og næmingarnir koyrast í størru grannaskúlarnar. Trupulleikin við hesi ætlan er tó, at teir næmingar, sum koma inn á størru skúlarnar eru so fáir í tali, at teir muna so lítið í í næmingatali. Vit tosa [...] einar 18 mió kr. Um grundgevingin er, at spara, so kostar tað at í hinum endanum í skúlabarnaflutningi, í mistum skatti frá lærarum, og í skúlagjaldið til grannakommununa. Havi skilt, at landsstýrið heldur [...] skúlarnir í Nólsoy, Sumba, Oyndarfirði, Haldarsvík, á Húsum/Syðradali, Skálavík, Mikladali/á Trøllanesi, Funningi, Kunoy, Haraldssundi, Tjørnuvík, Fámjin og í Hovi. Hesir hava millum 2 og 20 næmingar í hvørjum
eisini fevndi um fótbóltsøkið, var til oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989. - Torleif spurdi meg, um eg ikki kundi hjálpa til við at skipa fyri tí, sum var í Klaksvík og her á leiðini, sum hevði við fótbóltinum [...] koma í formanssessin í KÍ, tá tey vildu skapa stabilitet í felagnum. Og tað má sigast, at tað var stórsinnað av Torleif at taka tað fetið, tí tað er sjáldan, at tú sært menn traðka eitt fet niður í so máta [...] Í úti við 40 ár hevur Ísak Mikladal, sum nú er aðalskrivari hjá FSF, verið ein teirra, sum hevur arbeitt nógv saman við Torleif Sigurðsson. - Vit komu at kennast longu í 1971, tá vit komu saman í kappróðrinum
Norrønu í mars 2004, men hann hevur áður verið við gomlu Norrønu. Avloysari hjá honum í skiparastólinum, tá hann er í landi, er Hendrik Hammer. Byrjaði á dekkinum Regin Sørensen, sum vit nevndu í byrjanini [...] eru fólk umborð fýra vikur í senn, og soleiðis fer onkur í land – og onnur kemur umborð alla tíðina. Skiparin vísir á, at øll manningin á Norrønu veit, hvørji pláss tey eiga í eini møguligari neyðstøðu [...] byrjanini, hevur í apríl í ár verið trý ár við ferðamannaskipinum. Hóast hann í tríati ár sigldi sum skipari við gasstangaskipum, byrjaði hann á dekkinum umborð á Norrønu. - Hetta er annað skeiðið hjá mær sum
miðlum í eini og somu skipan. Vit hava í gamla miðbýnum í Havn miðlahús, útvarp, blað og portal. Miðlahúsið, eitt nútímans samkomuhús í gomlum og sera hugnaligum umhvørvi, stendur einum og hvørjum í boði [...] ið hava nakað uppá hjarta? hvør kemur til orða í almenna rúminum? hvussu kemur ein til orða í almenna rúminum? hvørjir demokratiskir plattformar eru í samfelagnum hvørjar holdningar hevur samfelagið til [...] orðaskifti og eisini at nema við tær umstøður, ið kunnu virka fremjandi fyri demokratiskt orðaskifti í Føroyum. Í hesum høpi fari eg at umrøða nýggj rák innan fjølmiðlaøkið og eg fari stutt at umrøða tann týdning
vallirnar, har teir 20 yrkisspælararnir eru í holt við fríggjadagsvenjingina. Herfølge er eitt av minstu feløgunum í donsku superliguni í fótbólti, og felagið hoyrir heima í, og ber navnið eftir, lítla statiónsbýnum [...] møguleika fyri at gerast árins spælari í felagnum. Stór menning Jákup Mikkelsen segði farvæl til barndómsfelagið í august mánaði í 1994, tá hann gjørdi annað málið hjá KÍ í steypafinaluni móti B71. Hann sparkaði [...] Mikkelsen. ? Eg havi tó allatíðina hildið fast í vónini um, at eg fór at fáa kjansin, men tað hevur ikki eydnast higartil. Í Herfølge skilja teir tað ikki, men í Føroyum kenna øll til frálíku avrikini hjá Jens
nú vit hava verið í miðbýnum í eitt ár, er tað lætt at staðfesta, at tað er vorðið væl lagaligari hjá okkum at arbeiða og at gera blað, nú vit aftur eru í býarkjarnuni í høvuðsstaðnum. Í okkara verð er stóra [...] at fevna um øll evni í orðaskifti, reportasjum og tíðindagreinum og um alt landið. Hóast høvuðssætið er Miðlahúsið í Vágsbotni, so hava vit framvegis lokalredaktiónir í Klaksvík og í Suðuroy. Betraða sa [...] støðugt og í fleiri ár hugsaðu um, hvussu tað skuldi bera til at betra um fysisku karmarnar. Dreymurin gjørdist til veruleika, tá ið tað eydnaðist at leiga húsini í Vágsbotni, sum vit nú húsast í. Nú hava
fyri tað mesta seldar í Evropu, meðan tær smáu fara til Kina. Sum skilst, hevur Napoleon hendan túrin lagt seg eftir at fiska hampiliga góðar rækjur, tí tær geva meira í peningi. Í andgletti Sosialurin [...] Bank í løtuni. Pauli sigur, at verður hesin túrurin hjá Napoleon í Eysturgrønlandi ikki alt ov drúgvur, ætla teir sær beinleiðis upp til Svalbard at royna. - Vit ætla okkum upp hagar at fylla upp í lastina [...] teir somu, sum tá ið hann kom umborð. - Tað er lítil útskifting í manningini, og serliga síðan ísfiskavinnan í Føroyum fór at geva minni av sær, er næstan ikki dagur, at menn ringja og vilja sleppa við.
Vinstra fer upp í agnabakkan, høgra rættar húkin, krøkir í, og so liggur húkurin niðri í stampinum við agnhaldinum uppeftir og bíðar eftir næsta toskinum úti á grunninum. Teir leggja pappír í millum fyri at [...] at verja, áðrenn eg síggi hvat hann meinar við. Í egningarskúrinum hjá Havsbrún verða vikubløðini skorin niður í álar, sum verða lagdar út móti síðuni í stampinum. Gogguagnið verður síðan lagt á pappírið [...] Goggan er mest nýtta agn hjá útróðrarflotanum í dag. Hon er feit og fiskar nógv longri enn annað agn. Tað bráar leingi frá henni. Og so tekur toskur serliga væl í hana. Av handahógvi Nakrir manns standa og
heima. Uttan at farast skal ov nógv í smálutir hesum viðvíkjandi, so tykjast allir partar í málinum vera samdir um, at í løtuni eru ov fáir hondbóltsdómarar í Føroyum. At bæði einstaklingar og feløg so [...] av áskðarum í Havn drúgva umrøðu, og í einum slíkum føri haldi eg, at HSF um ikki annað kundi boðað frá, hvør teirra støða í slíkum málum var, men har var púrt eingin reaktión. - Tað er júst í slíkum støðum [...] ikki nóg málrættað, sigur Andrass. Hann vísir í hesum sambandi á, at tað ferð eftir ferð kemur fyri, at eingin ella í besta føri ein dómari møtir til dystir í yngru deildunum. - Eg havi sjálvir fyri stuttum
hava uppiborið, tí í ítrótti eru tað aloftast tey, ið kappast, ið fáa umrøðuna. Men í heyst avgjørdi stjórnin at heiðra nøkrum monnum, ið hvør á sín hátt hava sermerkt føroyskan ítrótt í nógv ár. Hvør teirra [...] mansbarni í Føroyum. Hóast tað ikki eru so nógv til aktivu ítróttarkarrieru hansara, so hevur hann havt eina slíka - til dømis bæði innan fótbólt og borðtennis. Eisini hevur hann eitt nú verið formaður í ÍSF [...] er nakað fyri seg, og í hansara hondum visti ein, at kappingin var trygg. »The grand old man« Tann triðja er í veruleikanum ikki neyðugt at siga nakað um. Hann er ein institutión í føroyskum ítrótti - bæði