Dómarin fekk øði í Suna

Oyggjaleikir: Tað var nærmast hættisligt at verða á grønlendsku hálvuni, tá øði spann í Suna Juul Pedersen, tí dómarin ikki vildi tað sama sum hann.

 

 So skjótt hann gjørdist óður, so spældu liðfelagirnir Suna upp, sum síðani bankaði bóltin í gólvið á grønlendsku hálvuni.

 

-       Tað vita teir. Tá eg blívi óður, so er bara at spæla meg upp, sigur Suni Juul Pedersen við einum brosið.

 

So skjótt prátið fellur inn á dømingina í 3-1 sigrinum hjá føroyska manslandsliðnum í flogbólti móti Grønlandi, blívur tónin álvarsligur og argur.

 

-       Vit hava ein dómara í dag, sum er í móti okkum. Mær dámar ikki at skylda upp á dómaran, men í dag var hann eftir okkum, sigur Suni Juul Pedersen, sum eftirhondini er millum teir eldri á liðnum.

 

Tað byrjaði tíðliga í dystinum, at bæði liðini vóru fyri dømingum, sum tey ikki vóru samd í. Móti endanum av fyrsta setti kom so øði í grindina og tað endaði við, at Romica Øster, landsliðsvenjari hjá Føroyum, fekk reytt kort. Tað merkir bara, at mótstøðuliðið fær eitt eyka stig. Tað skulu tvey kort til fyri at blíva burturvístur.

 

- Eg bleiv ræðuliga illur inn á dómarin og skuldi helst fingið okkurt kort eisini, men eg veit ikki um hon ikki tordi at geva mær tað, sigur Suni víðari.

 

Í øðrum setti gloymdi dómaraborðið at geva føroyska liðnum eitt stig. Hóast ákoyringar frá áskoðarum og umbønum frá spælarum, so vildi dámaraborðið ikki gera nakað við sakina. Eisini grønlendski venjarin hevði fleiri ferðir hug at gera viðmerkingar til dømingina.

 

Suni fegnast annars um sigurin, men heldur fyri at teir enn gera ov nógvar feilir. Hóast teir taptu fyri Bermuda, so er málið framvegis at koma til seinasta dyst móti oyggjaleikafavorittunum í flogbólti, Saaremaa, og hava ein møguleika at vinna gull.

 

-       Vit trúgva framvegis upp á tað. Vit fara eftir gullinum, sigur Suni Juul Pedersen at enda.

 

Føroyska liðið spælir í kvøld klokka 22 føroyska tíð móti Álandi. Tað er klokkan 18 lokala tíð á Bermuda.

(Samrøðan við Suna Juul Pedersen eftir dystin móti Grønlandi kann hoyrast omanfyri myndina)