Annað jólakvøld á Hálsi

Aftur í ár skipar Kyndil fyri tí vælumtókta 2. jólakvøldsdansinum í høllini á Hálsi.

Dyrnar lata upp kl. 23, og á palli verða Uni Arge, Rannvá Vesturklett band og countrykongurin Hallur Joensen við orkestri. Hetta er ein forkunnugur møguleiki at uppliva Una Arge á palli, eftir at hann veruliga hevur fingið vind í seglini eftir tær báðar fløguútgávurnar ”Mitt í sjónum” og ”Meldurtíð”.


Á midnátt kemur Rannvá Vesturklett band á pall. Mong kennast møguliga ikki við nýggja navnið, men hetta eru frámúr tónleikarar við drúgvum royndum. Bulurin í bólkinum hevur spælt saman í bólkinum Twilight í áratíggir. Teir hava brynjað seg út við frálíku songkvinnuni Rannvá Vesturklett sum forsangara. So lat ongan iva vera um, at hesin bólkurin kann fylla eitt hvørt dansigólv.


Tað er bara ein countrykongur í Føroyum, og er tað Hallur Joensen. Hetta hevur hann aftur so staðiliga staðfest við nýggju fløguútgávuni ”Smile”. Eins og í fjør fáa vit gleði av at hoyra Hall við framúr bólki sínum í høllini á hálsi. Hallur sigur seg og bólkin vera í stórformi í løtuni, so óivað fáa vit eitt rimmar dansikvøld. Fyrireikararnir hava gjørt nógv fyri, at karmarnir eru góðir, og væntandi vera tað mong, sum aftur í ár leita sær niðan á Háls til eitt frálíkt kvøld.


Atgongumerkir eru at fáa í forsølu í teimum fimm Fast handlunum: í Gundadali, Kollafirði, Skálabotni, Saltangará og í Klaksvík fyri 175 kr. Um tað ikki verður útselt, kunnu atgongumerki keypast við dyrnar frá kl. 22 og er prísurin tá 200 kr. Tiltakið endar kl 04.