At krevja, at borgarstjórar, sum verða valdir í løgtingið, skulu leggja frá sær, er bara at tekkjast veljaranum.
Tað heldur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eyaturkommunu.
Hann verður hetta sett í gildi, fer tað at skunda undir, at alt virksemið verður miðsavnað í Havn
Hann sigur hetta eftir at Annika Olsen, landsstýriskvinna í kommunumálum, hevur greitt frá í KvF, at hon ætlar at leggja lóg fyri løgtingið um, at tað skal ikki bera til at vera borgarstjóri fulla tíð, og løgtingslimur ísenn.
Jóhan Christiansen er ein av borgarstjórunum, sum stillar upp á næsta kommunustýrisvali og hann er grundleggjandi ósamdur. Hann heldur, at tað ber væl til, bæði at vera borgarstjóri, og løgtingslimur ísenn
- Eg haldi eisini, at borgarstjóra starvið og ein løgtingssessur passa sera væl saman, sigur hann.
- Nógv betur enn eitt læknastarv og løgtingssessur, ella ein privatur stjórasessur og ein løgtingssessur, ella kanska ein reiðari og løgtingssessur. Tað er stórur munur á, um t.d. ein reiðari situr á Løgtingið og viðgerð fiskivinnupolitikk, og tá ein borgarstjóri situr á Løgtingið og viðgerð kommunupolitikk.
Jóhan Christiansen sigur, at ein borgarstjóri hevur nógv betri møguleikar at leggja sín arbeiðsdag til rættis, enn nógvir aðrir starvsbólkar í samfelagnum. Samstundis hava allir borgarstjórar ein varaborgarstjóra, sum kann røkja starvið til, tá ið borgarstjórin ikki er tøkur.
Hann sigur, at løgtingið arbeiðir færri enn 100 dagar um árið.
- Trupulleikin kann ikki vera arbeiðsbyrðan, tá ið nógvir løgtingslimir hava annað arbeiði eisini
Hann ásannar, at ein borgarstjórið á løgtingi fær góða løn.
- Men vit kunna seta spurngartekin við, um tað er rímuligt at ein borgarstjóri í eini stórari kommunu, sum eisini situr á løgtingið fær nakað minni løn enn stjórin á Posta, ella væl lægri løn enn stjórin í Atlantsflogi, heldur hann.
- Ein borgarstjóri á Tingið, hevur tvey sera ábyrgdarfull fólkavald størv, sum væl kunna røkjast samstundis, hava royndirnar víst.
Hann sigur eisini, at seinastu árini hevur ein miðvís miðsavning verið í Føroyum
Hann sigur, at útjaðarin í Føroyum verður spakiliga avtoftaður, og miðsavnaður í Tórshavn. Vit síggja at milliardir vera nýttar í Tórshavn til íløgur, meðan lítið og onki verður gjørt kring um í landinum, uttan at tað eru kommunurnar, sum antin strongja á landsmyndugleikanar, ella gera íløgurnar sjálvar.
- Tað hevur eisini eydnast til eitt vist, og er tað heilt víst ein av orsøkunum til, at Annika Olsen nú vil hava borgarstjóranar tveittar út úr Løgtinginum, heldur Jóhan Christiansen.
- Kommunurnar og borgarstjóranir sum heild, eru við til at bremsa miðsavningini av Føroyum, sigur hann
- Kommunurnar eru seinastu skansanir í Føroyum, sum kunna tryggja eina fjøltáttaðar Føroyar, har vælferðartænastunar eru í hásæti, sigur Jóhan Christiansen
Trýst HER og les meiri um, hvat Jóhan Christiansen heldur um borgarstjórar og løgtingsarbeiðið
- At tveita borgarstjóranar út úr Løgtinginum, eins og Annika Olsen ætlar, er ein populistisk útsøgn, og bert fyri at gera tað lættari at miðsavna alt í Føroyum í Tórshavn, og tað er ikki ein gongd leið, leggur hann afturat.