Àlandi, at badminton í Føroyum hevur tikið seg so nógv fram, so her er veruliga nógv at frøast um. Bara tað at koma í finaluna ímóti Grønlandi í liðkappingini, var ein stór uppliving í sjálvum sær, men soleiðis [...] badminton nakrantíð hevur vunnið. Tað var stuttligt at síggja brosini og glógvandi eyguni í Vikingahallen í Godby í gjárkvøldið, og tú stóðst við einari kenslu av, at her kann saktans spyrjast enn meira burturúr [...] er blivið til okkurt hendinga heiðursmerki í einstaklingakappingini millum ár og dag. Eitt silvurmerki og fýra bronsumerki var úrtøkan frammanundan, men eftir í gjár er alt tað fullkomuliga broytt. Og hóast
streyminum, sum taratonglar í brimi. Tað eru nógv fólk í Føroyum sum fara at minnast ommu fyri, hvussu røsk hon var. Eitt nú frá pensjónistaskeiðunum á Háskúlanum, har hon í mong ár var so nógv tann elsti [...] Tað var stilli og kalt, sólin sá og eitt kavafølv lá í bygdini og í fjøllunum kring um Vestmanna. Eg hevði júst gjørt lítla kláran til ein gongutúr í vogninum tá mamma ringdi: Eftir nærum eina viku á truplari [...] Tá eg eina løtu seinni stóð á vegnum niðan í Heygadal og leit oman yvir bygdina sum nú í næstan 100 ár hevði verið ramma um lívið hjá ommu, fann eg ugga í jólasálminum, vit so mong jól sungu heima hjá
at fleiri danskar lógir ikki kunnu fáa gildi í Føroyum, tí tær eru ov frælsar. Í okkara nútíðaraltjóða virknisfýsni eru 45.000 sálir á 1400 kvd. km mitt úti í Atlantarhavinum ov lítil eind til at bera eina [...] soleiðis, at vit í dag eru sum kristin tjóð at rokna. Eitt sindur øðrvísi er tað við ríkisfelagsskapshugsjónini hjá Sigmundi. Hon nærmast dumpaði til fólkaatkvøðuna í 1946, og eftir fíggjargøluna í áttati árunum [...] vit hava í ríkisfelagsskapinum. Í altjóða høpi eru Føroyar ikki størri enn ein evarska lítil kommuna ella landsbýur, sum EU næstan ikki tímir at tosa við, tí tað er ov orkukrevjandi hjá teimum í mun til
eru ógvuliga aktuel í løtuni, og bylgjurnar ganga høgt í kjalarvørrinum av bankagøluni. Heimastýrislógin er fimti ár og treingir til ábøtur. Teir politisku flokkarnir royna hvør í sínum lagi at geva boð [...] enn í hvussu so er. Vit hava bert eina vanliga ? onkur sigur vánaliga ? handilsavtalu við E.U. Loysa vit frá Danmark, so eru vit heilt slept upp á fjall. Helst er í dag ein stórur meiriluti fyri í føroyska [...] verður eisini sagt, at Danmark fær pening frá USA fyri natostøðirnar í Føroyum? Og ikki er heilt óhugsandi, at danir vænta sær at sleppa upp í part, um vit fáa eitt føroyskt oljuríkidømi? Og er hetta alt so
mongum, at hann ikki gjørdist formaður í hesi nevndini. Í staðin gjørdist stjórin í SEV, Klæmint Weihe formaður. Millum limirnar er eisini Dávur Reinert Hansen, sum í løtuni hevur farloyvi frá landsverkf [...] leitað sær niðan í útvarpshøllina at líða á og síggja framsýningina. Her vóru eitt nú fleiri av ?gomlu? kendu andlitunum frá stovninum at síggja. Áhugaverd bók Í sambandi við at LV í fjør hevði 50 ár á [...] ini leygardagin. Í bókini eru fyrilestrar eftir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingi frá 48 til 88, har er eitt søguligt yvirlit yvir samferðslu, vegabygging og havnabygging í Føroyum. Har eru eisini nógvar
álopsmenn. Tað er lítið at ivast í, at Todi Jónsson og Uni Arge verða í álopinum í kvøld, hóast Jákup á Borg og kviki Heðin á Lakjuni spentir bíða eftir sínum kjansi. Í málinum verður Jákup Mikkelsen, sum [...] at Allan Simonsen valdi høgrabeinta Pól Thorsteinsson spæla í vinstru síðu. Pól stóð seg væl í verjupartinum, men vinstra síða manglaði tyngd í álopspartinum. Henning fær kjansin Velur landsliðsvenjarin [...] royndi skiftisspælarin í dystinum móti Estlandi, og Allan Simonsen leggur dent á royndir, tá hann setir sítt lið saman. Teir ungu bíða spentir Uni Arge átti at havt leikbann í dystinum í kvøld, men nógv umrøddur
Síðsti dysturin í Intertoto Cup verður í Grikkalandi leygardagin 15. juli. Vit fara úr Føroyum 9. juli, og tá vit hava spælt, steðga vit har niðri í eina viku. Ætlanin er at liggja í venjingarlegu, har [...] ógvusligt fríspark ímóti Jan Dam hjá HB, Allan Mørkøre hjá KÍ fekk í Gøtu reytt kort stutt fyri leiklok, tá hann fyri aðru ferð fekk gula kortið, og í Gundadali vórðu Eyðun Kjærbo hjá VB og Tomislav Sivic hjá B36 [...] longri, enn tað vanliga er, og í slíkum førum fáa feløgini søkina til ummælis, áðrenn endaliga avgerðin um sekt verður tikin. Tá kappingarnevndin hevur tikið sína avgerð í slíkum førum, hava feløgini møguleika
Menningin av kvinnurættindum er hend so við og við. Eisini í Føroyum. Og vit eru rættiliga frammalaga í mun til nógv onnur heimsins lond. Men í abortmálum halta vit afturút. Her eru framvegis loyvdir eftir [...] virði. Avgerðin liggur enn í hondunum á lógini og í hondunum á læknum, sum tulka lógina. Hesin parturin av lógarverkið okkara minnir ov nógv um tey lógarverk, sum verða smíðjað í teimum londum, sum ikki [...] spyrja nær er tað í lagi, og nær ikki? - Kunnu vit taka lív, tá ið mamman er neyðtikin, ella tá ið talan er um insest? - Kunnu løgtingslimir avgera við undantøkum í lógini, nær tað er í lagi at taka lív
alt ov stóran part av vetrinum. Sambært eini kanning, kommunan læt gera í jan. 2022, var fólkatalið í Vestmanna 3% lægri enn tað var í 1985, meðan Sunda- og Vága kommunur – sum vit ofta sammeta okkum við [...] fyri í einum annars so væl útbygdum samfelag, men tíverri er tað tann beiski veruleikin. Hettar nívir inn á bein, og landsins politikkarar mugu taka støðuna í álvara. At unga ættarliðið búsetist í heimbygdini [...] Soleiðis skrivar Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna, í skrivi, hon hevur sent okkum: »Kommunan hevur tøk, byggibúgvin grundstykkir, eitt vælvirkandi dagstovnaøki, har er ongin bíðilisti og onki s
síðani gamlar dagar J Teir settu met í sendingini Fimtan Teir Bestu við at liggja ovast í óteljandi vikur, teir luttóku í Prix Føroyar í 1999, og teir hava verið at hoyrt í amerikonskum útvarpi. Tað verður [...] býr ei í Tórshavn, Ein vátur og kaldur drongur, Omman við Gjógv, Rudolf, Til allar kvinnur, Hví gongur Tom altíð skid, Frensurin hjá Óla og ikki minst Grøv nr 13. So veit man, at tað verður lív í! Niklas [...] hevur fortíð í bólkum sum Terji & Føstufressar, Musketerarnir og Absurdy Fair, men tað var við bólkinum Plúmm á Ung 85 plátuni, at Torkil veruliga gjørdist stjørnan, við ljósu songrøddini í lagnum Stjørnuskot