Sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi. Hann verður ikki uppbrúktur og harvið mistur, um føroyingar gera av at gera eina skipan, sum liggur onkustaðni ímillum fullveldi og verandi støðu.
Tað sigur Dr. Chimene Keitner, sum fyrrapartin mikudagin helt áhugaverdan fyrilestur á stóru altjóða grundlógaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.
Tað er greitt, at føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tað merkir, at føroyingar sjálvir kunnu gera av, hvørji ríkisrættarlig viðurskifti vit vilja hava. Um vit vilja hava fult sjálvstýri ella okkurt annað. Tað siga eisini allir politisku flokkarnir í Føroyum. Men síðstu árini hevur tað verið ein óloysiligur knútur, at ósemja er um, hvussu sjálvsavgerðarrætturin kann brúkast.
Ómissandi rættur
Stóru samgonguflokkarnir hava síðan 1998 ført fram, at verður sjálvsavgerðarrætturin brúktur til eina skipan, har Føroyar onkursvegna eru partar av Danmark, so er vandi fyri, at hann er brúktur og kann ikki brúkast aftur. So eru Føroyar endaliga limaðar inn í Danmark. Tað var eisini út frá hesum sjónarmiði, at løgmaður avblásti fráboðaðu fólkaatkvøðuna, tí hann óttaðist útlitini.
Dr. Chimene Keitner vísir hesum aftur. Hon er serfrøðingur í altjóða løgfrøði við serligum atliti til tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt. Hon hevur titlar frá Yale og Oxford, starvast í løtuni við Supreme Court of Canada og hevur eitt nú verið partur av grønlendsku sjálvstýristilgongdini.
Chimene Keitner greiðir frá, at tankin um, at sjálvsavgerðarrætturin bert kann brúkast einaferð, stavar frá 60-árunum, tá hjálond fingu høvi at velja millum samband og loysing frá yvirvaldinum. Men tann tankagongdin er ikki til longur.
? Um tit velja eina aðra skipan enn fullveldi, skulu tit bara gera greitt, at tit ikki hava spælt tykkum av við sjálvsavgerðarrættin. Hóast tit velja verandi støðu, skulu tit boða frá, at hetta er bert fyri nú. So leingi tað verður gjørt klárt, kann ongin koma aftur um aftur og siga, at tit hava valt. Sjálvsavgerðarrætturin má ikki trýsta tykkum til at taka eina avgerð nú, sum tit ikki eru búgvin til, sigur Chimene Keitner.
Bluff-nummar
Samráðingarnar millum donsku stjórnina og landsstýri slitnaðu, tí danir ikki vildu viðurkenna føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Hvat nú, um danir føra konservativa sjónarmiðið fram móti føroyingum, at sjálvsavgerðarrætturin er brúktur, tá vit hava tikið eina støðu? spurdi Sosialurin Chimene Keitner.
? Hatta er eitt trupult øki, tí tað er ivasamt, hvat er loyvt sambært altjóða rætti. Hevur USA loyvi at bumba Irak, fyri at taka eitt ekstremt dømi. Tað er ein spurningur um umdømi. Um Danmark noktar at viðurkenna tykkara sjálvsavgerðarrætt undir samráðingum, so trúgvi eg, at tað er eitt bluff-nummar. Tað hevði skatt teirra umdømi almikið, og tit eiga ikki at góðtaka eitt slíkt sjónarmið. Tað týdningarmesta er, hvat tit sjálv vilja við tykkara landi, sigur Chimene Keitner.
Nógvir møguleikar
Frælsur felagsskapur stóð ovast á skránni, tá fullveldissamgongan fór til samráðingar við Danmark í undanfarna valskeiði. Og tað er eisini hesa loysn, sum Chimene Keitner er talskvinna fyri. Hon vísir á, at ein frælsur felagsskapur letur upp fyri einari rúgvu av møguleikum, ið røkka líka frá sambandi til fullveldi.
Danska sjónarmið er, at valdið yvir Føroyum er latið føroyingum at umsita av dønum. Chimene Keitner mælir til at venda hetta á høvdið, tí valdið kemur frá føroyska fólkinum.
? Tit hava vald at ráða, og ein frælsur felagsskapur snýr seg um, hvat tit vilja lata dønum at ráða fyri tykkum, sigur hon.
Frælsur felagsskapur er ein áhugaverd loysn fyri føroyingar, staðfestir Chimene Keitner, sum tykist at hava sett seg væl inn í føroysk viðurskifti.
? Frælsur felagsskapur er áhugaverdur, tí tú kanst bæði vera ST-limaland og samstundis hava samband við ein størri stat. Tað gevur víðar møguleikar. Tað er heldur ikki neyðugt at gera alt av beinanvegin, tí tað er onki galið við at lata møguleikar standa opnar til aðrar tíðir, sigur Chimene Keitner.
Alt er kortini ein spurningur um samráðingar, viðgongur hon. Men hava føroyingar á einum breiðum grundarlagi gjørt sær sína støðu greiða, standa teir sterkir.