Katastrofala blandingin av at økja almennu rakstraútreiðslurnar samstundis, sum ein millión um dagin varð kubbað av almennu inntøkunum, hevur nú fingið væntaðu avleiðingarnar.
Síðani Finn Norman Christensen bygnaðurin kom, eru almennu lønarútreiðslurnar næstan tvífaldaðar, uttan at borgarin hevur merkt tilsvarandi betran av tænastunum.
Kontrollstovnar hava verið uppraðfestir, meðan annað hevur verið niðurraðfest ella hevur staðið í stað.
Ein stovnur sum Landsverk er ein viðfáningur í mun til fyrr, meðan TAKS hevur á leið tvífalt so nógv starvsfólk per íbúgva, enn skattavaldið í metskattaða Danmark. Heilsufrøðiliga Starvsstovan og eitt nýstovnað Uttanríkisráð hava í part á leið eina promillu av føroyska fólkinum í starvi.
Sjálvandi eru slíkir stovnar neyðugir og gera fólk í hesum stovnum sítt arbeiði eftir førimuni innan settar karmar. Men karmarnir mugu broytast.
Tað er neyðugt at lóggeva eftir føroyskum viðurskiftum og umsitingarorku. ES direktiv eiga bara at vera sett í verk, tá tað er ynskiligt, ella tá vit noyðast av útflutningsávum. Vit koma ongantíð at hava nóg nógv fólk at umsita ES reglar eftir donskum leisti, og tí kunnu vit akkurát tað sama gevast við tí beinanvegin.
Umráðandi er, at politikarar biðja onkran uttanfyri umsitingina leggja lag á við bygnaðarbroytingum og rationaliseringum, tí ikki kann væntast, at umsitingin verður serliga íðin í einum arbeiði, sum handlar um at minka seg sjálvan mest møguligt.
Okkum tørvar ikki populistiskar útmeldingar um “tunnils time-out” frá okkara fíggjarmálaráðharra. Avbjóðingin hjá honum og hansara politisku kollegum er ikki ein almenn íløga her ella har, men heldur at almennu Føroyar hava sett rakstrarútreiðslurnar eftir metinntøkum, samstundis sum blokkurin var skorin eftir somu metinntøkum.
Tá blokkurin var skorin við 366 milliónum um árið, so áttu almennu útreiðslurnar at verið skornar við somu upphædd, sum man skar burtur. Hetta varð ikki gjørt, tí at man billaði fólki inn, at niðurskurðurin ikki fór at merkjast. Hann merktist heldur ikki stórvegis, meðan heimurin reið á einari søguligari forbrúks- og lánsbylgju við tilhoyrandi metinntøkum í MVG og skatti. Men nú tá gerandisdagur er aftur, so manglar í. Ein fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum segði á sinni, at skuldu vit minka um blokkin, so mátti tað vera eitt krav, at inntøkurnar hækkaðu samsvarandi. Tað vita vit, at tað hava tær ikki gjørt, og tí er útreiðsluminking svarið, men heldur ikki her hevur borið til. Og hvussu ber tað til, at summi virki og feløg sleppa undan at rinda MVG, tá onnur verða tvingað at halda lógina.
Almennu Føroyar standa við eitt vegamót. Antin taka politikarar sær um reiggj og fáa ein almennan bygnað og ein rakstur, sum hóskar til føroysk viðurskifti, so vit framhaldandi hava ráð til vælferð, ella mugu teir niður til Danmarkar við hattinum í hondini at biðja um øktan studning til at fíggja raksturin av almennu Føroyum.
Sosialurin