Fantastiskt liðavrik gav badmintongull

Øll gjørdu sítt allarbesta, tá badminton í gjárkvøldið gjørdi bart og vann gull í liðkappingini. Í finaluni ímóti Grønlandi vóru øll við til at lyfta og bera, og hóast eitt sindur av spenningi kom í, tá tann eini dysturin varð taptur, var avrikið sera sannførandi og gullið fult uppiborið

BADMINTON

 

einslistir@kallnet.fo

 

Badminton hevur ongantíð talst millum stóru heiðursmerkjaslúkarnar á Oyggjaleikunum, hóast tað er blivið til okkurt hendinga heiðursmerki í einstaklingakappingini millum ár og dag. Eitt silvurmerki og fýra bronsumerki var úrtøkan frammanundan, men eftir í gjár er alt tað fullkomuliga broytt. Og hóast vit ikki enn siga, at badminton er nakar slúkur, tá tað kemur til heiðursmerki, so skerst ikki burtur, at gullið í gjárkvøldið er kærkomin badmintonsøga!

Sum badmintonfólkini hava spælt á leikunum higartil, er tað tó eingin, ið undrast, tí talan hevur ikki bara verið um sigrar, sum eru vunnir, men beinleiðis avsmurningar, sum eru givnir. Tað hevur vakt ans á Àlandi, at badminton í Føroyum hevur tikið seg so nógv fram, so her er veruliga nógv at frøast um.

Bara tað at koma í finaluna ímóti Grønlandi í liðkappingini, var ein stór uppliving í sjálvum sær, men soleiðis sum tað gekk fyri seg, er øll orsøk til at rósa badmintonfólkunum fyri ein fantastiskan innsats og eitt einastandandi liðavrik, ið legði botnin undir gullið.

 

Aksel byrjaði ballið

Aksel Poulsen var fyrsti føroyingurin, ið skuldi royna seg, tá hann í einmansleikinum hjá monnum skuldi spæla ímóti Frederik Kjærholm Elsner. Aksel vann fyrsta settið 21-18 og hevði eina ávísa yvirvág í dystinum sum heild. Men hóast grønlendingurin fór avstað við øðrum setti, 21-19, so fekk hann ikki ein kjans frá Aksel í triðja og avgerandi settinum, sum var vunnið 21-14.

– Hetta var fantastiskt, men tungt. Tað gjørdist ein sálarligur dystur okkara millum, og har gjørdist eg tíbetur tann sterkari. Tað hevði nógv at siga, at vit kunnu vinna fyrsta dystin, tí tað kundi hjálpa teimum nógv, ið skuldu spæla aftaná, segði Aksel Poulsen eftir dystin.

Hann fekk ikki tann langa steðgin, tí hann skuldi eisini vera partur av tvímansleikinum hjá monnum, so hann kundi bara hvíla seg og fekk ikki fylgt so væl við, hvat hendi í tvímansleikinum hjá kvinnum.

 

Sigrun ov troytt

Har var tað Sigrun Smith, ið skuldi royna seg ímóti Mille Schiøtt Kongstad, men skjótt sást, at hetta ikki var dagurin hjá Sigrun. Mille vann fyrsta sett 21-11, tá hon var nógv betri, og hóast Sigrun royndi at stríðast í øðrum setti, fór Mille eisini avstað við tí, 21-17, og vann dystin teirra millum 2-0.

– Eg vildi fegin vunnið, men eg var bara so troytt í beinunum, at har gjørdist einki. Men so skal eisini sigast, at Mille spældi øgiliga væl, og eg føldi ongantíð í dystinum, at eg ordiliga kom við. Har var mótbrekka alla tíðina, segði Sigrun Smith, sum eftir tann dystin mátti royna at hvíla seg, tí hon visti, at hon og Brynhild Carlsson skuldu spæla tvímansleikin hjá kvinnunum aftaná.

 

Vístu vegin

Hóast hvíldin hjá Aksel ikki gjørdist tann stóra, so sást einki til møði, tá hann og Bjartur Lamhauge fóru í holt við tvímansleikin hjá monnum. Her fekst sjón fyri søgn, at teir báðir eru øgiliga væl samanspældir, og tað kom næstan ikki fyri, at misskiljing teirra millum var orsøk til stigamiss.

Teir báðir grønlendingarnir, Mininnguaq Kleist og Frederik Kjærholm Elsner, fingu í veruleikanum ikki eitt bein fyri seg, men máttu taka til takkar við einum sonnum avsmurningi, tá Aksel og Bjartur spældu teir av vøllinum við einum greiðum 2-0 sigri, har settúrslitini vóru 21-14 og 21-16.

– Tað hevði nógv at siga, at vit vunnu, tí so skuldu vit bara vinna ein dyst aftrat fyri at fáa gullið. Og vit máttu so bara vóna, at vit kundu lata eitt sindur av okkara orku og áræði víðari til kvinnurnar, sum skuldu spæla sín tvímansleik aftaná, segði Bjartur Lamhauge.

– Eg helt eisini, at vit fingu fatur í spælinum beinanvegin, so teir ongantíð sluppu inn í dystin. Vit vóru klárir frá fyrsta bólti og kundu bara koyra tað heim, uttan at vit nakrantíð kendu okkum hóttar. Hetta var ótrúliga deiligt.

 

Brynhild bardist væl

Nú vóru Føroyar á odda 2-1 samanlagt ímóti Grønlandi, og eydnaðist kvinnunum eisini at vinna sín tvímansleik, so var gullið komið í pottin. Brynhild Carlsson kundi fara frísk á vøllin, og spurningurin var tí bara, hvussu væl lá fyri hjá Sigrun at reisa seg, eftir at hon hevði tapt sín dyst í einmansleikinum.

Men tað vísti seg skjótt, at her var eingin orsøk til stúran. Sigrun helt høvdið kalt og læt Brynhild taka tey tyngru tøkini, tá tað kravdist, og tað megnaði Brynhild so væl, at hon helst hevur verið orsøk til, at Mille Schiøtt Kongstad og Aviaaja Geisler mundu kenna tað, so stóðu tær yvir fyri einari maskinbyrsu.

Samspælið millum Sigrun og Brynhild riggaði øgiliga væl, og serliga var tað Brynhild, ið stóð fyri tí ágangandi spælinum, ið veruliga gav teimum báðum grønlendsku trupulleikar. Uttan at skelva á hondunum vunnu tær báðar føroysku ein tryggan 2-0 sigur, og í báðum settunum var munurin 21-16.

Og so títt og knapt, dysturin var liðugur, var alt ein stórur trunki inni á vøllinum, tí øll tey ovurfegnu badmintonfólkini stormaðu inn at fagna Sigrun og Brynhild og at fegnast um størsta sigurin, føroyskt badminton nakrantíð hevur vunnið.

Tað var stuttligt at síggja brosini og glógvandi eyguni í Vikingahallen í Godby í gjárkvøldið, og tú stóðst við einari kenslu av, at her kann saktans spyrjast enn meira burturúr, tí enn eru leikirnir ikki lidnir!

Men fyribils siga vit bara: Badminton, hjartaliga tillukku við gullinum!