at vit mugu rokna við avgjaldshækkingum – eitt nú á brennievni – til tess at útvega landskassanum neyðugar inntøkur, nú fíggjarlógin gevur hall upp á eina slaka milliard krónur. Landsbankastjórin róði [...] Hinvegin kunnu vit við globalu verðurlagsstøðuni í huga nikka játtandi til, at ein króna verður løgd oman á olju og bensin, tí vit eiga jú at hugsa grønt um orku. Enn hava vit ikki frætt, hvørja hugsan fíggj [...] hugskot løgmans. Men formaður Fólkafloksins hevur longu skotið hesa ætlanina í senk. Tað kemur ikki upp á tal, so leingi Fólkaflokkurin situr í landsins stjórn, at skattir og avgjøld hækka, er greiði boðskapurin
Helgason umborð á einum flogfari á veg til Oslo. Við síðuna av honum sat ein íslendskur kvinnuligur prestur, sum var á veg til eina gudfrøðisráðstevnu. Beint áðrenn tey lendu, fór kvinnan á wc og lat øll [...] heiðurin at taka moralska temperaturin á íslendingum. 66 morð hevur Toxic á síni manglandi samvitsku, men við morð nummar 67 gongur galið, og Toxic má flýggja yvir háls og herðar. Í Kennedy floghavnini drepur [...] Hallgrími Helgason liggur ein steindungi á stødd við ein lenistól nú á hvørjum stovugólvi í Íslandi, rúkandi av sementdusti frá bankaspreingingini »Kreppukistir« á fýra hjólum Hóast Toxic hvørki so ella
Dyrnar lata upp kl. 23, og á palli verða Uni Arge, Rannvá Vesturklett band og countrykongurin Hallur Joensen við orkestri. Hetta er ein forkunnugur møguleiki at uppliva Una Arge á palli, eftir at hann veruliga [...] vind í seglini eftir tær báðar fløguútgávurnar ”Mitt í sjónum” og ”Meldurtíð”. Á midnátt kemur Rannvá Vesturklett band á pall. Mong kennast møguliga ikki við nýggja navnið, men hetta eru frámúr tónleikarar [...] gjørt nógv fyri, at karmarnir eru góðir, og væntandi vera tað mong, sum aftur í ár leita sær niðan á Háls til eitt frálíkt kvøld. Atgongumerkir eru at fáa í forsølu í teimum fimm Fast handlunum: í Gundadali
mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Reyði Krossur Føroya Sorg [...] Barnaansing er meðan møti er. Kl. 12 Sunnudagsskúli. Kl. 16.30 Gentukórið Kassia syngur á Ebenezer-trappuni. Aftan á eru øll vælkomin til ein drekkamunn inni í Ebenezer. Kl. 18 Sangmøti – Ebenezerkórið og [...] 15-16.30 Bólkur 3, Samskifta á alnótini, Páll Poulsen. Gera viðfestir til e-mail. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Den lukkede bog” Jette Kaarsból. Hittast 21. jan. Vit halda til á bókasavninum. Øll áhugaði
rættir fólkafloksmenn áttu alt, ið vert var at eiga: Jørðina, atgongdina til sjógvin, arbeiðsmegina og háls- og hondsrætt yvir øllum livandi. Fuglin kundi fólkið ikki taka, tí bjørgini áttu fólkafloksmenninir [...] illa gitna stavnamanninum í Dagblaðnum, sum ein og hvør kann vissa seg um við at lesa gomul Dagbløð á Landsbókasavninum. Men hevði tað bara verið tað. Teir hava ongantíð gingið inn fyri demokratii í Føroyum [...] skrúa tíðina aftur við umleið 200 árum, og vit gerast aftur húskallar í fólkafloksparadísinum bert á einum hægri fíggjarligum støði. Annars síggja teir helst bíligar útlendskar húskallar í vinnuni, meðan
frá 1. August 2010 verður skorin úr 120.000 krónum um árið til 100.000 krónur um árið. Árið eftir verða 20.000 afturat skornar av, og tað merkir, at upphæddin verður skorin við einum triðingi. Harafturat [...] fólkini heim, so var frammi, at lánið skuldi avskrivast upp á 10 ár. Og eftir øllum at døma er hetta ikki bara eitt hugskot í tinginum. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna segði við Rás2 í gjár, at hon [...] tingið, at vanligi studningurin ikki verður prístalsreguleraður næsta ár. Hetta gevur eina sparing á eina millión. Men hetta er eftir øllum at døma bara byrjanin til eina umskipan av studningi. Undir
Tunguáin og Áin á Fjøllum, sum renna í Fjallavatn, bendar í byrgingina í Tjørnudali. Ein partur av avfallsøkinum hjá Botnánni verður eisini tikin, soleiðis at hon minkar munandi. Tá Tunguáin og Áin á Fjøllum verða [...] el-framleiðslu okkara á landi við varandi orkukeldum við 5% og tað hevur tí ongan týdning fyri tryggleikan. CO2 útlátið. Setið ikki spurnartekin við álvaran í mannaskaptu ávirkanini á verðurlagið og at nakað [...] onnur á hesum øki, uttan at oyðileggja náttúruna. Ein annar háttur at minka skaðaárini av Co2 útlátinum er at verja skógirnar og planta meira av trøum. Skógarøkir til víddar 3 ferðir Danmark vera á hvørjum
Hetta er ikki so, tí Tórshavnar havn hevur eitt rakstraravlop upp á 23,2 milliónir, samstundis sum havnin hevur ein útreiðslupost upp á júst tað sama, 23,2 milliónir. Tískil javnvigar fíggjarætlanin hjá [...] í gongd, og tí er neyðugt at hækka skattin, so fígging fæst til batar á eldraøkinum. Støðan er tann, at tey gomlu eru slept upp á fjall, og tí kann eg sum borgarstjóri til eina og hvørja tíð forsvara at [...] hava spart Á fíggjarætlanini fyri 2009 eru spardar útivið 40 milliónir krónur, svarandi til meiri enn eitt skattaprosent. Hetta merkti, at okkara stovnar og deildir ikki fingu lønarhækkingina á heysti 2008
fyrr, meðan TAKS hevur á leið tvífalt so nógv starvsfólk per íbúgva, enn skattavaldið í metskattaða Danmark. Heilsufrøðiliga Starvsstovan og eitt nýstovnað Uttanríkisráð hava í part á leið eina promillu av [...] sett rakstrarútreiðslurnar eftir metinntøkum, samstundis sum blokkurin var skorin eftir somu metinntøkum. Tá blokkurin var skorin við 366 milliónum um árið, so áttu almennu útreiðslurnar at verið skornar [...] heimurin reið á einari søguligari forbrúks- og lánsbylgju við tilhoyrandi metinntøkum í MVG og skatti. Men nú tá gerandisdagur er aftur, so manglar í. Ein fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum segði á sinni,
Iniesta, Kaka, Wayne Rooney og Xavi. Á upprunliga top-30 listanum vóru eingir italiumenn ella týskarar, og nú listin er skorin niður í 10, er heldur eingin fraklendingur á listanum. Karim Benzema, Yoann Gourcuff [...] Gourcuff og Franck Ribery vóru annars á upprunaliga listanum. Tað er europiska ítróttapressan, sum við einum umboði fyri hvørt land greiðir atkvøðu um, hvør skal taka ímóti gylta bóltinum.