Sigling
Á ferðini við Norrønu úr Føroyum til Scrabster, víðari til Noregs og haðani heimaftur til Føroya, var Sosialurin á vitjan á brúnni.
Vit hittu 36 ára gamla skiparan, Alfred Joensen, sum býr á Norðskála og 59 ára gamla húsvíkingin, Regin Sørensen, sum er 2. stýrimaður.
Teir vóru báðir bæði blíðir og fyrikomandi, og uppi á rúmligu brúnni fingu vit bæði kaffi og køkur.
Hesa løtuna var Norrøna á opnum havi, og tí vóru stundir til áhugavert prát.
Ferðin lá millum 18 og 19 sjómíl um tíman, men skiparin visti at siga, at tá teir sigldu niður ígjøgnum Pentlands Firth, har rættiliga streymhart er, var ferðin 26 sjómíl um tíman.
- Vit høvdu viðstreym, og tað rak einar 6 sjómíl, tá vit sigldu hesa leiðina.
Skiparin sigur, at onkuntíð hevur ferðin verið heilt uppi á 30 sjómílum um tíman, tá tað hevur rikið harðast.
Gassmenn
Alfred og Regin eru ein mánaða umborð og ein mánaða í landi. Teir hava tað til felags, at teir áður hava siglt úti við sama reiðaríi, Lauritsen Kosan Tankers.
Í heili tríati ár stóð Regin á brúnni sum skipari á gassbátum hjá hesum felag, og Alfred náddi at vera á brúnni á skipum hjá sama felag í eini fýra ár.
- Meðan eg var við, flaggaði reiðaríið skipini um, og eg náddi at fáa tey seinastu fýra árini hjá hesum felag.
Hóast Alfred og Regin hava siglt hjá sama reiðaríi í nøkur ár, hava teir ongantíð verið á sama skipi í senn.
- Nei, vit hava ongantíð verið á sama skipi hjá Lauritsen Kosan Tankers, men vit góvust báðir nakað um somu tíð, tá skipini flaggaðu um, siga teir.
Trygd í hásæti
Trygdin hevur alt at siga umborð á einum ferðamannaskipi sum Norrøna, og tað er ikki óhugsandi, at slíkir menn, sum hava siglt við gasstangaskipum, eru serliga bevístir um trygdina.
- Trygdarskeiðini hava givið sjófólki nógv. Krøvini eru strong – ikki minst til ferðafólkasigling. Tá syndarligar skipsvanlukkur henda, herðast krøvini við tí fyri eyga at byrgja uppfyri tí, sum hendi – og í aðrar mátar at avmarka vanlukkuna.
Regin vísir á, at venjingar eru umborð á Norrønu hvørja viku, og hesaferð skuldu venjingar verða, meðan skipið lá á Seyðisfirði. Steðgurin í Íslandi er fýra tímar, og tá eru stundir til neyðugu venjingarnar.
- Trygdarvenjingar eru neyðugar, tí manningin skiftir alla tíðina. Vanliga eru fólk umborð fýra vikur í senn, og soleiðis fer onkur í land – og onnur kemur umborð alla tíðina.
Skiparin vísir á, at øll manningin á Norrønu veit, hvørji pláss tey eiga í eini møguligari neyðstøðu, og bjargingarbátarnir eru merktir við numrum.
- Øll manningin hevur kort uppi á sær, so tey vita, hvar tey skulu verða, og hvat tey skulu gera í slíkari støðu.
Ávaringarskipan
Meðan vit steðga á brúnni, greiðir Alfred okkum frá tí sonevnda “dødmands-knøttinum”, ið danir rópa hann. Hetta er ein ávaringarskipan.
- Knøtturin virkar soleiðis, at ein sirena fer at ýla, um trýst ikki verður á knøttin við jøvnum millumbilum – alt eftir, hvat tíðarbil knøtturin er innstillaður eftir.
Hesa løtuna, vit vóru á brúnni, skuldi trýstast á knøttin tólvta hvønn minutt. Annars fór sirenan í gongd.
- Tá siglt verður innanskers, kunnu vit stilla skipanina at ýla við hálvum øðrum minutti millumbili. Fer sirenan at ýla, og hon ikki verður sligin frá á brúnni, fer ávaringarskipanin í gongd í kømrunum hjá hinum yvirmonnunum – og reagerar eingin har, fer skipanin um brandalarmin í gongd um alt skipið.
Alfred sigur, at ávaringarskipanin altíð er “aktiv” umborð á Norrønu, tá siglt verður ímillum lond.
- Hetta er ein tryggleiki, um onkrum skuldi borist okkurt fyri á brúnni, leggur hann aftrat.
Einki alkohol
Tað er altíð skiparin sjálvur, sum leggur skipið til bryggju – og sum stýrir skipinum útaftur á opið hav.
- Skiparin er altíð tøkur, og hann er altíð á vakt, sum 2. stýrimaður, Regin Sørensen, tekur til.
Skiparin ásannar, at trygdin er í hásæti.
- Vit prioritera trygdina ógvuliga høgt, og javnan er eftirlit umborð. Fylgja vit ikki krøvunum, sleppur skipið ikki at sigla. Vit eru “up to date”, og okkum dámar best, um vit eru eitt sindur frammanfyri tíðina á hesum øki.
Ein liður í tryggleikanum umborð á Norrønu er, at nýtsla av alkoholi millum manningina er púrasta bannað.
- Promillan er 0,0. Her er einki at rafla um. Tá fólk verða sett í starv, skriva tey undir upp á, at tey halda seg rúsfrí, meðan tey eru umborð. Hetta geldir bæði í arbeiðstíðini og á frívaktini. Fólk vita, at tey nær sum helst kunnu verða rópt upp til eina alkoholroynd. Eingin ávaring verður givin. Er nøkur promilla, er bara ein vegur, og tað er í land.
Alfred sigur, at tað er uppgávan hjá honum sum skipara at syrgja fyri, at eingin er ávirkaður.
- Øll skulu altíð kunna vera stand-by, og tí er neyðugt við hesum reglum, leggur hann aftrat.
Føroyingar yvirmenn
Manningartalið umborð á Norrønu hendan túrin, Sosialurin var við, var 97. Um veturin liggur talið um 60, men tá serligir túrar verða gjørdir, eitt nú undan jólum, verður talið skrúvað uppaftur.
Øll driftsmanningin er føroysk – heilt av brúnni, niður á dekkið og niður í maskinrúmið.
Samlaða talið av føroyingum á nevnda túri var 33 og tjóðin, sum annars var best umboðað við manningartali, var Pólland við 32 fólkum.
Annars eru nógvir aðrir nationalitetir við Norrønu, eitt nú íslendingar, danir, norðmenn og sviar.
- Øll skulu duga enskt og í minsta lagi eitt sindur av skandinaviskum. Fólk, sum ikki duga nakað av skandinaviskum, fáa høvi at fara á skeið á Føroya Sjómansskúla, og her skulu tey í minsta lagi duga eini 300 orð. Ein liður í hesum er, at tey skulu kunna hjálpa og vegleiða ferðafólki, um skipið kemur í neyðstøðu.
Gott samstarv
Alfred sigur, at samstarvið milllum fólkini úr ymisku londunum sum heild er sera gott.
- Okkurt smávegis kann stinga seg upp, men sum heild gongur alt upp á tað besta, og fólk eru heldur ikki so “klikut”, sum hann tekur til.
Hann sigur, at tað sjálvandi hevði verið ynskiligt, at fleiri føroyingar sigldu við Norrønu, men hann ásannar, at tað er ikki lætt at fáa nóg mikið av føroyingum til ymisku postarnar umborð.
Alfred Joensen gjørdist skipari umborð á nýggju Norrønu í mars 2004, men hann hevur áður verið við gomlu Norrønu. Avloysari hjá honum í skiparastólinum, tá hann er í landi, er Hendrik Hammer.
Byrjaði á dekkinum
Regin Sørensen, sum vit nevndu í byrjanini, hevur í apríl í ár verið trý ár við ferðamannaskipinum.
Hóast hann í tríati ár sigldi sum skipari við gasstangaskipum, byrjaði hann á dekkinum umborð á Norrønu.
- Hetta er annað skeiðið hjá mær sum 2. stýrimaður. Mær dámar hetta væl, og eg satsi ikki upp á at sleppa longur upp eftir stiðanum. Eg havi havt mina tíð sum skipari í mong ár, og tað er gott, at yngri kreftir taka við, sigur fryntligi húsvíkingurin.
Áðrenn vit fara av aftur brúnni, ynskja vit skipi og manning góða ferð – og framhaldandi góða eydnu við ferðamannasiglingini á føroyskum kjøli.