’Ung í arbeiði’ hevur nú virka í nøkur ár, og víst seg at verið eitt avbera gott tilboð til ung millum 14 og 16 ár, har tey kunnu tjena sær nøkur oyru í summarfrítíðini. Sum kunnugt eru tað sera nógv, sum á hvørjum ári søkja um at sleppa at arbeiða, men einans nøkur, ið sleppa framat. Eg haldi tað verða sera harmiligt, at partur av hesum ágrýtna ungdómi, sum vísir vilja og eisini hegni til arbeiði ikki fær møguleikan, tá viljin og eisini tíðin nú einaferð er til staðar. Eisini tað, at vinmaðurin ella vinkonan sleppa til arbeiðis og ikki ein sjálvur, kann virka ómotiverandi á hesi ungu, serliga í hesum døgum, tá tað er torført at finna arbeiði, samstundis sum alt annað rundan um ein er spennandi – soleiðis sum tað nú einaferð skal verða hjá teimum ungu.
So eru tað ivaleyst tey sum siga, at hetta er ein peningalig útreiðsla fyri kommununa, men har eri eg ósamdur! Eftir mínum tykki kann tann peningaliga útreiðslan ikki samanberast við tað, vit fáa inn aftur frá hesum ungu. Fyri tað fyrsta eru tey dugnalig til at prýða og betra um okkara vakra bý, harafturat er tað so deiliga hugaligt at síggja hesi virknu ungu í sving runt umkring í Havnini og síðst men ikki minst: Hetta arbeiðið kann verða við til at kveikja arbeiðssemi og hugin til at vinna sær egnan pening, og tað er ein íløgu, ið ikki skal undirmetast. Og hetta eru einans nakrir av fyrimunum. Fyri tann einstaka kann tað verða bæði gevandi og mennandi í mun til tað sosiala netverkið, samstundis sum gerandisdagurin í einum parti av summarfrítíðini fær eitt meira skipað innihald hjá hesum ungu, og tey fáa eina kenslu av, at tey hava virði fyri samfelagið – at tey hava týdning fyri hendan felagsskapin.
Um eg verði valdur, er hetta nakað, ið eg vil virka fyri, tí eg veit, hvussu gevandi tað er hjá tí unga at sleppa í ’ung í arbeiði’ og hvussu skuffandi tað samstundis kann verða, tá ein ikki sær sítt navn á listanum yvir teimum, ið sleppa til arbeiðis.
Vel lista C, vel Hera Ólason Dam
Vit fremja úrslit