Men einar tveir mánaðir í heyst hevur sølan verið slakari enn vanligt. ? Tað gongur upp og niður alla tíðina á flest øllum marknaðum, og vit meta, at hendingin í New York í september og góða veðrið við miðalhavsstrondina í oktober og út í november eru orsøkin til trekleikan á marknaðinum, sigur Páll Gregersen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í mong ár hava brosma og longa verið høvuðsfiskasløgini á Fiskavirkinum í Gøtu, og soleiðis er eisini í dag í hesi familjufyritøkuni, sum hevur havt so stóran týdning fyri Gøtu kommunu og tær familjur, sum hava havt sítt livibreyð í fiskiídnaðinum.
Stutt kann sigast, at fiskaframleiðsla hevur sínar traditiónir í Gøtu, og longu í 1929 fór ein bygdafyritøka undir at virka fisk í bygdini. Stjórin á hesi fyritøku kallaðist Jóan Pauli Gregersen, sum var pápi Oddfríð og abbi Páll. Oddfríður legði frá sær sum stjóri fyri fýra árum síðan, 70 ára gamal, og síðan tá hava synirnir rikið virksemið víðari. Skoytast kann uppí, at Oddfríður, sum hevur verið við síðan fyrsti í sekstiárunum, verður 74 ár í februar.
Í dag stendur Páll Gregersen fyri framleiðsluni og søluni, Atli Gregersen fyri alingini og Regin Gregersen í fyrsta lagi fyri tí fíggjarliga partinum.
Saltfiskur og aling
Høvuðsframleiðslan á Fiskavirkinum í Gøtu er saltfiskur, serliga úr brosmu og longu og partvís toski. Hendan framleiðsla fer serliga til Italiu, men nakað av toski fer til Spaniu.
Virkið sendir eisini regluliga fesk fløk av landinum til keyparar, sum virkið hevur. Hetta eru kongafiskafløk og toskafløk og viðhvørt nakað av upsa- og hýsufløkum. Men Gregersen-menninir hava eisini aling á Gøtuvík. Teir eiga felagið, P/F Luna, og hesin fiskurin verður kruvdur og pakkaður á Fiskavirkinum í Gøtu. Í árinum, sum fer, hava teir tikið 2500 tons av alifiski, og tað ljóðar ikki sum smávegis nøgdir. Millum jól og nýggjárs hava teir eisini tikið nakað av laksi. Virkið kryvur ikki laks hjá øðrum feløgum enn Luna.
? Alingin hevur gingið væl í ár, men nú uppundur ársenda hava prísirnir verið ógvuliga lágir, sigur Páll, sum tó fegnast um, at ILA-sjúkan enn ikki hevur rakt alingina á Gøtuvík.
? Men eingin veit, nær tað kann henda, leggur hann aftrat. Hann sigur, at hóast ráfiskanøgdirnar hjá virkinum eru heldur minni í ár enn í fjør, so er úrslitið í pengum ikki verri, men heldur betur.
? Nógv arbeiði hevur verið á virkinum í árinum, sum fer, til tey umleið 70 fólkini, sum arbeiða hjá okkum, sigur Páll. Hann vísir á, at tað yvirhøvur hevur gingið væl við saltfiskinum, men einar tveir mánaðir í heyst hevur marknaðurin verið trekari enn vanligt.
? Tað gongur upp og niður alla tíðina á flest øllum marknaðum, og vit meta, at hendingin í New York í september og góða veðrið við miðalhavsstrondina í oktober og út í november eru orsøkin til trekleikan, sigur Páll og vísir á, at tá ið veðrið er gott í Italiu og Spaniu verður minni etið av saltfiski.
Keypa á uppboðssølu
Næstan allur ráfiskurin, sum verður virkaður á Fiskavirkinum í Gøtu, verður keyptur á uppboði.
Tað eru fleiri ár síðan, at nakað skip landaði beinleiðis til virkið í bygdini. Til stuttleikar kann nevnast, at seinasta skipið, sum legði fisk upp í Gøtu, var línuskipið, Mascot av Toftum. Júst, nær tað var, minnist Páll ikki heilt, men hann heldur, tað var fyri ólavsøku í 1996 ella 1997.
? So her kemur allur fiskurin í bili, og hetta er ein góð skipan. Tú keypir tað, tú skal brúka og ikki tað, tú ikki skal brúka, sigur framleiðsluleiðarin.
Nøkur ár herfyri virkaði Fiskavirkið í Gøtu nakað at klippfiski, men henda framleiðsla helt uppat, tá ið bygningurin í Syðrugøtu, sum hýsti hesi framleiðslu, brendi.
? Við teimum prísum, sum eru, dugi eg ikki at síggja, at tað loysir tað seg at framleiða klippfisk í Føroyum, um gerast skulu stórar íløgur. Til tess loysir tað seg betur at virka saltfisk. Men har karmarnir frammanundan eru, er klippfiskurin kanska ein gongd leið, sigur Páll Gregersen.
Á Fiskavirkinum í Gøtu hava teir bygt eitt sindur uppí síðan á ólavsøku. Talan er um eina uppíbygging niðan úr verandi virki, sum skal geva rúm fyri blóðging av alifiski, pakking av laksi og ráfiskagoymslu. Hetta arbeiði verður helst liðugt í januar.