Næstan ikki dagur, at menn ikki biðja um kjans

Seinasta hóskvøld kom rækjutrolarin, Napoleon, aftur av rækjuleiðunum við Flemmish Kap og Grand Bank við út við 400 tonsum av rækjum. Skipari hendan túrin var skálamaðurin, Petur Sigurd Petersen. Napoleon fór avstað aftur mánakvøldið, og tá var hin skiparin, Pauli Justinussen, á brúnni. Sosialurin hevur skift orð við Paula

Rækjuvinna

Pauli Justinussen er eisini skálamaður eins og Petur Sigurd Petersen. Hann er 28 ára gamalur, útbúgvin skipsførari og hevur siglt sum skipari við Napoleon í hálvt triðja ár. Skálamenninir skiftast um at føra skipið. Hesaferð bar leiðin yvir til Eysturgrønlands, har teir eiga 115 tons av rækjum.
Sólborg er undir Eysturgrønlandi, har teir hava roynt í eina tíð og sum skilst, hava teir havt hampiligar dagar. Havborg er nú eisini um at verða komin upp á pláss í Eysturgrønlandi.
Av teimum út við 400 tonsunum hjá Napoleon hendan túrin, er ein stórur partur kókaðar rækjur. Tær stóru rækjurnar verða fyri tað mesta seldar í Evropu, meðan tær smáu fara til Kina.
Sum skilst, hevur Napoleon hendan túrin lagt seg eftir at fiska hampiliga góðar rækjur, tí tær geva meira í peningi.

Í andgletti

Sosialurin hitti Paula Justinussen, áðrenn teir loystu mánakvøldið og settu kós móti Eysturgrønlandi.
Seinastu árini hevur rækjuflotin rættiliga verið í andgletti. Nógv skip eru farin av úr flotanum, summi av knóranum, og í løtuni eru bert fimm skip eftir undir føroyskum flaggi.
Tosað hevur verið um ymiskar møguleikar at veita rækjuflotanum eina hjálpandi hond, so vit ikki púrasta missa hendan partin av flotanum.
Álit eru skrivað, men einki er komið burtur úr.
Umleið helmingurin av tí rækjuflota, vit fyri nøkrum árum síðan høvdu, hórar enn, men ivasamt er, hvussu leingi.
Talsmenn hava ført fram, at hesin parturin av flotanum fiskar av rættindum, sum vit einki lata afturfyri, og tí halda teir, at einki forgjørt hevði verið í, um flotin, sum er so illa fyri orsakað av eitt nú lágum rækjuprísum og høgum oljuútreiðslum, hevði fingið eina ávísa afturbering um skattaskipanina.

Stuðul ella kvotur

Pauli Justinussen hevur sum so ikki hug at leggja seg út í, um tað almenna skal hjálpa rækjuflotanum við øðrum enn bøttum kvoturættindum.
Hann hevur ikki hug at gera viðmerkingar til, um rækjuflotin skal stuðlast úr landskassanum ella ikki.
- Nei, eg veit ikki, hvat eg skal siga um handa spurningin, sigur skiparin, sum kortini skilir grundgevingarnar um, at føroyska samfelagið ikki rindar fyri tey rættindi, sum rækjuflotin hevur, og at flotin tí kanska kundi væntað sær okkurt slag av afturbering, tá ið hann er so illa fyri.
Pauli sigur, at tað hevði verið ein stórur bati hjá rækjuflotanum, um eitt nú kvotan undir Eysturgrønlandi var størri.
Hann vísir á, at hóast henda kvota er lítil, hevur hon stóran týdning fyri rækjuflotan.
Sum skilst, eiga føroyingar tíggju rækjuloyvi í grønlendskum sjógvi, men bert fimm skip eru í løtuni aftanfyri hesi loyvi. Hinir, sum eiga kvotur, men eingi skip hava, kunnu tískil selja tey tonsini, teimum eru tillutað, til aðrar.
Spurdur, um kvotan hjá teimum fimm skipunum, sum ikki eru í flotanum í løtuni, kanska kundi fallið til tey skipini, sum eftir eru, sigur Pauli:
- Nei, tað dugi eg ikki at siga. Teir, sum eiga loyvini, eiga eisini hesi rættindi. So, tað dugi eg slett ikki at meta um.
Hinvegin ásannar hann, at 115 tons aftrat undir Eysturgrønlandi høvdu komið ógvuliga væl við hjá teimum skipum, sum eftir eru, nú grønlendsk reiðaríir ikki longur sleppa at selja av sínum kvotum, tí grønlendsku myndugleikarnir leggja seg ímillum.

Fleiri mans við

Pauli dugir ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka hjá teimum at fiska tey 115 tonsini undir Eysturgrønlandi.
- Hetta kann taka alt millum 14 dagar og tveir mánaðir ? alt eftir, hvussu fiskiskapurin og umstøðurnar verða. Tað kann vera svikaligt at royna á hesum leiðum um várið. Men um túrurin varar í ein mánaða, verður hetta ikki ein vánaligur túrur kortini.
Vanliga eru 16 mans við Napoleon, men nú teir fóru til Eysturgrønlands, vóru 18 mans umborð.
- Á túrinum undir Eysturgrønlandi pakka vit so nógvar rækjur, sum vit náa í eitt kilo eskjur, sum fara til Japans. Hesar verða skildar í ymiskar støddir og verða pakkaðar ráar. Nógv arbeiði er av hesum, og tí eru vit tveir mans fleiri við hendan túrin.
Hann sigur, at rækjurnar eru skjótari at selja, tá ið tær eru pakkaðar soleiðis, og tað eru bara grønlands-rækjurnar, sum verða pakkaðar í eitt kilo eskjur.
- Men hetta er ikki nøkur nýggj framleiðsla, tí hendan linjan stóð umborð á skipinum, tá ið tað kom í 1989.

Svalbard aftur
vorðið áhugavert

Tað eru fleiri ár síðan, at Napoleon, sum er fyrrverandi Ocean Castle, royndi á leiðunum við Svalbard, men sum skilst á skiparanum, eru hesar leiðir aftur vorðnar meira áhugaverdar, nú rækjurnar á Flemmish Kap eru so smáar, og skipini stundum hava havt hampiliga góðan fiskiskap við Svalbard.
Hann sigur, at Havborg fiskaði í fleiri mánaðir við Svalbard í seinasta ári, og Kappin er eisini við Svalbard.
- Sum eg havi skilt, hevur tað bara gingið rímiliga væl hjá føroysku rækjutrolarunum har uppi.
Høgifossur, sum er triðji rækjutrolarin, eru antin á Flemmish Kap ella á Grand Bank í løtuni.
Pauli sigur, at verður hesin túrurin hjá Napoleon í Eysturgrønlandi ikki alt ov drúgvur, ætla teir sær beinleiðis upp til Svalbard at royna.
- Vit ætla okkum upp hagar at fylla upp í lastina, sum hann tekur til.
Hann viðgongur, at hann er spentur upp á at royna hesar leiðir.
- Soleiðis, sum vit hava skilt gongdina við Svalbard, seta vit í løtuni størri vónir til Svalbardsleiðirnar enn til Flemmish Kap.
Pauli sigur, at rækjurnar, sum skipini hava fingið við Svalbard, eru bæði stórar og smáar ? og tær eru ógvuliga reyðar í litinum, sum dámar summum keyparum væl.

Hampilig inntøka

Sum nevnt, hevur Pauli Justinussen siglt sum skipari við Napoleon í hálvt triðja ár.
Hann sigur, at hóast rækjuvinnan hevur verið nógv í andglettinum seinastu árini, eru nógvir av monnunum framvegis teir somu, sum tá ið hann kom umborð.
- Tað er lítil útskifting í manningini, og serliga síðan ísfiskavinnan í Føroyum fór at geva minni av sær, er næstan ikki dagur, at menn ringja og vilja sleppa við. Men vit mugu tíverri ? ella kanska tíbetur ? siga, at vit eru mannaðir, sigur hann.
Pauli sigur, at hóast rækjuvinnan hevur ligið lágt seinastu árini, so hevur manningin kortini fingið eina hampiliga ársinntøku, og soleiðis var eisini seinasta ár.
- Vit hava so ligið omanfyri minstulønina, leggur hann aftrat.

Stór ábyrgd

Vit spurdu at enda skiparan, hvussu tað kennist at hava ábyrgdina umborð á einum skipi í tí partinum av flotanum, ið er so nógv frammi, sum rækjuflotin hevur verið seinastu árini.
- Í fyrsta lagi kennist tað, sum ein stór ábyrgd, tá raksturin er tungur, men vit kunnu ikki gera annað enn okkara besta. Tað er sjálvandi eisini troyttandi at vera í andglettinum so støðugt, sum rækjuflotin hevur verið tað, sigur Pauli Justinussen at enda.
Stýrimaður umborð á Napoleon hendan túrin er Jens Jacobsen, sum býr í Hoyvík.