Vit hava heimsins bestu alarar

- Vit hava bestu alarar í heiminum í dag, og tað eiga vit at vera ikki sørt errin av. Tað sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í alimálum, sum heldur, at vit eiga at skera burtur av forðingunum í eigaraviðurskiftunum í vinnuni, ið hevur eina bjarta framtíð í Føroyum

- Støðan í alivinnuni er góð. Sum øllum kunnugt hevði alivinnan sera truplar tíðir fyrst í hesari øldini – 2000 og 2001, tá alt fór á húsagang orsakað av sjúku. Men síðani tá hevur vinnan ment seg aftur, og í fjør kom hon upp á 29.000 tons í útflutningi, og sambært vinnuni sjálvari eru útlitini fyri í ár, at útflutningurin fer at toga upp móti 50.000 tonsum.

Tað sigur vinnumálaráðharrin, Jóhan Dahl, sum eisini umsitur alimál.

Hann sigur, at Føroyar sum aliland er nummar eitt í heiminum.

- Vit hava bestu alarar í heiminum í dag, og tað eiga vit at vera ikki sørt errin av. Vit hava eina eftirlitisskipan, sum aðrir hyggja at, og sum er ment av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni saman við Atlantstøkni, og tað er ein skipan sum í dag tryggjar, at tað ikki er ov nógvur fiskur í ringunum, hon vísir tøku, hon vísir fóður, sigur Jóhan Dahl.

Skipanin knýtir alarar saman, og er ein ógvuliga framkomin skipan, sum er til gagns fyri eftirlitsmyndugleikan og fyri vinnuna og alaran sjálvan.

- Eg haldi sjálvur, at alivinna í Føroyum er áhugaverd, bæði innan traditionella aling, sum er laksur og síl, men avgjørt eisini innan toskaaling, ið hevur víst seg at verið sera áhugaverd, bæði á sjógvi og landi, sigu Jóhan Dahl.

Føroyingar vóru við til eina ráðstevnu í Íslandi har tað kom fram, at úrslitini hjá føroyingum og tær umstøður vit ala og hava alt undir í Føroyum, hava víst seg at vera tey bestu yvirhøvur við hesum fiskasløgum.

- Tí haldi eg, at ein áhaldandi menning av teimum møguleikum, ið liggja í at ala tosk, eigur at stuðlast so ella so av landsins myndugleikum. Tað er jú ein kostnaðarmikil gongd hjá teimum, sum eru í hesari vinnuni at koma hartil, at vit kunnu tosa um eitt støði, har hon er burðardygg, sigur Jóhan Dahl.

Talan er eisini um at koma yvir tær barnasjúkur, sum altíð eru við nýggjum tiltøkum, tað verið seg útgerð, fóður og so framvegis.

- So er politiskur meiriluti fyri at fáa eitt vinnuligt bein at standa á aftrat – og tað vilja vit avgjørt – so haldi eg eisini at vit eiga at skapa teir karmarnar, sum skulu til fyri at vinnan kann blíva til tað, sum vit vilja hava hana til, sigur Jóhan Dahl.

 

Raðfesta aling

Hann vísir á, at onnur lond eru við til at menna vinnur, við at veita fasilitetir av ymsum slag.

- Vit kundu kanska verið við til at ment toskaaling á landi, við eitt nú at gjørt uttanumhvørvið í ordan og kanska veitt fasilitetir at alt í, og so kundu alarar sjálvir útvegað fisk og rikið royndaralingina. Vit kundu skapt karmar at ment eina nýggja vinnu, sigur Jóhan Dahl.

Hann vísir á, at ein slík nýggj vinna er dýr at menna.

- Tú fær ongan inn í hesa vinnuna við nógvum pengum, uttan at teir síggja, at hetta eisini er eitt ynski frá politiska myndugleikanum, og at hann bakkar verkætlanina upp, sigur landsstýrismaðurin við alimálum.

Og tað heldur hann sum sagt, at landið eigur at gera, so hann vónar at alivinan generelt, bæði innan laks og síl og tosk, fer at verða ein stór vinna.

- Tað er einki at taka seg aftur í, at heiminum manglar mat og kemur í stóran mun at liva av aldum vørum, eisini úr sjónum, frameftir, og tað verður ein størri og størri partur av tí, vit konsumera, sum verður fiskaføði frá alifiski. Og har eiga vit avgjørt sum samfelag at verða ein av teimum stóru viðspælarunum innan fyri tey øki, ið vit nú einaferð kunnu menna okkum í, sum serliga er laksur og toskur og tað, vit annars í okkara umhvørvi kunnu menna, sigur Jóhan Dahl.

Landsstýrismaðurin við alimálum sær tí eina ljósa framtíð fyri alivinnuna, megna vit at halda hana fría fyri sjúkum.

Eitt av teimum samstarvsøkjunum, sum sitandi samgonga hevur fest á blað er júst at fáa ment alivinnuna, bæði innan fyri fóður – sum Havsbrún jú megnar ógvuliga væl – og innan fyri biotøkniliga partin, ella genetiska partin, fyri at tryggja sær, hvussu hann kann mennast. Men eisini hvussu best møguligu karmarnir verða skaptir fyri vinnuna.

- Nakað krónutal er ikki ásett í hesum sambandi, men vit kunnu stuðla á mangar mátar, millum annað við at hjálpa til við fasilitetum um neyðugt. Tað hevur í hvussu er eina høga raðfesting at fáa hesa vinnuna at gerast eitt stórt og trygt bein at standa á, saman við verandi fiskivinnum í Føroyum og øðrum vinnum sum KT-vinnuni, sigur Jóhan Dahl.

 

Kynbótaarbeiði

Eitt øki, sum tað í sínari tíð varð lagdur stórur dentur á í sambandi við aling, er kynbótaarbeiðið, sum nógv varð gjørt burtur úr á Lívfiskastøðini í Skopun. Hetta arbeiðið varð tó niðurlagt fyri einum 5-6 árum síðani. Hvørjar eru so vónirnar fyri, kynbótaarbeiðið verður tikið uppaftur?

- Ja, hattar er ein góður spurningur, tí útmeldingarnar frá vinnuni og frá Fiskaaling eru, at tað nú er hildið uppat við kynbótaarbeiðinum á Lívfiskastøðini í Skopun, og grundgevingin er hon, at tá tað varð gjørt frítt at keypa rogn frá øðrum londum, fekst eisini ein slík góðska, sum fult út stóð mát við tað, vit kundu framleiða í Føroyum, sigur Jóhan Dahl.

Hetta var so orsøkin til, at marknaðurin varð latin upp, men tað er heldur ikki bara gott við hesum.

- Eg havi skilt, at eitt nú í Noregi hava teir stríðst við sjúku í rognafiskinum, og tí er tað eisini ein ógvuliga umráðandi spurningur hjá okkum sum myndugleika, eins og hjá vinnuni sjálvari, og hjá Havbúnaðarfelagnum, sum umboðar vinnuna, at endurskoða hatta kjakið, sum eg meti ikki er liðugt enn. Serliga tá tað, sum hendir í løtuni, verður havt í huga, sigur Jóhan Dahl.

Hann sigur, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit ikki fáa sjúku inn aftur í føroyska aling umvegis innflutt rogn.

- Tað er nakað, vit fyri alt í verðini mugu tryggja okkum ímóti. Og nú tá ein aliráðstevna verður her fríggjadagin, verður hetta uttan iva eitt av málunum, ið verða viðgjørd. Tað er umráðandi, at karmarnir – eisini tá sjúku umræður – eru so tryggir sum gjørligt, sigur Jóhan Dahl.

 

Avmarkingar burtur

Tá alivinnan í sínari tíð tók seg upp í Føroyum, vildi Guð og hvør maður gerast alari. Men tá sjúkan av álvara fór at gera um seg, fóru fleiri alibrúk av knóranum, og talið á eindum minkaði, samstundis sum brúkini vuksu í vavi. Og tað hóvar landsstýrismanninum væl.

- Tað er gott, at alivinnan er komin á færri hendur. Fyri tað fyrsta er lættari at hava eftirlit við vinnuni á tann hátt, og fyri tað næsta fær tú nógv størri burðardygd í raksturin. Verður hugt eftir vinnuni í heimshøpi, eru vit jú ógvuliga smáir, og 50.000 tons er einki at tosa um í altjóða høpi, sigur Jóhan Dahl.

Hann hevði tí einki havt ímóti, at eindirnar kundu gjørst enn størri.

- Eg fyri mítt viðkomandi vildi mælt til, at tað als eingin avmarkming var á, antin tað var ein stór eind, ella kanska tvær ella tríggjar. Vit eru á veg í tingið við einari nýggjari alilóg, har nevndin, sum hevur sitið og viðgjørt spurningin um nýggja alilóg, mælir til, at markið fyri ognarskapi verður hækkað úr 25% upp í 50%, sigur Jóhan Dahl.

Hann leggur tó aftrat, at tað verður ein politiskur spurningur um, hvørt hetta fer at bera á mál, og tað má so tingið avgera, tá tað kemur hartil.

- Men mín persónliga meining – og eg meti meg hava rímiliga gott innlit í hesa vinnuna eisini – er, at tað átti at verið heilt frítt, sigur Jóhan Dahl.

 

 

Landsstýrismaðurin heldur saman um tikið, at framtíðin hjá føroyskari alivinnu sær rættiliga bjørt út.

- Vit hava í dag loyvi til at vaksinera laks og tað, sum verður framleitt, og tað haldi eg er gott. Vit eru í dag tað landið, sum alir best, og tað er eitt ógvuliga positivt tekin. Vit hava skipanir, sum eru ótrúliga góðar, bæði tá tað viðvíkur eftirliti og alibrúkunum, har teir sjálvir kunnu halda eftirlit við bæði sær sjálvum og hvørjum øðrum, sigur Jóhan Dahl.

Hann vísir eisini á, at vit sum er onga sjúku hava at stríðast við, samstundis sum tað hoyrist um sjúkur aðrastaðnis frá.

- Kili hevur sjúkur at dragast við, sama er galdandi í Skotlandi, Noregi og Hetlandi, so megna vit at sigla millum skerini har og sleppa uttan um sjúkurnar, so haldi eg vit eru væl fyri í alihøpi, sigur Jóhan Dahl.

Hann sigur, at vit hava dugnaligar alarar og framleiðarar av øllum tí, sum skal nýtast til alivinnuna, eisini innan fóðurframleiðslu.

- Vit skulu jú alla tíðina menna alivinnuna, og tað næsta, vit skulu hyggja eftir, er møguleikin fyri at ala úti á opnum havi, har viðurskiftini eru harðbalin og krevja serliga góða útgerð. Og har veit eg, at Havbúnaðarfelagið og alararnir eru áhugaðir í at fáa hugt nærri eftir hesum. Tað haldi eg ljóðar ógvuliga áhugavert og eg vóni, at hetta er nakað, sum verður hugt nærri at av alarunum og av myndugleikunum eisini, og at vit saman fáa hetta at virka, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í alimálum.