Sjónvarpið, sum vit kenna tað, fer skjótt í søguna. Tað sigur stjórin hjá Netflix, Reed Hasting.
'
Hann heldur, at »flow TV« – tað vil siga siðbundna sjónvarpið – heldur fram til 2030.
– Tá fara vit ikki longur at síggja sjónvarp upp á tann mátan, sum vit kenna tað í dag við føstum senditíðum.
Tað segði Netflixstjórin í eini røðu, hann helt í Mexico í síðstu viku.
Hann samanber Flow TV við hestin sum flutningstól.
– Hesturin var góður, til vit fingu bilin, segði hann.
Hasting segði ikki í røðu síni, hvat tað ítøkilig er, sum fær hann til júst árið 2030. Men enningin ímóti teirri framtíð, hann lýsir, hevur av álvara tikið dik á seg í heimlandinum hjá Netflix, USA, har nógvar sjónvarpsstøðir, so sum HBO, Showtime og CBS hava lýst við stroyming-tænastu.