálum og fíggjarmálum, og hóast bert fíggjarmálaráðharrin var til staðar at taka ímóti mótmælisskrivunum, so fekk flokkurin greitt at vita frá mótmælisgonguni, at tey vilja hava skipaði viðurskifti í skúlanum aftur.


Eiga at halda kósina

Í formansfrágreiðing síni nært Óli Holm við fullveldismálið. Hann viðgekk, at hetta mál er farið við nógvari tíð seinasta árið ogat tað hevur fingið drúgva viðger. Hetta hevur millum annað elvt til miklan orðadrátt við andstøðuna, og hóast at tilfarið í Hvítubók stuðlar undir fullveldisætlanina, so hevur tað kortini eydnast samgonguni, at fáa kegl í lag og at trýsta Tjóðveldisflokkin í verjustøðu.

Óli Holm staðfesti eisini, sum Føroya fólk fyrr hevur gjørt, at tað eydnaðist ikki at fáa ta breiðu semjuna í tinginum. Kortini fór samgongan til Danmarkar at samráðast, men við einum lítlum meiriluta. Eisin kenna vit svarið hjá donsku stjórnini, segði Óli Holm, og hann helt, at tað minti ikki sørt um harramannalyndið og imperialistiska kynismu, tað, sum danski forsætisráðharrin legði á borðið undir samráðingunum í Keypmannahavn fyrr í ár.

Tó legði Óli Holm dent á tann týdning, sum fullveldismálið hevur fyri Tjóðveldisflokkin og hann segði, at tað tí er sera avgerandi, at savna allar kreftir í flokkinum, um boð skulu berast í bý.


Sýni veljarunum virðing

Uttan beinleiðis at nevna rúsdrekkamálið, nam Óli Holm kortini við tað í ársfrágreiðing síni, um tað enn var í fluttum týdningi.

Hann vísti á, at tað í flokkinum er høgt til loft og vítt til veggja, og at øll hava sjálvsagdan rætt til at vera samd og ósamd, uttan at vera múlabundin. Kortini heldur hann, at øll, sum vara av flokkinum eiga at leggja sær í geyma, og serliga nú, flokkurin er størsti flokkur, at størri krøv vera sett til sjálvs- og floksagan.

- Valdu umboðini eiga at gera sær fullkomiliga greitt og treytaleyst viðurkenna sína ábyrgd mótvegis feløgum sínum, flokkinum og hugsjónini. Vit fingu álit frá veljarunum. Tess týdningarmiklari er skylda okkara at súna veljarunum okkara neyðugu virðingina sum flokkur við felags stevi, felags hugburði og samhaldi.


Eiga at taka avleiðingar

Fyri knappari viku síðani avgjørdi Signar á Brúnni at siga landsstýrissessin frá sær, sum ein beinleiðis avleiðing av tí kritikki, honum var fyri í sambandi við handfaringina av sjónvarpsmálinum.

Hetta eigur Signar rós fyri heldur Óli Holm. Hann sigur í frágreiðingini, at tá eitt mál av so prinsippiellum týdningi kemur í ljósmála, so eigur ting- og lanmdsstýrismanningin, at viðgera tað við neyðugum skynsemi og fyriliti.

- Vit føla okkum sannførd um, at Signar á Brúnni ikki medvitandi hevur borið seg skeivt at og eru eisini fullgreið yvir, at einki vet av sjálvsøkni finnst í avgerðini um at flyta sjónvarpinum pening. Vit eiga at hugsa um, at flokkur okkara er slóðari fyri eini gongu, ið setir álit á okkum og førleika okkara at veita fullveldinum Føroyar ta neyðugu rættartrygdina og vera tí eisini noyddir at ganga á odda at taka tær avleiðingnar, tá minsti ivi verður sáddur um brot á rættartrygdina, sigur Óli Holm.

- Signar hevur tí víst virðing fyri lógum og rættartrygdum landsins, sigur Óli, og tað skapar virðing, tryggleika og álit á, at vit hava neyðuga førleikan at taka ábyrgdina av framtíðarsamfelagi okkara, segði Óli Holm.