Vinnur og fakfeløg í einum sjálvstøðugum Føroyum

Nógv hevur funnist at fullveldisætlanini frá fakfelagsleiðarum. Frá vinnulívinum hava vit enn ikki hoyrt nakra greiða meining. Tað er gott, at kritikkurin kemur, serliga um hann peikar frameftir. At taka fult vald og ábyrgd av landinum er ikki ein hamur, sum verður drigin niður yvir Føroyar. Tað er spurningurin um at byrja nakað nýtt á egnum grundvølli. Sjálvsagt er tað av allarstørsta týdningi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin viðger grundarlagið fyri einum sjálvstøðugum samfelag.

Funnist hevur eisini verið at, at hesir sosial- og vinnulívspolitisku spurningar ikki eru viðgjørdir í Hvítubók. At tørvur er á at lýsa spurningarnar, kann ongin ivi vera um. Hinvegin hevur landsstýrið ikki hildið tað verið rætt, at biðið serfrøðingar og teknokratar um at skriva eina bók um arbeiðsmarknaðarpolitik og býtispolitikk í Føroyum. Her krevjast nógv neyvari politisk mál, og slíkt arbeiði eigur sjálvsagt at gerast við aktivari luttøku frá arbeiðsmarknaðarpørtunum.

Spurningurin um framtíðar arbeiðsmarknaðin er kanska ein tann størsta avbjóðingin fyri einar sjálvstøðugar Føroyar og fyri lívsmøguleikarnar hjá føroyingum sum einstaklingar, samfelag og tjóð.


Verkamanna-

rørslan í dag

Verkamannarørslan hevur í okkara parti av heiminum vunnið nógvar sigrar og bøtt um nógv kor. Men vit mugu eisini ásanna, at langt er eftir á mál, og at stórir grundleggjandi spurningar skulu loysast, nú vit fara inn í næstu øld ? inn í eitt nýtt ártúsund.

Í heimshøpi eru vit í teirri støðu, at tað stættastríðið og tey ræðuligu viðurskiftini hjá verkafólki, sum fyrr vóru galdandi innanhýsis í hvørjum landi, eru vorðin eitt stættastríð millum heimspartar. Vit vita væl, at okkara ríki vesturheimur livir í stóran mun av arbeiðinum og tilfeinginum hjá tí, vit nevna triða heiminum. Vit vita væl, at har arbeiðir ein fjøld av børnum og øðrum ognarleysum undir ræðuligum umstøðum fyri onga løn, og at altjóða fyritøkur og vit í vesturheiminum fáa vinning burturúr. Gjógvin millum rík og fátøk økist í hvørjum og vit vita, at okkara breyð er annans deyð.


Skrivstovuveldi og fíggjarheimur stýra

Og hvat gongur fyri seg í okkara vesturheimi? Samfelagið verður alt meira torgreitt. Tey flestu eru í dag løntakarar, sum onkusvegna verða stýrd av fíggjarheiminum, børsinum og løgnum politiskum og bureukratiskum skipanum, sum skulu halda hjólunum malandi. Tann einfalda myndin av arbeiðarum og kapitalistum er ikki so einføld longur.

Tak bara ES. Bóndur og fiskimenn ganga kravgongur í Bruxelles fyri at varðveita ein studning úr teimum stóru kassunum. Hesir kassar liggja djúpt inni í einum vitleysum skrivstovuveldi, har bert lummalyktirnar hjá lobbyistunum lýsa í myrkrinum. Feløgini hjá fiskimonnum í ES taka tildømis undir við eini skipan, har góður fiskur úr okkara gávumilda havi, verður undirdíktur í máling og blakaður burtur fyri at halda marknaðarprísinum uppi.

Og hvussu er støðan her heima hjá okkum sjálvum? Vit vaknaðu við kaldan dreym, tá vit máttu ásanna at blindur vøkstur, eitt óstýrt samfelag og ein óstyrdur fíggjarheimur ikki skaptu eitt rættvíst og burðardygt samfelag. Hjá okkum hava tey veikastu sum ikki einaferð borið byrðarnar, og náttúran og umhvørvið hava bert verið vøkur orð. Vit politikarar mugu taka ábyrgdina, og tað er nú vit skulu tryggja eina aðra gongd.


Alment og privat

Í dag er spurningurin um alment og privat eisini vorðin meira gomul ideologi enn veruleiki. Tí almenna ? tað sum vit øll hava rætt til - tørvar eitt fleksibult og og sjálvregulerandi vinnulív, ið skapar inntøkur til samfelagið. Har hugflog og virkishugur hjá einstaklingum, fyritøkum og lokalsemfaløgum fær loyvi at menna seg.

Vinnulívinum tørvar hinvegin tað almenna til at tryggja útbúgving, samferðslu- og samskiftiskervi, barnagarðar, vøggustovur, sjúkrahúsverk, eftirlit og krøv til umhvørvi og góðsku. At summi eru almennir nassarar meðan summi eru produktiv, er ein mynd, sum altíð hevur verið burturvið.

Øll vinnufeløg og fakfeløg ásanna eisini í dag, at til tess at menna eitt vælferðarstøði, krevst útbúgving, gott arbeiðsumhvørvi, trivnaður og samstarv. Hetta eiga vit politikarar eisini at ásanna og lata arbeiðsmarknaðin finna loysnir.



Greiðar linjur og avtalur

Higartil hava ongar greiðar linjur verið millum tey rættindi og mál, sum verða avtalað á arbeiðsmarknaðinum og so politiska stýring av vinnulívi og vælferðartrygd á arbeiðsmarknaðinum. Í valárum og góðum árum verður gjarað út úr landskassanum, og í verri árum kunnu rættindi takast aftur. Tí mugu skipanir og karmar avtalast, sum áseta, hvør leikluturin og ábyrgdin er hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og hvat kommunur, løgting og landsstovnar skulu taka sær av.


Kreppan er ikki av

Kreppan í Føroyum er ikki av. Vit hava als ikki funnið nakra varðandi loysn á teimum trupulleikunum, sum elvdu til kreppuna. Náttúran og altjóða gongdin hava verið okkum til vildar. Og fíggjarkreppan hevur, sum tær altíð gera, reinsað nakað út.

Men tað er nú vit skulu stoypa grundina til tey føroysku húsini, sum vit ynskja at lata okkara eftirkomarum. Tað er nú vit skulu strekkja kjølin til eitt skip, sum megnar at hvíla í sær sjálvum, sigla á heimshøvunum og leggja at hjá heimsins fólkum.

Men vit hoyra tað longu nú. Áhh, tað var bert eitt lítið mistak. Orsakað okkum. Nú gongur betri og so skulu vit bara halda fram, har vit sleptu í 80?unum. Vit hoyra populismuna grógva allastaðni. Nú skulu vit gera tað gott aftur, sum vit tóku frá tykkum undir kreppuni. Vit eru garanturin fyri tí solidariska. Tá yvirskot er í kassanum gjara vit út, og tá tað so gongur galið aftur? Ja, tíverri tit. So mugu tit aftur vísa samfelagssinni og lata tykkum skerja.

Hendan hugsanin hoyrist hvønn dag, og tá er onki í veruleikanum vunnið.


Varðandi loysnir

Tann stóra avbjóðingin hjá okkum er at skapa varðandi loysnir. Fyrsta stigið er at taka tað fullu og heilu ábyrgdina av okkara landi og samfelag. Til tess at skapa eitt samhaldsfast og virkið samfelag ber ikki til at hava eina skipan har ábyrgdin og ræði liggur aðrastaðni. Og tað ber ikki til at fáa varðandi loysnir, tá vit billa fjøldini inn, at onkur annar skal gjalda fyri okkara vælferð. Tann grovasta niðurgeringin av arbeiðarafjøldini er at billa fólki inn, at teirra pensión verður goldin úr danska statskassanum. At teirra sosiala trygd, heilsuverk og útbúgving verður goldin av øðrum. At tað eru tilvildarligir politikarar, sum hava skaffað tykkum pensiónina.

Sjálvandi hevur hvør tann einasti løntakari í hesum landinum goldið fyri sín aldurdóm og fyri sína vælferð. Tað var jú hendan ásannanin, sum varð grundarlagið fyri arbeiðararørsluni kring allan heim. Tað var uppgerðin við hugsanina um, at tað var ein góðseigari ella ein verksmiðjueigari, sum átti lívið í arbeiðsfólkinum.


At býta lagkøkur

Hvussu skulu vit nakrantíð fáa eitt rættvíst býtið av virðunum í hesum samfelag, tá vit billa fólki inn, at tað er henda víðagitna lagkøkan, sum kemur inn á borðið aðrastaðnifrá, ið er grundarlagið fyri vælferðini? Tað er at spæla fallit, tá vit ikki kunnu semjast innanhýsis um at býta virðini, men fara niður á Christiansborg at biða um trygd fyri okkara veikastu. Og vit vita, at tá kappast verður um at býta hesa lagkøkuna sundur, so er tað tann sterkasti sum vinnur. Vit tora ikki at skapa eitt rættvíst býtið innanhýsis, men billa fjøldini inn, at teirra vælferð og solidariteturin liggur í danska statskassanum. Hetta er tann veruligi sorgarleikurin í Føroyum.


Samhaldsfesti

Tað snýr seg um at skapa eitt samfelag, har samhaldsfesti ikki verður útrópt av røðarapallum og rokningin send til Danmarkar. Samhaldsfesti má liggja í øllum liðunum í samfelagnum.

Spurningin um rættvísa løn og tryggar pensiónsskipanir eiga at loysast varðandi. Tað eigur ikki at verða eitt stórt stríðsmál annaðhvørt ár.

Eftir mínum tykki hava fakfeløg og vinnufeløg ein heilt avgerandi leiklut í at tryggja hesa gongdina móti einum nútímans, sjálvberandi vælferðarsamfelagi í Føroyum. Feløgini á arbeiðsmarknaðinum eiga umframt at tryggja rættvísa løn, sáttmálar og pensiónsskipanir ? t.v.s. spurningin um býtið av virðunum ? at hava ein minst líka aktivan leiklut í spurningin um, hvussu virðini verða skapt. At hava meiningar, ætlanir og metingar um umvørvisvernd, stovnsrøkt, útbúgving o.s.fr. At hava eitt greitt boð uppá ein vinnupolitikk. At vera við at seta dagsskránna fyri, hvussu vit skapa virðini best í hesum landinum, og hvussu økini í Føroyum aftur kunnu mennast vinnuliga.


Lívslong útbúgving

Stóra avbjóðingin í dag er at økja um okkara førleika, at ogna okkum vitan og lívslanga útbúgving. At hvør einstakur hevur ávirkan á sítt arbeiði ? á tað sum hann ella hon framleiðir og hevur ávirkan á sínum arbeiðsplássi. Avbjóðingin er at skapa fleksiblar vinnur sum ikki byggja á tað gamla ídnaðarsamfelagið við einstáttaðum samlibandsarbeiði. Avbjóðingin er at kunna umstilla seg og framleiða soleiðis, at vit ikki útpína náttúruna


Føroyar kunnu vera fyrimynd

Í Føroyum hava vit eftir mínum tykku allar fortreytir fyri ikki at lata søguna endurtaka seg. Vit liva í einum lítlum samfelag, har tað ikki eiga at vera anonymar og blindar kreftir, sum stýra samfelagsgongdini. Vit vit øll, at trivnaðurin og menningin hjá øllum fakbólkum og vinnu skapar framtíðina hjá okkum øllum. Vit vita øll, at tá okkara skip koma fullastaði til lands er tað til gagns fyri okkum øll, at vit fáa sum mest burturúr. Vit vita, at tað er bert arbeiði og samstarv, sum skapar framburð. Vit vita, at stórir møguleikar og tilfeingi kunnu triytast afturat.

Vandin hjá bæði fakfeløgum, vinnufeløgum og politikarum er at vera sum hundurin, ið rennur eftir einum bili. Hann goyr og roynir at glefsa eftir hjólunum. Hann er í vanda fyri at verða yvirkoyrdur, um bilurin snarar eitt stig til høgru ella vinstru. Og projektið er dømt til at miseydnast. Loysnin er sjálvandi at vera við til at stýra bilinum og at hava fótin á speedaranum, koblingini og á bremsuni.


Høgni Hoydal