Til dømis førir Annfinn Brekkstein fram, at kommunukassin fær tilført meira enn 30 milliónir krónur frá roknskapinum hjá Tórshavnar havn. Hetta er ikki so, tí Tórshavnar havn hevur eitt rakstraravlop upp á 23,2 milliónir, samstundis sum havnin hevur ein útreiðslupost upp á júst tað sama, 23,2 milliónir. Tískil javnvigar fíggjarætlanin hjá Tórshavnar havn og ávirkar als ikki samlaða úrslitið hjá kommununi.
Millum fremstu mál hjá sitandi býráðssamgongu, er at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimsplássum í Suðurstreymoy. Hetta er neyðugt, tí landið hevur ikki megnað uppgávuna, og tí hava vit sett okkum fyri at byggja røktarheim til 64 fólk yviri við Strond, sum ætlandi er klárt at taka í nýtslu í 2011. Og her skal undirstrikast, at henda ætlan als ikki kundi verið framd, um ikki skattaprosentið hækkaði, og tí hevði hallið ikki verið 100 milliónir krónur í 2010, sum Annfinn Brekkstein vil vera við!
Talan er um eina íløgu, sum kemur aftur at øðrum stórum íløgum hjá kommununi, sum longu eru í gongd, og tí er neyðugt at hækka skattin, so fígging fæst til batar á eldraøkinum. Støðan er tann, at tey gomlu eru slept upp á fjall, og tí kann eg sum borgarstjóri til eina og hvørja tíð forsvara at hækka skattaprosentið fyri at byggja røktarheimið yviri við Strond.
Vit hava spart
Á fíggjarætlanini fyri 2009 eru spardar útivið 40 milliónir krónur, svarandi til meiri enn eitt skattaprosent. Hetta merkti, at okkara stovnar og deildir ikki fingu lønarhækkingina á heysti 2008. Tey skuldu spara hetta innaftur í 2009, umframt at raksturin varð skorin á sumri 2009. Tórshavnar kommuna hevur táttað í, men Tórshavnar kommuna skal ikki virka fyri, at samfelagið steðgar upp. Vit vísa ábyrgd, tí vit tátta í, samstundis sum vit arbeiða fyri at halda samfelagnum í gongd.
Minnilutin í býráðnum krevur sparingar í rakstrinum, men torir ikki at melda út, hvørjar hesar sparingar skuldu verið. Á sjálvum býráðsfundinum komu teir við einari skræddari kladdu, ið hevði hálvforkølaðar orðingar um at spara, men uttan at eitt orð var um, hvar sparast skuldi. Alt hetta, eftir at andstøðan í fleiri tímar saman við fyrisitingini hevur gjøgnumgingið fíggjarætlanina!
Skuldu vit arbeitt eftir tí, minnilutin mælir til, hevði Havnin ikki komið fram á leið, tí her eru bara tóm orð, uttan at nakað ítøkiligt verður sett aftanfyri. Hetta er lunkað og førir ongan veg fram!
Lán ella ikki
Við árslok 2010 kemur Tórshavnar kommuna at hava ein lán upp á 224 milliónir krónur, og tað er brúkt til at fíggja neyðugar íløgur í kommununi. Her skal verða undirstrikað, at tað í sjálvum sær ikki er eitt mál, um tú skalt hava lán ella ikki, tí tað veldst alt um, hvat lánið verður brúkt til. Býráðið rekur ein varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitik, og fleiri rationaliseringar og umleggingar eru framdar í rakstrinum í 2009 og 2010.
Tað er av alstørsta týdningi, at átøkini ikki raka barnafamiljur og trivnaðin hjá borgarunum í kommununi. Fyri at kunna halda fram við neyðugu íløgunum á eitt nú skúla-, eldra- og umhvørvisøkinum, fer kommunan í 2010 at hækka skuldina, men framvegis er kommunan tó væl fyri fíggjarliga og megnar at svara hvørjum sítt.