við suður til Kollafjørð í dag. Á alibrúkinum er reinføri sera umráðandi, og fyri at sleppa á flakan mugu øll, sum fara á hann, sóttreinsa skógvarnar. Meistarin væl nøgdur Á Vestfisk eru fimm motorar hjá [...] longdar, og stýrhúsið er aftan. Skipið er ljósablátt og hvítt á liti, og á avrundaðu reyvini sæst navnið Wiger Trondheim sveisað undir málingini. Á dekkinum standa tveir stórir tangar í bustaðum stáli, og tjúkk [...] Vestfisk er komin nakað út á fjørðin, fer Finnbogi Hansen í ketildrakt. Hann fer at sóttreinsa og rustviðgera brunnarnar, og tað er nakað teir gera aftaná hvønn túr. Trygdin á brunnbátunum er í hásæti.
fram til 2030. – Tá fara vit ikki longur at síggja sjónvarp upp á tann mátan, sum vit kenna tað í dag við føstum senditíðum. Tað segði Netflixstjórin í eini røðu, hann helt í Mexico í síðstu viku. Hann samanber [...] fær hann til júst árið 2030. Men enningin ímóti teirri framtíð, hann lýsir, hevur av álvara tikið dik á seg í heimlandinum hjá Netflix, USA, har nógvar sjónvarpsstøðir, so sum HBO, Showtime og CBS hava lýst
heldur fram. Tí kallaðu teir eisini á hann: "Harrin bjarga tú okkum vit ganga burtur". Og prestur helt fram: - Lærusveinar Jesus vóru í vanda staddir á sjónum; tí róptu teir á meistara sín, "Harri bjarga okkum [...] segði Heri. Hann vísti á, at sjóvinnan er okkara høvuðsvinna. Alt annað her á landi veldst um, hvat fæst úr sjónum. Tí eiga vit eisini at biðja fyri teimum, sum hava sín gerandisdag á havinum. Vignast væl [...] Minningarhald Heri Joensen, prestur, vísti í sínari minningarrøðu á, at á allahalgannadegi er hugurin knýttur at høvuðsvinnu okkara, sjónum. - Havið upptekur hug okkara, og hetta er ikki av tilvild, ti
eru mannaðir við einum bátaførara á hvørjum báti av manningini á Ólavi Halga umframt níggju politistum. Leiðarin hjá politinum, Jon Mortensen, var verandi umborð á vaktarskipinum til at samskipa átakið [...] um hálvan tíma til at koma upp á síðuna av Sea Shepherd, tveir um stýriborð og ein um bakborð. Samstundis kallar vakthavandi á Ólavi Halga, yvirstýrimaðurin Kári Horn, á Sea Shepherd og gevur Paul Watson [...] n: “You think so-ha-ha-ha“. Tá teir tríggir gummibátarnir komu upp á síðuna á Sea Shepherd, vísti tað seg, sum um Watson var tikin á bóli. Hann var jú vanur við at kunna sigla undan í slíkum føri, men
tað! Ger mann tað, er mann longu ein vinnari, tí mann hevur vunnið á sær sjálvum. Á komfortinum. Á sofuni. Á teimum mongu skermunum. Og á teirri undirliggjandi hugsanini um, at mann bara skal hugsa, sum [...] uppá tað lokala Til endans loyvi eg mær at koma inn á eitt eldfimt øki – nevniliga samansetingina á liðnum. Eg hevði einaferð ein fínan starvsfelaga á Christiansborg, sum kallast Magni Arge. Eitt kvøldið [...] gjarna vísa gestunum ymisk brigdi av samfelagnum, so tá vit vóru her norðuri fóru vit IKKI á JFK ella Kósina, men á Gloria, har heimleysir menn búgva. Har hoyrdu gestirnar eina góða søgu um at taka ábyrgd
sum ger upp við íslendska undrið og eftirfylgjandi kollapsi. Hann vísir á, hvussu Ísland, mótsatt flestu europeisku londunum, helt fast við eina ofta sjálvsprísandi nationalromantiska frælsishugsjón, sum [...] ríkisfelagsskapi at menna førisku tjóðina. Menning innan felagsskap Og fyri at vinna uppaftur longur fram á leið, gongur Sambandsflokkurin eisini inn fyri at kanna limaskapstreytir í ES, so vit møguliga [...] íslendingar. Avgrund fyri framman Eisini í Førjum hevur hetta nationalromantiska frælsishugtakið fastatøkur á okkum føringum. Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin lata seg tøla av hesi kenslubornu hugsjón uttan
fullveldi og verandi støðu. Tað sigur Dr. Chimene Keitner, sum fyrrapartin mikudagin helt áhugaverdan fyrilestur á stóru altjóða grundlógaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Tað er greitt, at føroyingar [...] felagsskapur stóð ovast á skránni, tá fullveldissamgongan fór til samráðingar við Danmark í undanfarna valskeiði. Og tað er eisini hesa loysn, sum Chimene Keitner er talskvinna fyri. Hon vísir á, at ein frælsur [...] fingu høvi at velja millum samband og loysing frá yvirvaldinum. Men tann tankagongdin er ikki til longur. ? Um tit velja eina aðra skipan enn fullveldi, skulu tit bara gera greitt, at tit ikki hava spælt
alment boða frá, at hann ynskir, at munurin skal fasthaldast á umstøðunum í barsilsskipanini hjá samkyndum og hinskyndum foreldrum. Eg helt tað ljóðaði rættiliga ófrættakent at hoyra, at hetta skuldi vera [...] broytt, var landið á gosið. Samgongan, sum gjøgnumførdi broytingina við hjálp frá einstøkum í andstøðuni, var undir einum øgiligum trýsti allastaðni frá í samfelagnum. Málið var ikki longur bert politiskt [...] um børnini. Har eru vit samd, men so røkkur tað bara ikki longur. Og har fór eisini ketan av hjá Helga, og har datt øll grundgevingin hjá honum á gólvið. Tí tá vit gera umstøðurnar hjá ávísum foreldrum verri
Lisberg fór á Nordisk Fane- og Flagfabrik og fekk teir at gera sær eitt stórt flagg. Janus Øssursson og Jens Olivur fóru eftir flagginum, tá tað var framleitt, og fóru beinleiðis á Regensen, ella á Garð, sum [...] Sandvík. Hann var við sluppini Vestmanna hjá Mortensen á Tvøroyri. Óla Johan Viberg á Sevmýri førdi sluppina Honnu. Kvøldið fyri at farast skuldi á Suðurlandi komu teir ásamt um, at Óla Johan skuldi heysa [...] teir á herbergið hjá Emil Joensen og stungu flaggið út av vindeyganum, og har veitraði tað fyrstu ferð undir víðum lofti. Jens Olivur fór heim í summarfrí og hevði flaggið við sær. Hann vant tað á stong
russiskt sjálvtøkuborð. Tikið upp á hægsta stað Verja og trygd í danska ríkinum er ábyrgdin hjá donskum myndugleikum. Tí helt eg eina talu á fólkatingi 22. mai, har eg vísti á, at meðan Russland ongan iva letur [...] Havn. Tá skrivaði eg eina grein, har eg vísti á, at eitt var at samstarva við Russland – men at samstarva við júst hetta reiðarí, var púra, púra galið. Á sumri 2023 bleiv settur í verk ein havnastongsul [...] spurningarnar framvegis ikki komin. Einhvør kann meta um, hví so er... Á veg til Klaksvíkar Nú er so Melkart-2 hjá Murman Seafood á veg inn í føroyskt øki og í føroyska havn – Klaksvík. Og tað er við loyvi