Tíðargreinin
Íkast til føroyskt kjak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta er eisini eitt av málunum, sum hevur eyðkent tað virksemi, sum Miðlahúsið hevur roynt at útint í farna árinum. Og hetta er eitt av okkara høvuðsmálum fyri nýggja árið, nevniliga at víðka og breiðka karmarnar fyri einum meira miðvísum og opnum orðaskifti, debatt ella kjaki um ein heldur velur at brúka tey orðini.
Skrivi- og talufrælsið eru um ikki sjálvt støðið undir, so tó heilt grundleggjandi partar av fólkaræðinum.
Eitt gott og vælvirkandi fólkaræði kennist tískil av, hvussu umstøðurnar eru fyri skrivi- og talufrælsinum. Ella við øðrum orðum,
hvussu eru umstøðurnar hjá pressuni?
hvussu eru umstøðurnar hjá øllum teimum, ið hava nakað uppá hjarta?
hvør kemur til orða í almenna rúminum?
hvussu kemur ein til orða í almenna rúminum?
hvørjir demokratiskir plattformar eru í samfelagnum
hvørjar holdningar hevur samfelagið til skrivi- og talufrælsið
Hugsað verður her um sjálvar karmarnar – ella rammuna um tað, sum er ein fortreyt fyri skrivi- og talufrælsinum, nevniliga eitt frælst og frítt orðaskifti ella tjak, sum tað eisini verður nevnt.
Skrivi- og talufrælsi snýr seg sostatt um nógv viðurskifti, men eg fari her bert at varpa ljós á tann partin, sum hevur við orðaskifti ella debatt at gera.
Eg fari ikki at viðgera føroysku kjakmentanina sjálva ella debattkulturin. Tað kundi annars verið sera áhugavert, men tað fer at bíða til eina aðra góða ferð. Men hetta kunnu eisini onnur gera, sum Sosialurin og miðlapallarnir í tí góða Miðlahúsinum bjóða seg fram at bera fram og víðari.
Heldur fari eg at umrøða karmarnar ella fortreytirnar fyri føroyskum almennum orðaskifti og eisini at nema við tær umstøður, ið kunnu virka fremjandi fyri demokratiskt orðaskifti í Føroyum.
Í hesum høpi fari eg at umrøða nýggj rák innan fjølmiðlaøkið og eg fari stutt at umrøða tann týdning hesi rák hava fyri karmarnar fyri almenna orðakiftinum.
Ein avgerandi fortreyt er, at vit hava vælvirkandi fjølmiðlar, sum eru opnir fyri almennum orðaskifti. Taka vit bløðini sum dømi, so hýsa hesi ikki longur dulnevndum lesarabrøvum. Hetta er sjálvandi eitt stórt demokratiskt framstig.
Hinvegin vóru tey dulnevndu lesarabrøvini í sjálvum sær eitt áhugavert fyrbrigdi, tí tey søgdu nakað um okkara debattumstøður. Hví høvdu vit yvirhøvur dulnevnd lesarabrøv? Jú, tí tað eru nógv, sum hava ella halda seg hava nakað uppá hjarta, men sum ikki tora at stíga alment fram. Hetta sigur eitt sindur um eitt opið og álitisfult debtattumhvørvi í Frøoyum.
Tað eigur at vera nevnt her, at dulnevndu høvundarnir nú í ávísan mun hava fingið innivist í teimum mongu KT grundaðu tjaksíðum, sum eru til taks.
Sostatt fáa tey, ið framvegis ynskja at vera dulnevnd, luft, men hvussu sunt hetta er fyri fólkaræðið er ivasamt.
Tað er jú tað sermerkta við heimasíðum, at ein stórur partur av fólkinum vita als ikki, at tær eru til. Ein persónur kann tí verða viðgjørdur á eini heimasíðu uttan at vita tað og viðkomandi fær tí ikki vart seg.
Her er sum kunnugt farin fram ein miðlakollvelting, og heimasíðurnar eru vorðnar sjálvur miðilin hjá ávísum samfelagsbólkum.
Men hetta merkir kortini ikki, at KT miðlar hava gjørt aðrar tjakformar til einkis, soleiðis, sum onkur spáddi fyri nøkrum árum síðani. Heldur er hetta beint tvørturímóti.
Her eri eg so komin til mítt evni: tær broytingar, ið eru hendar í fortreytunum fyri einum samfelagsligum orðaskifti, kanska serstakliga í høvuðstaðnum. Her eru hendar nakrar týðandi og sera áhugaverdar broytingar.
Hesar broytingar hava nakað at gera við tað, vit á fjølmiðlamáli rópa konvergens, og hetta hevur nakað at gera við tær broytingar, ið eru hendar í miðbýnum í Havn.
Her eru skaptir nakrir karmar, ið ikki bert eru vælhóskandi til alment orðaskifti, men sum eisini virka eggjandi til eitt slíkt orðaskifti.
Konvergens merkir, at tú hevur fleiri sløg av miðlum í eini og somu skipan. Vit hava í gamla miðbýnum í Havn miðlahús, útvarp, blað og portal.
Miðlahúsið, eitt nútímans samkomuhús í gomlum og sera hugnaligum umhvørvi, stendur einum og hvørjum í boði, sum hevur nakað upp á hjarta og sum vil skipa fyri fundi - sum vil seta spurningar til debat ella sum vil kunna um eitthvørt hugskot av almennum áhuga.
Hvat merkir so hetta? Jú, tað merkir í roynd og veru, at ein miðil, nevniliga fundurin, ið var hildin at vera mestsum útdeyður, er við sítt fríska lív. Fundurin er í roynd og veru tann elsti miðlin og hevur verið nýttur í ártúsund til tess at fáa fram ein boðskap.
Hann hevur bert fingið nýggjar og øðrvísi møguleikar, nýggjar og øðrvísi formar og hartil framúr eggjandi og upplyftandi karmar. Tað er í sjálvum sær eitt upplivilsi at sita í einum meira enn tvey hundrað ára gomlum húsum við eini sera spennandi søgu og sum í sjálvum sær er partur av Føroya søgu. Hartil kemur at við konvergensinum – við portali, útvarpi og blað - fært tú tín boðskap út um alt landið so at siga í somu løtu, sum hann er borin fram.
Men sjálvandi er tað ikki bara húsið og konvergensurin, sum skapa tørvin á at skifta orð andlit til andlits. Hesin tørvur hevur alla tíðina verið har, men karmar og fortreytir hava trotið. Tá, ið idéella møtistaðið er tøkt, verður tað brúkt og brúkt í eitt mát, sum fáur hevði dugað at ímyndað sær.
Hetta er áhugavert: júst sum vit halda, at hesin formur er um at doyggja út, so livnar hann uppaftur. Tað vísir seg, at fólki dámar væl at koma saman, at hoyra eina framløgu frá einum livandi meinniskja og ikki bert frá einum skermi. Hetta prógvar tað gamla framhaldið ella pástandin um, at einki er sum tað livandi orðið. Hvør orsøkin annars er skal eg ikki gera meg klókan uppá, men hetta hevur nakað at gera við, at fólk vilja hava eina uppliving, sum tú ikki fært einsmallur ella einsamøll frammanfyri einum telduskýggja.
Hetta hevur alt eisini nakað at gera við, at hesin parturin av gomlu Havnini er vorðin ein mentardepil. Her eru Tjóðpallurin og Müllers pakkhús, har nakrir av lívsins stóru spurningum verða settir undir orðaskifti. Hertil kemur gamla vaskaríið, sum Tórshavnar býráð hevur sett í fyrimyndarlagn stand. Samantikið eitt umhvørvi, har karmarnir fyri demokratiska orðaskiftinum bert fara at gerast betri og betri til gagns fyri fólkaræðið og harvið fyri okkum øll.
So eg vil fegin saman við øllum okkara medarbeiðarum lata upp dyrnar fyrst í hesum nýggja ár fyri almenningin at gera brúk av teimum møguleikum fyri orðaskifti, kjaki og debatt, sum goyma seg her í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Vit vilja fegin geva okkara íkast til at menna almenna orðaskiftið og varpa hetta út á teimum miðlapallum, sum her eru, fyri bert at nevna ein, trapputingini, ið eru vorðin ein náttúrligur partur av orðaskiftinum. Við nýggju útvarpsrásini hava vit eisini fingið ein einastandandi møguleika at koma inn í hvørt heim í landinum. Vit hava skapt karmarnar og vilja fegin eisini vera við til at fylla teir út – saman við Føroya fólki.
Gott nýggjár.










