Stúra fyri Skúladeplinum í Marknagili

Landsverk og landsstýrið royna enn at skarva burtur av skúladeplinum í Marknagildi, fyri at fáa byggikostnaðin niður á tær 391 milliónirnar, sum hann í mesta lagið skal kosta, umframt innbúgv.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Gunnvør Balle hevur spurt hann, hvussu gongst við skúladeplinum.

Byggifyritøkur hava givið tilboð upp á tey ymsum arbeiði, men tað loypti hvøkk á, tá ið tað varð greitt, at arbeiðini fara at kosta 155 milliónir krónur meiri enn tær 320 milliónir, Landsverk metti, at tær fóru at kosta.

Síðani hava Landsverk og byggifyritøkur roynt at skarva burtur av ætlanini fyri at fáa pengarnar at passa.

Men tað gongst ikki væl og sum tað liggur í løtuni, hava tey spart gott og væl helvtina av teimum 155 milliónunum.

- Verður skúlin bygdur, sum hann sær út í løtuni, fer hann at kosta 70 milliónir krónur meiri enn hann kann kosta eftir lógini, sigur Bjørn Kalsø.

- Vónandi fáa vit spart nakrar milliónir afturat, uttan at gera seg inn á sjálvan skúlan.

Men Bjørn Kalsø sigur, at helst verður neyðugt við eini eykajáttan og so má støða takast til um hann skal byggjast, ella ikki.

- Men nú hall er á fíggjarlógini, er ikki lætt at finna pengar, so vónandi verður ikki neyðugt við nakrari stórari eykajáttan, sigur hann.

Gunnvør Balle staðfesti, at landsstýrismaðurin ljóðaði ivingarsamur, at tað fær hana at stúra fyri lagnuni hjá Skúladeplinum.

- Svarið frá landsstýrismanninum er heilt ótrúliga ófrættakent, tí hann nú hevur hann reist iva um, antin Skúladepilin verður bygdur yvirhøvur.

Hon stúrir fyri, at verður skúladepilin ikki bygdur, so ungdómurin fær betri kor, fer fólkaflytingin at taka dik á seg.

Tað vóru eisini onnur tingfólk, sum løgdu til merkis, at landsstýrismaðurin málbar seg soleiðis, at so má støða takast til um hann skal byggjast ella ikki.

Bjørn Kalsø ásannar, atr skúlin er hart tiltrongdur, men projektið vísir seg at vera nógv dýrari enn mett.

- Tað, vit nú arbeiða við, er at byggja skúla, sum vit hava játtan til at byggja og Løgtingið eigur at geva landsstýrismanninum høvi til at arbeiða við tí, segði hann.