Messi er stórfavorittur

Í annaðkvøld verður vinnarin av gylta bóltinum frá France Football avdúkaður. Talið av kandidatum er nú skorið niður í 10

Fótbóltur

Tað er eingin ivi um, at Lionel Messi úr Argentina og Barcelona er stórfavorittur at vinna heitið sum ársins spælari í Europiskum fótbólti.
Bóltstnillingurin var í ár við til at vinna the Treble hjá Barcelona, og umframt støðugt stórspæl frá hansara síðu, so var hann eisini maðurin, sum við vøkrum stútari skoraði til 2-0 í Champions League-finaluni ímillum Barcelona og Manchester United.
Skal Messi fáa nakra kapping í atkvøðugreiðsluni hjá France Football, so skal hetta helst vera Cristiano Ronaldo. Vinnarin av gylta bóltinum í fjør hevur ikki vunnið eins nógv steyp hetta seinasta árið, men hann gjørdist í summar heimsins dýrasti spælari, og í Real Madrid hevur hann alt fyri eitt víst seg sum sannan fong.
Tað eru ítróttarjournalistar úr Europa, sum greiða atkvøðu um gylta bóltin. Hvørt UEFA-limaland hevur eitt umboð, og hvørt av hesum umboðunum skal seta sín egna top-5 saman.
Upprunaliga kundu journalistarnir vilja millum 30 nøvn, men nú handan stendur fyri framman, hevur France Football avdúkað, hvørjir teir 10 ovastu eru. Umframt Messi og Ronaldo eru hesir Didier Drogba, Samuel Eto´o, Steven Gerrard, Zlatan Ibrahimovic, Andres Iniesta, Kaka, Wayne Rooney og Xavi.
Á upprunliga top-30 listanum vóru eingir italiumenn ella týskarar, og nú listin er skorin niður í 10, er heldur eingin fraklendingur á listanum. Karim Benzema, Yoann Gourcuff og Franck Ribery vóru annars á upprunaliga listanum.
Tað er europiska ítróttapressan, sum við einum umboði fyri hvørt land greiðir atkvøðu um, hvør skal taka ímóti gylta bóltinum.