Í Sosialinum í vikuni, sum fór, var samrøða við íslendska bókmentagranskaran Kristján Jóhann Jónsson, sum ger upp við íslendska undrið og eftirfylgjandi kollapsi.
Hann vísir á, hvussu Ísland, mótsatt flestu europeisku londunum, helt fast við eina ofta sjálvsprísandi nationalromantiska frælsishugsjón, sum gav íslendingum eina fatan av, at vera eitt sterkt og frælst fólk. Teir vóru ofta sannførdir um, at teir vóru heimsins bestu í næstan øllum, ja, enntá so framúrskarandi, at Ísland gjørdist ov lítið og mestsum ein forðing fyri teirra stórleika.
Europa slepti nationalromantikkinum
Hinvegin sleptu flestu europeisku londini hesi hugsan tíðliga í 1800-talinum til fordeil fyri liberalistisku frælsishugsjónini um ábyrgd og frælsi hjá tí einstaka menniskjanum.
Øll vita vit, hvussu syrgiliga nationalromantiska frælsishugtakið, ella misskilta nationalisman, sum vit kalla hetta fyribrigdið, endaði fyri íslendingar.
Avgrund fyri framman
Eisini í Førjum hevur hetta nationalromantiska frælsishugtakið fastatøkur á okkum føringum. Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin lata seg tøla av hesi kenslubornu hugsjón uttan at síggja avgrundina, sum er fyri framman.
Stórlætisørskapurin hevur longu innheintað okkum: í nationalromantiskum rúsi hava vit skert blokkin og yvirtikið hópin av málsøkjum, sum onki fungerar, sum tað skal. Hesin ørskapur gongur fyrst og fremst út yvir tey veiku, tey sjúku og tey gomlu, men hvat ger tað, tí í hjørtum okkara býr frælsi!
Liberalistisk frælsishugsjón
Hinvegin hellir Sambandsflokkurin mest til ta liberalistisku frælsishugsjónina, sum gevur einstaka menniskjanum størst møguligt frælsi og møguleikar undir ábyrgd. Og fyri at skapa røttu og neyðugu karmarnar fyri, at einstaklingurin kann gagnnýta hesar møguleikar saman við sínum evnum og talentum, gongur Sambandsflokkurin sum tann einasti føriski flokkurin inn fyri í ríkisfelagsskapi at menna førisku tjóðina.
Menning innan felagsskap
Og fyri at vinna uppaftur longur fram á leið, gongur Sambandsflokkurin eisini inn fyri at kanna limaskapstreytir í ES, so vit møguliga í einum uppaftur størri felagsskapi kunnu menna land okkara enn meir og betri.
Brøðratjóð okkara Ísland hevur merkt sviðan av nationalromantisku frælsishugsjónini. Er tað so neyðugt, at vit eisini skulu avprøva, um tað veruliga er rætt, tað íslendingum hevur verið fyri? Eiga vit ikki at vísa teimum ta virðing, at teirra lagna ikki var til fánýtis, og at vit tí ikki gera sama mistak?