Minningarhald
Heri Joensen, prestur, vísti í sínari minningarrøðu á, at á allahalgannadegi er hugurin knýttur at høvuðsvinnu okkara, sjónum.
- Havið upptekur hug okkara, og hetta er ikki av tilvild, ti allar tær gomlu bygdirnar eru reistar við havsins strond. Hetta er náttúrligt hjá eini fiskivinnutjóð. Soleiðis var eisini lutvíst í Jødalandi og við Genesaretvatn, har illveður kundi bresta á. Menniskjan stríddist móti náttúrukreftunum, har hin lítli báturin fjaldist í aldunum. Teir royndu fiskimenninir kendu sjógvin og styrki hansara, eins og okkara fiskimenn gera. Lívsroynslan hevur lært teir tað. Dugdi tú líkindini, var tú eisini ein skilamaður.
Heri segði, at tað, sum hevði týdning tá og tað, sum hevur týdning í dag, er, at teir, sum søktu sjógvin, høvdu hin almáttuga innanborða.
- Hann var og er enn hin einasta vónin vónin um, at lívið heldur fram. Tí kallaðu teir eisini á hann: "Harrin bjarga tú okkum vit ganga burtur".
Og prestur helt fram:
- Lærusveinar Jesus vóru í vanda staddir á sjónum; tí róptu teir á meistara sín, "Harri bjarga okkum!". Tá ið stormurin er riðin av, siga hesir menn í undran: "Hvør er hesin maður, at bæði vindar og sjógvur eru honum lýðin?"
Heri vísti á, at nútímans tøknin er ongantíð so góð, at hon kann byrgja uppfyri vanlukkuni umborð ella aðrastaðni. Tí ásannast orðatakið ferð eftir ferð, at "vandi er í hvørjari vælferð.
- Eisini í ár kravdi lívsnervin ella høvuðsvinna okkara sítt offur og viðhvørt var tað um reppið, at ikki spældi verri av.
Hann segði, at føroyskir sjómenn og útróðrarmenn mangan hava verið í somu støðu, sum lærusveinarnir í forðum og hava biðið somu bøn sum teir: "Harri, bjarga tú okkum, vit ganga burtur".
- Sjómenn eru ikki kendir fyri endiliga at rópa upp um sína trúgv. Tó er hon djúp sum havið - og rein. Fleiri teirra hava ivaleyst somu roynslu sum lærusveinarnir í bátinum á sinni. Teir løgdu forløg síni í hendur hansara, sum øllum valdar, og tá eru vit í hvussu er væl farin sum menniskju.
Prestur segði, at tá ið á stendur, og menniskjansliga megin vil dvína tá vita vit, hvar hjálpin er at finna. Tá leita teir saman til hansara, sum eina og áleina kann bjarga.
- Tað er gott at vita við vissu, hvar hjálpin er at finna, tá ið menniskjans megi ikki røkkur longur. Lat okkum tí heldur ikki gloyma hann, sum ongantíð svíkur. Vitanin um, at Kristus vakir yvir okkum til fjals og til fjøru, er ein dýrabarur førningur at hava við sær út á havið og til fremmandar strendur, segði Heri.
Hann vísti á, at sjóvinnan er okkara høvuðsvinna. Alt annað her á landi veldst um, hvat fæst úr sjónum. Tí eiga vit eisini at biðja fyri teimum, sum hava sín gerandisdag á havinum. Vignast væl hjá teimum, verður eisini framgongd í landinum.
- Vit eru í dag komin saman at minnast tey, sum á sjónum mistu lív í tænastu fyri fólk og land, og í ár minnast vit serliga, at seksti ár nú eru liðin, síðan seinni heimsbardagi var av og at 219 mans fórust av krígsávum, segði Heri Joensen, prestur, við minningarhaldið á Hotel Tórshavn.