Idé 30 ár í Føroyum
Birgir Andreasen hevur altíð sæð yngri út enn hann er, og ger tað framvegis. Tað var tí kanska skilligt, at bankamaðurin, sum skuldi gera av, um Birgir skuldi sleppa at læna eina lutfalsliga stóra upphædd í 1973 til at keypa matvøruhandilin hjá Kára Múller í Torsfinsgøti, ivaðist eitt sindur.
-Tey hildu ikki at tað var eitt gott hugskot, at ein so ungur maður fekk eitt so stórt lán, minnist eg.
Birgir Andreasen tosar spakuliga. Hevur hug at drála eitt sindur, nú hann situr og minnist aftur á byrjan sína sum handilsmaður. Tað kennist sum at hann nýtur at sleppa at tosa um gamlar dagar, tó at tað altíð hevur verið framtíðin og framdriftin, sum hevur fylt mest í lívi hansara.
-Men tað gekk, og tað var fyrst og fremst pápa mínum fyri at takk, fortelur Birgir.
Pápin, Joen Peter Andreasen, hevði álit á soninum, og hann var eisini somikið væl fyri fíggjarliga, at hansara orð, og kanska ikki minst borgan, hevði við sær, at bankin at enda lænti Birgir pengar til at keypa handilin í Torfinsgøtu.
-Tað var ein stór íløga hjá einum 19 ára gomlum, tað er vist. Handilin kostaði eina millión krónur, minnist Birgir Andreasen, men tú kennir á honum, at hann ongantíð var í iva um at tað fór at ganga.
PÁPPIN SEGÐI EINKI
Tá Birgir Andreasen fór til arbeiðis sum sjálvstøðugur 19 ára gamal handilsmaður í Havn, á heysti í 1973, varð ikki tað stóra gjørt burturúr. Handilin hevði verið opin eina tíð, og kundarnir hugsaðu kanska ikki so nógv um, at hann nú hevði ein nýggjan eigara.
-Tað var sjálvsagt ein serlig kensla at fara til arbeiðis fyri seg sjálvan, men tað var so nógv at gera frá fyrsta degi, so eg hevði ikki rættiliga stundir til at hugsa so nógv um tað, minnist Birgir.
Søgan aftanfyri sjálvt keypið av matvøruhandlinum og bygninginum, har hann húsaðist, er eitt sindur serlig. Kári Múller, sum seinni bleiv kendur fyri at eiga og reka handilin “Feðgar” í SMS, hevði bygt húsini í Tórfinsgøtu og latið upp matvøruhandil. Ein dagin, tá Birgir var og handaði Kára nakrar vørur frá Thomas Dam, har hann var í læru, segði Birgir, at Kári skuldi siga sær frá, um hann hevði hug at selja honum handil sín. Orðini vórðu ikki søgd í spølni, men tey vórðu søgd, uttan at Birgir hevði nakra stórvegis vón um, at Kári Múller fór at ringja.
-Tað gekk kortini ikki so long tíð, so ringdi Kári, og har var eitt at gera, fortelur Birgir, og tað var at fara at spyrja pápa, hvat hann helt um hugskotið.
Men pápin Joen Peter segði ikki nógv.
-Ja, í veruleikanum segði hann púrt einki tað kvøldið eg spurdi hann – ikki eitt orð. Seinni fór hann upp á loft at leggja seg, og hevði framvegis ikki sagt nakað um matvøruhandilin, men morgunin eftir, var alt í lagi, minnist Birgir.
-Pápi roknaði alt upp á ein melispakka. Hann sat við pappírspakkanum og penni og setti tøl upp, og varð úrslitið nakað, sum hann kundi góðtaka, varð farið víðari, minnist Birgir og leggur afturat:
-Tú kundi sagt, at melispakkin var hansara rokniark.
ARVALIGT AT REKA VINNU
Tað var greitt rættiliga tíðliga, at Birgir Andreasen skuldi gerast sjálvstøðugur vinnurekandi. Men sum heilt ungur maður, hugsaði hann kanska ikki so nógv um tað – hann meira eygleiddi teir gomlu, og fegnaðist um at tað gekk abbanum, ommubeiggjanum, abbanum, pápanum og øðrum væl. Ommubeiggin, “Toska Joen Peter” í Vági, var tiltikin góður skipari, eins og abbin Símun Hansen av Viðareiði eisini var av bestu fiskimonnum øll árini, hann var virkin. Pápin Joan Petur Andreasen hevði eisini kárað seg væl – hann var ein av eigarunum av Sundaferjuni – og tað var tí sera um umráðandi hjá Birgir at pápin segði gott fyri handilsætlanunum í Havn.
-Tað var harafturat eitt sindur meira enn bara at fáa pápa mín at siga ja til ætlanina. Tað var eisini tann trygd, sum lá í at hann hevði hugsað um støðuna, og metti at tað var ein ætlan, sum fór at bera seg, fortelur Birgir og leggur afturat:
-Pápi mín var góður til at kenna á sær, um mann var á røttu leið, og tá hann hevði sagt gott fyri matvøruhandlinum, visti eg at tað nokk fór at ganga.
SMS OG KONAN
Kona Birgir, Elsebeth, sum er núverandi stjórin í Idé Møblum, situr í sofuni á skrivstovuni, meðan Birgir situr við skrivaraborð sítt. Tá vit hava tosað væl og leingi um tey fyrstu árini, kemur spurningurin um hví matvøruhandilin varð skiftur út við møblar. Og í teirri avgerð eigur Elsebeth ein týðandi leiklut. Tað var nevniliga hon, sum kom við hugskotinum til ein møblahandil.
Lívið sum handilsmaður í Tórfinsgøtu gekk sína gongd, og Birgir fekk sær fleiri og fleiri royndir sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Tá hann var blivin eini 23 ára gamal, var greitt, at ætlanin var at byggja eina stóra sølumiðstøð á Trapputrøðni í Havn. Har skuldi m.a. vera stórur matvøruhandil, og tað setti nakrar tankar í gongd.
-Tað hevði gingið væl tey fyrstu árini við handlinum, og tað var heldur ikki so, at tað var farið at ganga illa, men vit mettu, at tíðin var búgvin til at fara víðari, minnist Birgir.
Valið “møblar” var heldur ikki so torført, tí eftir at Elsebeth og Birgir vóru blivin gift á sumri í 1978, skuldu tey keypa sær innbúgv til heim sítt. Farið var út í býin at leita, men úrvalið svaraði als ikki til ynskini hjá teimum nýgiftu.
-Elsebeth hevði longu tá stóran áhuga í møblum, og kanska serliga nýggjum møblum, og tað, sum vit kundu keypa í Føroyum, var ikki akkurát tað, sum høvdu ynskt okkum, minnist Birgir.
Úrslitið var, at Elsebeth og Birgir settu seg í samband við leiðsluna í Idé Møblum í Danmark, og restin er, sum mann sigur, “søga”.
KUNDU SITIÐ OG TALT RENTUR
Í 1979 – fyri júst 30 árum síðani – lat so fyrsti Idé Møblahandil upp í Føroyum. Alt gekk væl, inntil tann lagnudag í 1990, tá lykilin bleiv snaraður. Idé Møblar fór á húsagang, sum ein av teimum fyrstu mongu fyritøkunum, ið lótu lív í kreppuárunum fyrst í 90-árunum.
Síðani hava hjúnini strítt seg upp á føroyska møblatindin aftur, og tað hevur gingið bæði væl og skjótt. Longu árið eftir – í 1991 – var klárt at fara undir at selja møblar frá Idé aftur í Føroyum, og í 2000 lótu hjúnini upp núverandi handilin á Hálsi.
Elsebeth og Birgir eru bara fyrst í fimtiárunum, sjálvt um tey kunnu hátíðarhalda 30 ára dagin fyri møblasølu síni, og tað var júst ein spurningur um aldur, sum gjørdi seg galdandi, tá eitt risastórt íløgufelag keypti ein stóran part av Idé Møbla-handlunum í danska ríkinum herfyri. Tey, sum seldu handlar sínar, vunnu nógvar tíggjutals milliónir, men tað vóru eisini eigarar, sum valdu ikki at selja – harímillum Elsebeth og Birgir Andreasen. Hví tað?
-Tað hevði verið ein góður handil, og vit høvdu eisini fingið somikið væl burturúr, at vit ongantíð høvdu skula hugsað um nakað fíggjarligt aftur restina av lívinum, men hvat so......,spyr Birgir og svarar sjálvur:
-So hevði lívið blivið øðrvísi, og vit høvdu mist ein stóran part av okkara gerandisdegi, einum gerandisdegi, sum vit framvegis brenna fyri og dáma.
Hjúnini Andreasen valdu kortini at selja sín lutfalsliga part í Idé Møbla-ketuni, men tey valdu – eins og níggju aðrir eigarar – at varðveita handil sín. Í dag hava Idé Møblar í Føroyum eina avtalu við handilsketuna Idé Møblar um felags innkeypt o.a.
SJEY FEIT OG SJEY RAK ÁR
Men hvussu verður so framtíðin hjá Idé Møblum?
Bæði Elsebeth og Birgir vita, at tey komandi árini verða ikki so góð, sum tey fyrstu árini av 2000.
-Vit eru takksom fyri, at “timingin” fyri nýggja handil okkara, sum lat upp í 2000, var so góð, sum hon var, tí vit høvdu jú upplivað at koma illa fyri av nýggjum bygningi og kreppu í 90. Næstu árini vænta vit ikki verða líka góð, sum hesi seinastu sjey-átta, men vit eru í dag í einari heilt aðrari støðu reint fíggjarliga, sigur Birgir.
Eigararnir av Idé Møblum valdu altso handilin, og tað eru tað eisini nógv onnur, sum hava gjørt. Møblahandilin hjá Elsebeth og Birgir hevur seinnu árini verið so vælumtóktur millum kundar sínar, at reglurnar fyri kappingini “Ársins handil”, sum Vikublaðið skipaði fyri, máttu broytast, tí Idé Møblar bleiv við at vinna. Reglurnar fyri handilin verða tó ikki broyttar, siga Elsebeth og Birgir:
Vit fara framhaldandi at gera okkara besta, og so leingi vit brenna fyri tí, sum vit gera, so tykist tað, sum um, at bæði starvsfólkini hjá okkum og kundarnir eisini hava tað gott í handlinum, siga tey.
--
STUTT UM ELSEBETH ANDREASEN
Fødd í 1955. Gift við Birgir Andreasen, sum hon eigur tvær døtur – Joan og Beintu –við. Ættað av Eiði, búsitandi í Havn. Dóttir Olbanu og Hans Jacob Eiðisgarð. Arbeiddi m.a. á bommvirkinum hjá Frantz Restorff, Radio-El og Posthúsinum, áðrenn hon saman við manninum í 1979 stovnaði Idé Møblar í Føroyum, har hon í dag er stjóri.
--
STUTT UM BIRGIR ANDREASEN
Føddur í 1954. Giftur við Elsebeth, sum hann eigur tvær døtur – Joan og Beintu –við. Ættaður av Oyrarbakka. Sonur Annu og Joen Peter Andreasen. Lærlingur frá amboðsdeildini hjá Thomas Dam í N. Finsensgøtu, men síðani 1973 (bert 19 ára gamal) sjálvstøðugur vinnurekandi – serliga kendur millum manna, sum fyrsti stjórin hjá Idé Møblum.
--
FAKTA
Nøkur árstøl
1973 – Birgir Andreasen keypir matvøruhandilin í Tórsfinsgøtu.
1979 – Idé Møblar letur upp í leigaðum høli á Staravegnum.
1982 – Idé Møblar letur egnan bygning upp á Staravegi.
1988 – Idé Møblar flyta inn í stóra bygningin á Óðinshædd.
1990 – Idé Møblar fara á húsagang.
1991 – Idé Møblar leiga frá Jóhs. Berh á Hálsi.
1992 – Handilin flytir í hølir, leigað frá Timburhandlinum.
1995 – Keyptu grundøkið á Hálsi.
2000 – Idé Møblar flyta inn í nýggj hølir, bygt á egið grundøki á Hálsi.