Orðaskiftið kom ongantíð

Tá menn tosa um at leggja avgjald á fiskiloyvini, er tað annaðhvørt tí, teir hava misskilt okkurt, ella tí teir ikki vilja í sakligt orðaskifti um uppskotið um fiskidagamarknað, heldur formaðurin í Búskaparráðnum


 

Fiskidagamarknaður

Tað hevur ongantíð verið upp á tal at leggja nakað avgjald á fiskiloyvini, sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, í viðmerking til tað, Olaf Olsen og Osmund Justinussen, reiðarar, hava sagt í samrøðum við Sosialin um hetta evnið. Eitt avgjald er eitt ávíst, fast gjald, sum lagt verður á eitthvørt. Tað leggur hetta uppskotið als ikki upp til, men til eina uppboðssølu, har keyparin avger prísin.

Hermann Oskarsson sigur, at uppskotið, Búskaparráðið er komið við, er ikki nakað avgjald, men ein marknaður, har fiskidagarnir verða seldir á uppboðssølu. Hann sigur, at uppskotið kom fram, áðrenn hann gjørdist formaður í Búskaparráðnum, men leggur tó dent á, at hann tekur undir við tí.

Hildið hevur verið fram, at uppskotið er ikki brúkandi, tí tað er komið frá fólki, sum ikki hevur skil fyri fiskivinnu.

Til tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, at uppskotið er komið frá búskaparfrøðingum, men við teiri ætlan at fáa eitt sakligt orðaskifti í lag. Eitt orðaskifti, har ikki minst tey, sum dagliga hava við fiskivinnuna at gera, kundu verið við. Men tað orðaskiftið kom ongantíð, og tað harmar Hermann Oskarsson, formann í Búskaparráðnum.

Ætlanin við uppskotinum var ongantíð at seta tað í verk bara soleiðis uttan víðari. Ætlanin var at fáa eitt breitt orðaskifti um tað fyri at vita, um tað yvirhøvur er møguligt at seta tað í verk í praksis. Men tað keðiliga hendi, sigur Hermann Oskarsson, at ávisir partar, vinnulívsmenn og politikkarar, settu seg upp á afturbeinini og boykottaðu uppskotið fullkomuliga uttan at geva tí ein ærligan møguleika.

Hann sigur um prísin á fiskidøgunum, at hann verður tað, sum vinnan sjálv metir seg at kunna klára. Negativur verður hann ongantíð, Tað vil siga, at tað fer ikki at bera til at fáa pengar útgoldnar fyri eitt fiskiloyvi. Men tað kann henda, at prísurin til dømis verður eitt oyra fyri kg., um boðini ikki verða hægri enn tað.

Hugsanin við marknaðinum er, sigur Hermann Oskarsson, at eitt ávíst tíðarskeið verða so og so nógvir dagar bodnir út. So veðrur boðið upp á teir. Eitt reiðarí heldur seg til dømis hava brúk fyri ávísum tali av døgum og bjóðar so. Dagarnir skulu so verða nýttir innan ávíst ásett tíðarskeið.

Hermann Oskarsson er ikki bangin fyri, at tað ikki fer at bera til at umsita eina slíka skipan. Hann vísir á, at Fiskamarknaðurin á Toftum hevur klárað rættiliga væl at umsita uppboðssøluna, og tey kundu til dømis eisini tikið sær av einum fiskidagamarknaði.

Eftir uppskotinum fer tað ikki at bera til at eiga fiskiloyvi um allar ævir, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Tað vil so aftur gera tað, at lættari verður hjá nýggjum fólki at koma inn í fiskivinnuna mótvegis nú, har menn hava sett seg á fiskiloyvini og kunnu handla við teimum fyri egnan vinning, sum teimum lystir.

Jú, ásannar Hermann Oskarsson. Tað kann tykjast eitt sindur møtimikið at fara undir at byggja skip, tá ein ikki veit, um ein hevur nakrar fiskidagar um eini tvey ár. Men ikki heldur hann tað vera so heilt galið kortini. Tann, sum dugir at fáa tað at bera til, eigur ivaleyst eisini at kunna klára seg við teirri nýggju skipanini, um hon kemur. Og gongur tað ikki, so er altso bara ein vegur, og tað er at gevast. Hinvegin hevur tað heldur ikki verið púra óvanligt at leiga skip. Og tað man eisini fara at bera til undir nýggju skipanini, um tað verður brúk fyri tí.

So kann ein, sum keypir fiskidagar, og stendur og manglar eitt skip, leiga sær eitt, sum ongan dag hevur fingið tað ávísa tíðarskeiðið. Akkurát hvussu tað skal avgreiðast í praksis er heldur ikki avgjørt. Tað verður nakað, sum fer at koma, so hvørt støðan vísir seg.

Hvat pengarnir, sum koma inn fyri slíka sølu, skulu brúkast til, hevur heldur eingin gjørt endaliga av enn. Kann vera, sigur Hermann Oskarsson, at teir fara í Búskapargrunnin. Kanska verða teir til ein árligan kekk til allar føroyingar. Ella kanska til okkurt heilt annað. Eisini her er galdandi, at vit enn bara tosa um eitt uppskot, sum ongan veg er komið.

Men aftur eftirlýsir formaðurin í Búskaparráðnum einum breiðum, sakligum orðaskifti um málið.