klokkan 10 og 14. At forða fyri hesum nú, vildi verið at sett okkum aftur í tíðina og tað kann ikki vera ætlanin. Vit mugu eisini ansa eftir, hvussu tvørligt vit gera tað hjá fólki, tí her skal vera liviligt [...] ferð. Bæði rundstykkini til morgunmatin hjá familjuni, blómutyssið til konuna og bensinið til bilin eru bjargað. Í evstu løtu broytti Løgtingið meining og avgjørdi, at handlar, sum bakarí, bensinsølur og [...] hevur brúkt drúgva tíð upp á at finna útav, nær handlar skulu sleppa at hava opið. Úrslitið var at nú kunnu allir vanligir handlar hava opið frá klokkan 6 á morgni til klokkan 11 á kvøldið frá mánadegi
umleið 240, og talið av skúlabørnum mundi ikki liggja stórt omanfyri 25-30. Nú er aftur vent í holuni, og fleiri familjur við børnum eru fluttar útaftur til Nólsoyar at búgva. Onkur familja við tilknýti til [...] Havnini og aðrastaðni, vitja aftur á slóðina. Norðuri í bygdini eitt slíkt kvøld fyri páskir møttu vit mammu Ova, Olevinu Joensen, sum stóð og prátaði við eina vinkonu. Vina, sum hon vanliga verður rópt [...] rópt, helt fyri, at tað er so hugnaligt, tá ið ljós aftur er at síggja í hvørjum vindeyga. Hon er nú farin um tey áttati, men er framvegis røsk. Vina, sum hevur verið ein megnar kvinna, hevur ikki altíð havt
leygarnáttina var so hevndarstundin komin og tær báðar genturnar og ein drongur eru ákærd fyri at hava forfylgt hesum dronginum ígjøgnum náttarlívið í Havnini og tey eru nú ákærd fyri at leypa á hann í felag [...] Men fútin sigur, at hon var ikki einsamøll. Tvær ungar gentur og ein drongur eru í felag ákærd fyri harðskap. Men tey eru eisini ákærd fyri harðskap í felag av serliga ráum og vandamiklum slagi ímóti [...] framvegis, tí tey høvdu biðið um umbering og tað hevði hann góðtikið. Tóku lógina í egnar hendur Genturnar eru ikki revsaðar fyrr, men tað er drongurin aftur fyri í ólukkumát, tí hann hevur fleiri dómar fyri innbrot
eisini útgerðin. Men nú loyvið er fingið, verður verulig ferð sett á, tí enn er nakað eftir, til hølini eru klár. Veggir eru komnir upp og greitt er, hvar alt skal vera. Útgerðin er komin, men er ikki sett [...] lætt tilfar sent og kvøldini eru sett av til "pary". Sunnudagurin verður merktur av práti og samrøðum við kend og ókend fólk og sjálvsagt tónleiki. Fleiri fastar sendingar eru. T.d. verður ein Top 40 listi [...] Tann 6. mai byrjar Atlantic Radio at senda. Fyrradagin varð sendiloyvi givið og ferð verður nú sett á arbeiðið at seta hølini í stand á loftinum í bygninginum hjá Brøður Petersen á Hálsi í Havn. Tað er
Nógvir dagar eru brúktir umborð. Bæði til fiskiskap og eisini til annað arbeiði, sum fyrlgir við. Nógvar eru vøkunæturnar, tá brimið stóð í grasið, og hildið varð vakt umbroð. Tað var ikki sum nú, at góð havn [...] einki annað, sum er meira neyðugt, er at gera. Í aðrar mátar eru tað veðrarnir, føroyski dansurin, Norrøna Felagið og hvat ein pensionistur nú kann finna uppá, sum dregur. Men heimafronturin hevur eisini [...] eisini verið drúgvur. Marna hevur sanniliga ikki lagt sín part eftir. Tað hava tey mongu, sum komin eru á gátt, bæði í privatum almennum ørindum, sannað. Ivaleyst verða tey eisini fleiri, sum fara at vitja
vænta vit ikki verða líka góð, sum hesi seinastu sjey-átta, men vit eru í dag í einari heilt aðrari støðu reint fíggjarliga, sigur Birgir. Eigararnir av Idé Møblum valdu altso handilin, og tað eru tað eisini [...] ikki so góð, sum tey fyrstu árini av 2000. -Vit eru takksom fyri, at “timingin” fyri nýggja handil okkara, sum lat upp í 2000, var so góð, sum hon var, tí vit høvdu jú upplivað at koma illa fyri av nýggjum [...] handilin verða tó ikki broyttar, siga Elsebeth og Birgir: Vit fara framhaldandi at gera okkara besta, og so leingi vit brenna fyri tí, sum vit gera, so tykist tað, sum um, at bæði starvsfólkini hjá okkum
málinum komu, síggja vit nú, at skapa varandi kognitiv mynstur í føroyinginum rundan um eina kenslu av felagsskapi. Tað hvílir enn ein serliga aura yvir hesum "founding fathers", ið vit hava sæð á frímerkjum [...] refleksivt modernað ella før fyri at endurskapa seg sjálva. Siga vit, at føroysk tjóðskaparlig mentan er ein "ímyndaður felagsskapur", eru vit noydd at læra okkum at síggja, at hesin felagsskapur varð skaptur [...] enda sum ein lívstílur millum aðrar í Føroyum í dag? Og merkir tíðin vit liva í í dag og tað, ið verður rópt modernitetur ikki, at vit refleksivt kunnu velja hendan lívstíl, ella ein annan? Í hesi grein
so ljósareyður fyrr, tí tá livdu vit styttri og tað vóru fleiri álvarsamar vanlukkur. - Nú er tað vorðið soleiðis, at ongi børn eru at síggja í gøtunum, tí børnini eru flutt yvir dagstovnarnar. Og har [...] til aldurdómin, og tað ber ikki til ikki hjá teimum, sum eru heima við ongari løn Hann heldur, at við uppskotum sum hesum, er vandi fyri, at vit fara at hava tveir samfelagsbólkar, har tann ananr fer at [...] mennast saman við øðrum børnum, undir tryggum og barnavinarligum umstøðum, og har fólk við útbúgving eru um tey, staðfestir formaðurin í Pedagogfelagnum. Jógvan Philbrow heldur eisini, at kvinnupolitiskt
avtoftaður, og miðsavnaður í Tórshavn. Vit síggja at milliardir vera nýttar í Tórshavn til íløgur, meðan lítið og onki verður gjørt kring um í landinum, uttan at tað eru kommunurnar, sum antin strongja á [...] ein av orsøkunum til, at Annika Olsen nú vil hava borgarstjóranar tveittar út úr Løgtinginum, heldur Jóhan Christiansen. - Kommunurnar og borgarstjóranir sum heild, eru við til at bremsa miðsavningini av [...] av Føroyum, sigur hann - Kommunurnar eru seinastu skansanir í Føroyum, sum kunna tryggja eina fjøltáttaðar Føroyar, har vælferðartænastunar eru í hásæti, sigur Jóhan Christiansen Trýst HER og les meiri um
ophold på Færøerne” Janus Rein heldur, at eingin ivi er um, at Sea Shepherd fólkini eru ikki her sum vanlig ferðafólk. - Tey eru við tí endamáli at veita Sea Shepherd eina tænastu. Tey ganga vakt eftir vaktarskipan [...] Vit hava longu sum er, ríkiligt av heimildum til at nokta Sea Shepherd at koma til Føroya. Men tær heimildirnar verða bara ikki brúktar, tí at danir vilja ikki brúka tær. Tað sigur Janus Rein, tingmaður [...] nakran fyri nakað, tey siga at tey ætla at gera. - Løgreglan kann ikki taka meg fyri tí um eg sigi, at nú fari eg at koyra alt ov skjótt. Løgreglan kann ikki taka nakran, fyrrenn brotsverkið er framt, leggur