Mortensen, formaður í Kommunufelagnum. Annars hava bæi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin á tingi, gjørt greitt, at tað ber ikki til at lækka l [...] samgongan kann ikki bæði áleggja kommunum at røkja krevjandi og dýrar uppgávur, og biðja tær veita skattalætta samstundis. Hann vísir á, at kommunurnar eru í ferð við at yvirtaka eldraøkið. - Gaman í fylgir peningur [...] peningur við frá landinum, men enn vita vit ikki um tað stendur upp og niður, so tað er er fullkomiliga hol í høvdið at tosa um, at kommunur skulu lækka skattin. Heðin Mortensen sigur, at skulu kommunurnar
Smyril ikki takast úr aftur sigling, fyrrenn um nøkur ár, sigur Conrad Gaard Joensen. Smyril bunkrar olju í løtuni og tíðliga í kvøld setir hann aftur kós ímóti Føroyum. Smyril verður settur í aftur regluliga [...] mánaðirnar tí at tann eini motorurin fór í knús. Men tann 21. januar varð hann tikin úr sigling við tí endamáli at skifta motor. Nýggjur motorur varð settur í hjá Mest í Havn, men síðani fór Smyril til Danmarkar [...] motorurin sum brotnaði, er ikki einasta maskinbrek, Smyril hevur havt í seinastuni. - Vit hava eisini havt trupulleikar við einum av hinum trimum motorunum, so at hann hevur heldur ikki givið fulla orku, sigur
inn á dømingina í 3-1 sigrinum hjá føroyska manslandsliðnum í flogbólti móti Grønlandi, blívur tónin álvarsligur og argur. - Vit hava ein dómara í dag, sum er í móti okkum. Mær dámar ikki at skylda upp á [...] men í dag var hann eftir okkum, sigur Suni Juul Pedersen, sum eftirhondini er millum teir eldri á liðnum. Tað byrjaði tíðliga í dystinum, at bæði liðini vóru fyri dømingum, sum tey ikki vóru samd í. Móti [...] hálvuni, tá øði spann í Suna Juul Pedersen, tí dómarin ikki vildi tað sama sum hann. So skjótt hann gjørdist óður, so spældu liðfelagirnir Suna upp, sum síðani bankaði bóltin í gólvið á grønlendsku hálvuni
av skúladeplinum í Marknagildi, fyri at fáa byggikostnaðin niður á tær 391 milliónirnar, sum hann í mesta lagið skal kosta, umframt innbúgv. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Gunnvør [...] pengarnar at passa. Men tað gongst ikki væl og sum tað liggur í løtuni, hava tey spart gott og væl helvtina av teimum 155 milliónunum. - Verður skúlin bygdur, sum hann sær út í løtuni, fer hann at kosta 70 milliónir [...] og so má støða takast til um hann skal byggjast, ella ikki. - Men nú hall er á fíggjarlógini, er ikki lætt at finna pengar, so vónandi verður ikki neyðugt við nakrari stórari eykajáttan, sigur hann. Gunnvør
Tað tykist tí ikki, sum blámusoppurin ger um seg í sama mun sum áður. - Eg skal sjálvandi ikki ganga ímóti tí, sum serfrøðin sigur, men sum sagt, so hava vit ikki merkt nakað til blámusopp í bygninginum [...] Kjallaran hava vit ikki gjørt so nógv við, og heldur ikki arrestina sjálva. So tað verður í fyrsta umfari miðhæddin í sjálvari politistøðini, ið vit fara at brúka, sigur Gunnar Breckmann. Tað líðir rættiliga [...] Tað var í fjør heyst, at Gunnar Breckmann saman við øðrum keypti gomlu politistøðina í Havn. Politiið varð flýggjað á dyr, tí har var ikki verandi fyri blámusoppi, og tá tað varð mett rættiliga dýrt at
politikarar í Tórshavnar Kommunu ikki stríðast fyri at fáa Skálafjarðatunnilin framdan. Tað hevði gjørt, at framleiðslan í Eysturoynni og í Norðoyggjum kom tættari uppá høvuðsstaðin. Tað hevði ikki bert verið [...] mugu hava sterkan bý í Føroyum fyri at steðga fólkaflytingini. Næsta innslagið í Degi og Viku átti Gunvá við Keldu, sum helt, at framleiðsluøkini eiga at verða styrkt, og at tað ber ikki til at forlanga, at [...] at framleiðsluøkini ikki fáa lut í almennu køkuni. Av tí at eingin framleiðsla er í høvuðsstaðnum, merkir hetta, at meira alment virksemi skal flyta úr høvuðsstaðnum til framleiðslueindirnar. Trupulleikin
virknu ungu í sving runt umkring í Havnini og síðst men ikki minst: Hetta arbeiðið kann verða við til at kveikja arbeiðssemi og hugin til at vinna sær egnan pening, og tað er ein íløgu, ið ikki skal undirmetast [...] ’Ung í arbeiði’ hevur nú virka í nøkur ár, og víst seg at verið eitt avbera gott tilboð til ung millum 14 og 16 ár, har tey kunnu tjena sær nøkur oyru í summarfrítíðini. Sum kunnugt eru tað sera nógv, [...] fyri, tí eg veit, hvussu gevandi tað er hjá tí unga at sleppa í ’ung í arbeiði’ og hvussu skuffandi tað samstundis kann verða, tá ein ikki sær sítt navn á listanum yvir teimum, ið sleppa til arbeiðis.
virknu ungu í sving runt umkring í Havnini og síðst men ikki minst: Hetta arbeiðið kann verða við til at kveikja arbeiðssemi og hugin til at vinna sær egnan pening, og tað er ein íløgu, ið ikki skal undirmetast [...] ’Ung í arbeiði’ hevur nú virka í nøkur ár, og víst seg at verið eitt avbera gott tilboð til ung millum 14 og 16 ár, har tey kunnu tjena sær nøkur oyru í summarfrítíðini. Sum kunnugt eru tað sera nógv, [...] fyri, tí eg veit, hvussu gevandi tað er hjá tí unga at sleppa í ’ung í arbeiði’ og hvussu skuffandi tað samstundis kann verða, tá ein ikki sær sítt navn á listanum yvir teimum, ið sleppa til arbeiðis.
ferðslu til og úr Danmark. Støðan í mun til korona hevur ikki verið og er framvegis ikki eins í Danmark og í Føroyum. Her heima er smittan bast fyri fleiri vikum síðani. Í Danmark verða framvegis nýggir tilburðir [...] forsætisráðharranum heldur enn hjá Føroya løgmanni. Vónandi er hetta ikki so. Tá landamørkini vórðu stongd fyri fólki, ið ikki hava góðkend ørindi í Føroyum, varð hetta gjørt eftir sama leisti, sum Danmark stongdi [...] uttan, at tað tekur longri tíð enn neyðugt. Ikki minst við atliti at ferðavinnuni. Eisini verður løgmaður spurdur um, hvørt avgerðir í Danmark um at lata upp í mun til ávís onnur lond, eisini av sær sjálvum
boða frá, at teir keypa ikki longur laks úr londum, har tey ikki kunnu vátta, at kópur, og onnur súgdjór í havinum, verða avlívað í sambandi við alingina. Kópurin verður dripin í sambandi við aling, tí [...] trupulleikin er, at tað er ikki loyvt at skjóta kóp við høglbyrsu, tí tað krevst rifla til at skjóta kóp. Og hin trupulleikin er, at tað er ikki loyvt at hava riflu í Føroyum uttan í heilt serligum førum og [...] Miðflokkurin, eru umboðaðir, vísa á, at annars er tað ikki ólógligt at veiða kóp í Føroyum. Hinvegin verður ímillum nakað og einki veitt av kópi í Føroyum, men Vinnunevndin hjá Løgtinginum heldur, at einki