Italiu, men nakað av toski fer til Spaniu. Virkið sendir eisini regluliga fesk fløk av landinum til keyparar, sum virkið hevur. Hetta eru kongafiskafløk og toskafløk og viðhvørt nakað av upsa- og hýsufløkum [...] Í árinum, sum fer, hava teir tikið 2500 tons av alifiski, og tað ljóðar ikki sum smávegis nøgdir. Millum jól og nýggjárs hava teir eisini tikið nakað av laksi. Virkið kryvur ikki laks hjá øðrum feløgum [...] línuskipið, Mascot av Toftum. Júst, nær tað var, minnist Páll ikki heilt, men hann heldur, tað var fyri ólavsøku í 1996 ella 1997. ? So her kemur allur fiskurin í bili, og hetta er ein góð skipan. Tú keypir tað
trupulleikan í Føroyum. Endamálið hjá teimum er at fáa eina heildarmynd av trupulleikanum í Føroyum. Eingin er fyrr farin undir slíka kanning av autistum í Føroyum, og tí er tað alneyðugt at veita foreldrum ta [...] at fýra av túsund fólkum eru autistar. Tí halda tær, at eini 30 til 40 fólk í Føroyum hav autismu. Ætlanin er at staðfesta, hvussu stórt hetta talið er. Fyrr var hildið, at tað bara var 1 av 10.000, sum [...] eitt brek, sum foreldrini ikki hava ábyrgdina av. Autisma er eitt genetiskt brek, men ætlanin er tó ikki at fara undir nakrar genkanningar. Tað eru nógv sløg av autismu. Tað eru infantilir autistar, sum ikki
neyðugu tíðina til viðgerðina av broytingaruppskotinum. Broytingar neyðugar Meginparturin av fundarfólkinum, sum hevði orðið, var samt um, at neyðugt er við broytingum í skipan floksins. Samanhangur er ikki [...] trupulleika til lívs skeyt formaðurin, Óli Holm, upp, at starvsnevndin verður avloyst av einum floksleiðslu, sum er samansett av trimum ting- ella landsstýrislimum og tveimum ikki, sum ikki eru fólkavaldir. [...] samráðingar sum skjótast. Veitsla í kavaroki Tá fundurin var liðugur og fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungiuð var flokstingið av á hesum sinni. Fólk fór at leita sær aftur til húsa, væl at merkja fyri at skifta
kjarnutænastuni. Krøvini í nettrygdarlógini fylgja NIS2, men harumframt verða serføroysk krøv um skipan av rakstri umvegis fylgisvein. Krøvini í NIS2 eru væl kend, og kunnu í stóran mun røkkast við at fylgja [...] lúka ymisk krøv, alt eftir, hvussu álvarsamar avleiðingarnar av einum álopi kunnu vera. Í nettrygdarlógini verður lagt upp til eitt slag av eind: kjarnueind. Kjarnueindir í nettrygdarlógini svara soleiðis [...] strategisk mál og inniheldur 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. Tað mest grundleggjandi av hesum málum er at fyrireika og leggja fyri løgtingið uppskot til nettrygdarlóg, ið skal fevna um allar
vit at vera ikki sørt errin av. Vit hava eina eftirlitisskipan, sum aðrir hyggja at, og sum er ment av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni saman við Atlantstøkni, og tað er ein skipan sum í dag tryggjar, at tað [...] við hesum fiskasløgum. - Tí haldi eg, at ein áhaldandi menning av teimum møguleikum, ið liggja í at ala tosk, eigur at stuðlast so ella so av landsins myndugleikum. Tað er jú ein kostnaðarmikil gongd hjá [...] at heiminum manglar mat og kemur í stóran mun at liva av aldum vørum, eisini úr sjónum, frameftir, og tað verður ein størri og størri partur av tí, vit konsumera, sum verður fiskaføði frá alifiski. Og
gravskitnar av hitanum og langa flogturinum. Hóast hetta koyrdu vit tunga ryggsekkin á ryggin og settu kósina niðan á høvuðsvegin fyri at finna ein buss. Braðliga dyttaði ein stórur bussur og beyð okkum [...] nátturða í okkara heldur skitna felagskøki, har alt verður brúkt av ollum og vaskað við sama svampi í vatni, sum tey siga, ein kann faa salmonella av at drekka. Men hetta royna vit eisini bara at taka sum eitt [...] kamarinum vaknaðu, tá vit tendraðu ljósið. Bert tríggjar sengur vóru tøkar, so vit sógdu bara, at tvær av okkum kundu sova í somu song. tá brustu nøkur út ur at flenna og hugdu eftir okkum, sum vóru vit frá
kann eg minna á, at stýrisskipaninarlógin, sum øll okkara politiska skipan arbeiðir undir, er yngri enn eg. Okkara politiska skipan er faktiskt bara helvtina so gomul sum eg. Og eg eri røttumegin fjøruti [...] uppfatan og virði fylgjast. Um vit nú lærdu okkum - bara til stuttleika - at síggja tær positivu síðurnar av hesum lortaveðrinum, sum vit hava havt longur, enn eg minnist? Tað ger í øllum førum tað, at tað skal [...] royna at broyta upp á norðmenn ella svenskarar. Ella danskarar, og tað ber jú ikki til. Hetta slagið av grenji flytur einki og sannførir ongan. Jú, tað styrkir tey, sum hava trúnna frammanundan, og dýpir
arbeiðsmarknaðinum, og hvat kommunur, løgting og landsstovnar skulu taka sær av. Kreppan er ikki av Kreppan í Føroyum er ikki av. Vit hava als ikki funnið nakra varðandi loysn á teimum trupulleikunum, sum [...] at okkara ríki vesturheimur livir í stóran mun av arbeiðinum og tilfeinginum hjá tí, vit nevna triða heiminum. Vit vita væl, at har arbeiðir ein fjøld av børnum og øðrum ognarleysum undir ræðuligum umstøðum [...] løntakarar, sum onkusvegna verða stýrd av fíggjarheiminum, børsinum og løgnum politiskum og bureukratiskum skipanum, sum skulu halda hjólunum malandi. Tann einfalda myndin av arbeiðarum og kapitalistum er ikki
demokrati í Føroyum. Men partar av føroyskari politiskari siðvenju avdúka eina fólkaræðisliga skipan, sum agerar á einum lágum støði. Samanrenningin av religión og politikki er vandamikil [...] amentligar reglur, er ein misnýtsla av bæði Gudi og løgtingi, sigur Hans Andrias Sølvará. Søgufrøðingurin hevur játtað at svara nøkrum spurningum um eitt av samtíðarinnar heitastu evnum, nevniliga [...] Bíblian ein savning av ymsum bókmentum gjøgnum fleiri túsund ár við søguligum, mytologiskum og fiktivum upplýsingum. Og Nýggja Testamentið er skrivað við kristnum brillum av fólki, sum trúðu á Jesus
heiminum ikki er stór, men hóast tað, so verða starvsfólk skift út av og á. Tey »nýggjastu« hava arbeitt í heiminum í eitt ár, men av tí, at arbeiðið er spreitt millum so nógvar aldursbólkar, so tekur [...] kaffisøla við heimabakaðum køkum, uppboðssøla av málningum, sum menningartarnað hava málað, tombola, fiskibrunnur, lutaseðlasøla, hoppiborg og framsýning av fotomyndum frá frítíðarheiminum. Harumframt verður [...] Og inni í stovuni standa karamellur, mandarinir og góðgæti á borðinum, og ein fær veruliga kensluna av, at jólini nærkast í stórum. Kring borðið sita fýra kvinnur og bíða. Tvey starvsfólk, og tvær mammur