Floksting Tjóðveldisfloksins endaði leygarkvøldið - fyribils í hvussu er. Punktið á skránni, val av nevnd varð útsett til eykafloksting, sum er lýst at vera í Havn næsta leygardag.
Orsøkin til hetta er, at starvsnevndin hevur lagt fram uppskot um broytingar í bygnaðinum, men fundarfólkið metti ikki, at tey høvdu fingið neyðugu tíðina til viðgerðina av broytingaruppskotinum.
Broytingar neyðugar
Meginparturin av fundarfólkinum, sum hevði orðið, var samt um, at neyðugt er við broytingum í skipan floksins. Samanhangur er ikki ímillum starvsnevnd og tingbólkin og fyri at koma hesum trupulleika til lívs skeyt formaðurin, Óli Holm, upp, at starvsnevndin verður avloyst av einum floksleiðslu, sum er samansett av trimum ting- ella landsstýrislimum og tveimum ikki, sum ikki eru fólkavaldir.
Trupulleikin við uppskotinum var, sum sagt, skotbráið, men kortini tykist eingin ivi vera um, at tá uppskotið kemur til viðgerðar, verður undirtøka fyri tí.
Onkur kneysi var á vegnum, tí broytingin er sum vera mann stór, men lítil ivi tyktist verða millum tjóðveldisfólk, at hetta fer at vinna frama.
Fyrimunurin við nýggju skipanini, skilja vit, er, at flokkurin fær eitt greiðari ábyrgdarbýti, samstundis sum heimurin uttanfyri flokkin fær eina greiðari mynd av, hvør tað er sum myndar flokkin.
Fullveldið og vælferð
Eins og vanlig er á flokstinginum endaði eisini hetta flokstingið við eini fundarfráboðan. Fráboðanin staðfestir, at tað nú finst ein søguligur møguleiki fyri samanhaldi um fullveldi og vælferð.
Talan er ikki um eitt stríð móti dønum ella um eitt stríð millum føroyingar innanhýsis. Tí leggur flokkurin dent á, at flokkurin í fullveldismálinum arbeiðir fyri:
- treytaleysum fólkaræði
- fullari ábyrgd fyri væølferð fólksins
- fjølbroyttum vinnulívi og sjálvberandi búskapi
- rætti føryinga at samstarva við aðrar tjóðir á jøvnum føti
Flokstingið staðfestir, at búskaparliga støða landsins er sterkari enn nakrantíð til at vera støðiðundir einum sjálvberandi búskapi, atfullveldistilgongdin er væl fyrireikað og liggur í tryggum fólkaræðisligum karmi og at nú er bert eftir at fremja fólksins vilja í verki.
Í sama andadrátti heitir flokkurin á allar føroyingar tvørtur um aldurs- og floksmørk at taka við hesum møguleika, sum nú stendur í boði, samstundis sum flokkurin mótmælir tí utrokning, sum donsku mydugleikarnir løgdu fyri føroyingar í sambandi við samráðingarnar 17. Marts.
Mál eru rokkin
Hóast fullveldismálið er tað, sum fær mest umrøðu av øllum, so staðfestir flokkurin at onnur mál eru rokkin síðani samgongan fór til verka.
Avlagandi studningspolitikkurin er manaður í jørðina og nú er ein vinnupolitikkur stungin út í kortið, har greiðar linjur eru millum alment og privat.
Hóast tað í fyrstani sá út til at ganga øvugtan veg, eri pensjónirnar hjá øllum hækkaðar munandi. Marknatrætan við bretar er loyst, og oljuleiting stendur fyri framman. Harafturat staðfestir flokkurin at varisligar betringar eru gjørdar á flestu samfelagsøkjum.
Kortini eru mál, sum liggja á láni, staðfestir Tjóðveldisflokkurin. Íløgutørvurin er sera stórur innan heilsuverkið, skúlaverkið og samferðsluøkið. Flokkurin gongur á odda í fyri at raðfesta, so bertringar verða gjørdar í samsvari við búskaparligu orkuna í einum sjálvstøðugum Føroyum.
Økismenningarpolitikkurin má síggjast í verki í teimum málsøkjum, sum nevnd eru omanfyri. Til seinast staðfestir flokkurin, at nógvar ósemjur hava verið á arbeiðsmarknaðinum og neyðugt er at skapa álit millum fakfeløg og myndugleikar. Í løtuni eru sáttmálasettu lærararnir í verkfalli og flokkurin ásannar, at neyðugt er at fáa fólkaskúlan fullvirknan aftur beinanvegin, og heitir á partarnar um at fara aftur til samráðingar sum skjótast.
Veitsla í kavaroki
Tá fundurin var liðugur og fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungiuð var flokstingið av á hesum sinni. Fólk fór at leita sær aftur til húsa, væl at merkja fyri at skifta í annan ham, tí eftir flokstingið var veitsla í húsunum hjá Sørvágs Húsmøðrafelag, har knappliga 100 fólk fóru til borðs um átta tíðina leygarkvøldið.
Hóast veðrið ikki var til vildar - flokstingsveður, kallaði onkur tað, tí tað er altíð slíkt keðiligt veður, tá floksting er - so var hýrurin á gestunum góður, og lítið er at ivast í, at sangurin rungaði í Sørvági, til langt út á náttina.
Men leygardagin verður so aftur fundur og gongur, sum starvsnevndin ætlar, so verður nýggj floksleiðsla, sum tað tá eitur vald.