Hevndu seg inn á ungan drong fyri neyðtøku

Tvær ungar gentur og ein ungur drongur eru nú ákærd fyri at hava forfylgt einum drongi í Havnini, har tey somu nátt bukaðu hann sundur og saman heilar tríggjar ferðir, tí hann skuldi havt gjørt seg kynsliga inn á báðar genturnar ímeðan tær lógu avdotnar

- Tað einasta, eg hugsaði um, var, at hann skuldi hava bank.

Tað var orsøkin til, at ein ung genta eina náttina legði á ein drong mitt á gøtuni í Havn.

Men fútin sigur, at hon var ikki einsamøll.

Tvær ungar gentur og ein drongur eru í felag ákærd fyri harðskap. Men tey eru eisini ákærd fyri harðskap í felag av serliga ráum og vandamiklum slagi ímóti einum drongi eina leygarnátt fyri einum góðum árum síðani.

Onnur av teimum ungu gentunum tvíheldur um, at drongurin hevði neyðtikið hana einaferð, hon lá avdottin í eini veitslu.

Hin gentan tvíheldur um, at hann hevði følt upp á hana og næstan eisini neyðtikið hana einaferð hon var avdottin í eini veitslu.

Hesa ólukku leygarnáttina var so hevndarstundin komin og tær báðar genturnar og ein drongur eru ákærd fyri at hava forfylgt hesum dronginum ígjøgnum náttarlívið í Havnini og tey eru nú ákærd fyri at leypa á hann í felag heilar tríggjar ferðir eina náttina og hava bukað og sparkað hann sundur og saman bæði á kroppin og í høvdið ímeðan hann lá á vegnum.

Tað var av tilvild at teirra vegir krossaðust í náttarlívinum í Havn hesa náttina og tað endaði við, at tað fór heilt yvir gevind.

Fyrstu ferðina vóru tey øll trý saman um at buka og sparka drongin. Tá ið hann slapp sær til rýmingar, eltu báðar genturnar hann og tá ið tær fingu fatur á honum upp á Vaglinum, læt onnur gentan seg úr stivlunum, læt hinari gentuni annan stivlan og saman bukaðu tær hann á kroppin, í andlitið og í høvdið við hvør sínum stivla.

Eitt sindur seinni somu náttina fingu tey fatur á honum einaferð afturat í býnum og tá sigur ákærin, at báðar genturnar og drongurin løgdu einaferð enn á hann og bukaðu hann av og sparkaðu hann fleiri ferðir í høvdið og á kroppin ímeðan hann lá á vegnum.

Maðurin fekk eitt stórt blátt merki í høvdið. Hann fekk somuleiðis ein lítlan skurð í vangan, umframt onnur merki í andlitið, men hann fekk ikki varandi mein.


Skuldi hava bank

Onnur gentan og drongurin játtaðu seg partvíst sekan.

Hon játtaði at hon legði á mannin, men smálutirnar minnist hon ikki.

Hon segði, at tað einasta, sum mól í høvdinum á henni, var, at maðurin skuldi hava bank fyri tað hann hevði gjørt ímóti henni. Men gardinurnar fóru niðurfyri tá ið hon fekk fatur á dronginum og hon slóð mestsum í blindum.

Hin gentan vildi ikki játta seg sekan. Men hon var so full, at hon minnist onki til hendingina, so høvdu vitni sæð hana gera nakað, kundi hon heldur ikki mótmæla tí.

Drongurin játtaði at hava sligið mannin nakrar ferðir, men hann sýtti fyri at hava sparkað hann, sjálvt um hann áður hevur váttað tað fyri løgregluni.

Tað er skerpandi fyri tey ákærdu, at tey framdi harðskapin í felag, men tað vildi ongin av teimum vildi tó viðurkenna, tí tey søgdu, at tað var hvør í sínum lagi

Kortini vildi ongin av teimum góðtaka, at talan var um harðskap av serliga ráum og vandamiklum slagi.

Tað mesta, tey vildu viðganga, var vanligan harðskap.

Hendan triðja gentan er ókend og tí er hon heldur ikki ákærd í málinum.

Harðskapurin endaði, tá ið ein hýruvognur kom framvið og førari og ferðafólk løgdu upp í.

Hýruvognsførarin vitnaði í málinum og hann greiddi frá, at hann sá tríggjar gentur sparka drongin við almakt, ímeðan hann lá mestsum púra deyður á vegnum.

Ella sum vitnið málbar seg: Tað bleiv sparkað ígjøgnum.

Her skal so leggjast afturat, at annað málið um kynsligan ágang varð meldað til løgregluna, sum slepti málinum, tí ongi prógv vóru. Hitt málið um kynsligan ágang varð ongantíð meldað.

Drongurin, sum varð álopin, visti, at tær báðar genturnar vóru óðar inn á hann, tí tær, tí tær gingu og fortaldi lygnir um, at hann skuldi havt gjørt seg kynsliga inn á tær.

Hann og onnur av teimum ákærdu gentunum og ákærdi drongurin vóru annars bestu vinfólk og tað vóru tey framvegis, tí tey høvdu biðið um umbering og tað hevði hann góðtikið.


Tóku lógina í egnar hendur

Genturnar eru ikki revsaðar fyrr, men tað er drongurin aftur fyri í ólukkumát, tí hann hevur fleiri dómar fyri innbrot, stuldur, fyri at hava selt stolnar lutir, fyri at hava koyrt við kenning og fyri at hana koyrt bil við ongum koyrikorti.

Ákærin staðfesti, at hóast tað var umberandi fyri tær báðar genturnar, at tær høvdu eina greiða kenslu av at hava verið fyri kynsligum ágangi frá tí avbukaða dronginum, verður tað ikki góðtikið, at fólk taka lógina í egnar hendur.

Hinvegin helt ákærin ikki, at drongurin kundi umbera seg við nøkrum slíkum og hann hevði sostatt onga orsøk til at leggjast á dreingin.

Ákærin vildi tí hava drongin dømdan at sita í minst tríggjar mánaðir, umframt at hann skuldi betala 15.000 krónur í bót og endurgjaldi. Og so skal hann ikki sleppa at taka koyrikortið tey næstu fimm árini.

Onnur gentan, sum er undir 18 ár, skuldu sleppa undan at sita, men treytin var, at hon gevur seg undir barnaverndina og onki ólógligt ger í tvey ár.

Hin gentan, sum er yvir 18 ár, skuldi hava ein treytaðan dóm upp á 60 dagar. Tað merkir, at ger hon onki ólógligt tey bæði næstu árini, sleppur undan at sita. Men treytin hjá henni er, at hon gevur seg undir treytir frá kriminalforsorgini.


Prógvini ivasom

Verjarnir hildu, at hetta var í yvirkantin, tí teir hildu ikki, at talan var um so álvarsligan harðskap, sum ákærin vildi vera við.

Teir hildu eisini, at prógvini vóru heldur ivingarsom og í øllum førum kundi tað ikki prógvast, at harðskapurin var framdur í felag. Verjarnir vildu heldur ikki vera við, at talan var um harðskap av serliga ráum og vandamiklum slagi.

Eitt nú varð nógv tosað um, hvussu stivlarnar sóu út, um talan var um stivlar við spískari trónu, hørðum botni og høgum hæli, ella ikki.

Verjin hjá dronginum vísti eisini á, at tað var ikki prógvað, at drongurin hevði havt so stóran leiklut í hesum, sum ákærin vildi vera við, tí hann hevði noktað fyri at hava sparkað og ongi vitni hevði sæð tað heldur.

Dómarin vildi hava stundir at umhugsa málið og tí verður dómurin ikki sagdur fyrrenn í næstu viku.